týsdagur 10. juli 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
TILTØK
LÝSINGARTORG
Gudstænastur
15. juli 2018
Gøtu kirkja kl. 11.00.
Gudstænasta. Altargongd. Ovi
Brim Fríðrikskirkjan. Lestur.
Sands kirkja
Gudstænasta sunnudagin 15. juli
kl. 12:00, Havstein Klein. Tummas
Kannuberg, gudfrøðilesandi,
prædikar.
Rituvíkar kirkja kl. 11, Meinhard
Bjartalíð.
Fuglafjørður kl 11: Guðstænasta
v/altarg. Ronald Risvig prestur
prædikar
Hoyvík
Guðstænastur
15. juli: kl.11, Marjun Bæk
22. juli kl. 11, Marjun Bæk
29. juli: Ólavsøkumorgun
verður eingin guðstænasta í
Hoyvikar kirkju. Víst verður til
ólavsøkuguðstænastuna í Havnar
kirkju.
5. august: Hoyvíkar kirkja kl. 11,
Marjun Bæk
___ ___ ___ ___ ___ ___
Adventistakirkjan
Leygardagin 14. juli 2018
Kl. 10 Bíbliugransking: Aase B.
Olsen
Kl. 11 Sabbatsgudstænasta:
Sjónband
Kfum& K Klaksvík
Vika 28
Mikudag
Kl.20.00 Bíbliutími. Matt kap.11
við Hjørleif Poulsen
Sunnudag
Sunnudagsskúlin farin í
summarfrí, byrjar aftur 19 august.
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Møti við Niels
Andreasen.
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Vitja okkum eisini á facebook:
kfumogkklaksvík
Meinigheitshúsið í Havn
Vika 28
Sunnudagin kl. 18, Møti við
vitnisburði og sangi
www.meinigheit.fo
Oasan
Sunnumorgunum kl 11. Magnus
Simonsen
Býli í Føroyum
Kømur til leigu
2 kømur til leigu í Havn.
Hava allar hentleikar, sum
internet, køliskap og ketil inni
á kamarinum
Tlf 525250
Søki íbúð
Søki íbúð við 2 kømurum
at leiga í Tórshavn skjótast
møguligt. Røkin, álítandi,
friðarlig, hvørki royki ella
drekki og gjaldið sjálvandi til
tíðina.
587254
Ymiskt
Hús á ólavsøku
Sóknast verður eftir at leiga
eini hús í Havn á ólavsøku 28
og 29 Farið verður sjálvandi
væl um – tú fært 3500 kr.--
216500 anfinn.gaerdum@
gmail.com
KJAK
Virgar T. Dalsgaard
Í sambandi við, at sam
gongan
heilt
av
sínum
eintingum hevur forerað
einum tilvildarligum bólki av
eliterum
kultur-baksarum
Føroya vakrasta umhvørvi,
er tað neyðugt at undrast
sáran og stilla kulturfrúnni
nakrar naskar spurningar.
Hetta er jú Føroya størsta
gáva til ein heilt privatan
bólk.
Gávan er so fantastisk, at
hon má kallast privatisering
ella øvugt ekspropriatión.
Flestøll
høvdu
annars
hildið, at tað hevði verið ein
avgjørt hóskandi og kær
komin gáva til útslitnar eldri
føroyskar
medborgarar,
sum harvið kundu fingið
eitt hugnaligt lívskvøld, men
henda samgongan hevur ikki
nógva sociala samvitsku.
Tí fregnast fólk:
Eftir hvørjum kriteria
skal tað gigantiska kultur-
kollektivið
í
Hoydølum
fíggjast. Hvør hevur rætt til
at spáka inn har og kalla seg
fyri listarfólk?
Og hvussu breitt verður
kultur-kollektivið?
Verða tað mest málarar,
sum sleppa inn at meiggja
lørift fyri fasta almenna løn?
Ella skullu alment løntir
sjónleikarar gorra haruppi
á einum alment fíggjaðum
palli?
Og skal hvør maður, sum
hevur lært seg sjey tøk á
eini guitar kunna bresta
inn á gólvið og koma beint
á
fíggjarlógina
fyri
sín
larmandi guitar-leik?
Hvar gongur markið fyri
kreativiteti hjá hesi grotesku
og surrealistisku samgongu?
Skullu yrkjarar og skrib
entar, sum halda seg duga tað
poetiska kynstrið hava eitt
serligt skalda-laboratorium,
har t.d. landsmøsnarin, Carl
Johan Jensen kann halda
forblommaðar
buldrandi
seancur við krampakendum
royndum av ivingarsomum
innihaldi, har hann roynir at
vera talentríkur, um enn ikki
serliga originalur?
- Fyri ikki at tosa um tann
víttgleivandi poetin Oddfríð,
sum sjálvandi fær heitið
landsyrkjari.
Skullu talentini kunna
gista haruppi, meðan tey
bíða eftir inspiratión?
Hvis
kollektivið
ikki
verður HEILT alment, hvør
skal so sortera fjøldina av
potentiellum listarfólkum,
sum vilja troka seg inn á
fíggjarlógina og fáa ókeypis
innivist í Hoydølum?
Í hvørjum lønarklassa
skullu luttakararnir í hesum
alment fíggjaða sandkassa
liggja?. - Hvat skal t.d. ein
landsyrkjari hava í løn?
Landsmøsnarin
er
jú
frammanundan á fíggjar
lógini, hóast hann ikki hevur
fleiri lesarar enn hann hevur
fingrar!
Skal landsyrkjarin levera
borðsangir
til
almennar
veitslur?
Og skal onkur lands
spælari
(har
eru
nógvir
kandidatar) verða forplikt
aður til at spæla við almenn
tiltøk hjá landsgonguni?
Hvussu er tann reelli
arbeiðsetningurin hjá hesum
fantastiska og fyribils helst
unikka stovni?
Annars er fjøld av fólki,
sum eiga guitar, og eisini eru
nógv, sum peiggja við einum
pensli; nógv yrkja skikkiligar
konfirmatiónssangir,
sum
ríma væl betri enn hjá lands
yrkjaranum; eisini eru fleiri,
sum skapa sær á onkrari
amatør-scenu.
Sleppa tey við í Hoydals
kollektivið ella verða tey
brutalt lopin um á fíggjar
lógini?
Tað eru sera nógvir leysir
endar í hesum gávumáli enn,
men kanska kundu tygum
sett skjøtil á her á portali
num við at greiða frá hesum
prestigu-projekti, har man
letur øll, sum bara "føla", at
tey eru listarfólk sleppa á
løgtingsins fíggjarlóg, har
tey so skullu bæði uggast,
hjúklast og føðast.
Alt hetta málið er ein
groteskur absurditetur, og
ein so risastór forering átti
sjálvandi fyrst at verið løgd
fyri okkara Løgting til
seriøsa viðgerð.
Annars hevur mentar
frúgvin framt eitt ósympat
iskt
kvett,
har
man
uttan
at
blunka
hev
ur
avreitt
"fólksins
ogn" og spælir hasard við
landsins aktivum.
Vit
mugu
hvass
liga mótmæla hesum ráni
og privatisering av "fólksins
ogn" í Hoydali.
Opin spurningur til Rigmor
Dam, mentaforsprákara
Bárður Nielsen
Formaður Sambandsfloksins
Nýggja
pensjónsskipanin
loysir ikki trupulleikan við
høgu
mótrokningin
fyri
arbeiðsinntøku, og tí er hon
als ikki eggjandi fyri pen
sjónistar. Hvørki fyri tey, ið
hava hug at arbeiða, ella tey,
ið ikki kunnu arbeiða.
Pensjónistar
og
sam
felagið skulu vera vinnarar
Ein skipan, ið er eggjandi
- heldur enn oyðileggjandi
- gagnar øllum pørtum í
samfelagnum og er við til at
styrkja vælferðarsamfelagið
Føroyar. Tí skal ein loysn
fáast á hesum beinanvegin,
tá ein nýggj stjórn tekur við
í Føroyum. Eingin má ivast í,
at vit í Sambandsflokkinum
fara at broyta pensjóns
skipanina, so okkara pen
sjónistar fáa sína fríheit.
Pensjónistar,
ið
hava
arbeiðsinntøku
verða
í
veruleikanum
skattaðir
dupult. Fyrst av síni inntøku
og síðani við mótrokning
í
pensjónini.
Nú
hevur
samgongan við Javnaðar
flokkinum á odda, sum nakað
heilt nýtt eisini mótroknað í
grundarupphæddini.
Fyri einstaka pensjónistin
merkir hetta, at úrtøkan
verður
millum
lítið
og
onki. Orsøkin at taka eitt
eyka tak er ikki fíggjarliga
grundað, men heldur er tað
eldhugurin, og tað at halda
seg virknan, ið er drívmegin
fyri framhaldandi at verða á
arbeiðsmarknaðinum, eftir
at pensjónsaldurin er rokkin.
Fleiri fyrimunir
Samfelagsliga eru fleiri fyri
munir við, at fólk hava hug at
arbeiða longur. Og sjálvandi
er tað sjálvboðið.
Útboðið av arbeiðsmegi
økist, og hetta er harðliga
brúk fyri í Føroyum í dag, har
flestu vinnugreinar skríggja
eftir arbeiðsmegi. Her vil
penganýtslan hjá pensjón
istunum hækka, skatta- og
avgjaldsinntøkurnar økjast
hjá landi og kommunum.
Sambandsflokkurin mæl
ir til eina skipan, ið eggjar
teimum,
sum
hava
hug
at verða virkin á arbeiðs
marknaðinum
eftir
pen
sjónsaldur.
Hetta
kann
gerast við at hækka inn
tøkumarkið ella lata ein
arbeiðsfrádrátt. Við hesum
kunnu pensjónistar velja
eina lagaligari yvirgongd til
pensjónistatilveruna.
Pensjónistar skulu hava
frælsi til at velja, nær teir
ynskja at fara av arbeiðs
marknaðinum.
Tað tænir borgaranum og
samfelagnum øllum.
Pensjónsnýskipan
fyri pensjónistin?
Eggjandi skipanir, har ið tað loysir seg at arbeiða, er grundarlagið undir framburði og vøkstri í
samfelagnum. Tí skulu vit hava eina pensjónsskipan, ið ikki revsar pensjónistar fyri at arbeiða