Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Nú eru bara fýra lið og fýra dyst­ir eftir í HM-endaspælinum í Russ­ landi. Í gjárkvøldið undan prent­ starti fóru Belgia og Frakland á vøll­in í fyrru hálvfinaluni, meðan Ong­land í kvøld skal spæla móti Kroatia í hini hálvfinaluni. Sjálv final­an verður sunnudagin klokk­ an 16. Her á Sosialinum og In.fo hava vit gjørt nógv burturúr HM-enda­ spæli­num. Nú fara vit so langt sum at tippa, at Ongland kemur í HM- finaluna fyri fyrstu ferð síðani 1966! Enska landsliðið hevur ikki verið í ein finalu síðni 1966. Nú er líkt til, at Gareth Southgate og hansara menn hava ein góða møguleika at koma í finaluna, sum verður móti Belgia ella Fraklandi Leikvøllur: Krestovsky Stadium Dómari: Andres Cunha, Uruguay Sjónvarp: KVF, TV2 Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur) Frakland vinnur: 2.58 Javnleikur: 3.35 Belgia vinnur: 3.2 Møguligar uppstillingar: Frakland (4-2-3-1): Lloris - Pavard, Varane, Umtiti, Hernandez - Kante, Pogba - Mbappe, Griezmann, Matuidi - Giroud Belgia (3-4-2-1): Courtois – Alderweireld, Kompany, Vertonghen – Chadli, De Bruyne, Witsel, Carrasco – Mertens, Hazard – Lukaku * Thomas Meunier hevur leikbann Sosialurin tippar: Her er talan um tvey lið, sum hava stjørnuspælarar í øllum rekkjum og á bonkinum. Veddingarfyritøkurnar hava Frakland sum favoritt. Frakland kom í EM-finaluna í 2016 á heimavølli, men tapti tepurt fyri Portugal. Liðið í ár sær út til at hava lagt eitt sindur afturat í álopspartinum, men verjan haltar til tíðir enn. Belgia hevur í eina tíð havt fleiri stór nøvn á liðnum, men tað hevur ikki verið umsett til stórar sigrar á altjóða pallinum. Sigurin á Japan vísti, at Belgia kann koma afturíaftur. Sigurin á Brasil vísti, at Belgia hevur tað, sum skal til fyri at vinna teir stóru dystirnir. At liðið er í stand til, at broyta uppstilling alt eftir, hvat endamálið er. Sosialurin fer at tippa, at Belgia kemur í HM-finaluna. Eden Hazard og Kevin De Bruyne tykjast at toppa júst til røttu tíð, meðan verjan hjá Fraklandi hevur víst ávísar veikleikar. Her er lítið og einki á muni millum liðini, men serliga avrikið hjá Eden Hazard móti Brasil boðar frá, at Belgia hevur handan spælaran, sum verður avgerandi. Belgia vinnur 2-1 Leikvøllur: Krestovsky Stadium Dómari: Luzhniki Stadium, Moskva Sjónvarp: KVF, DR1 Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur) Kroatia vinnur: 3.72 Javnleikur: 3.2 Ongland vinnur: 2.38 Møguligar uppstillingar: Kroatia (4-2-3-1): Subasic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Modric - Rebic, Kramaric, Perisic - Mandzukic Ongland (3-5-2): Pickford - Walker, Stones, Maguire - Trippier, Alli, Henderson, Lingaard, Young - Sterling, Kane Sosialurin tippar: Kroatia fær ikki nokk at virðing fyri tað, sum landið hevur klárað í fótbóltssamanhangi. Við sínum bara 4,1 milliónum íbúgvum er tað einki minni enn ótrúligt, at Kroatia fyri aðru ferð síðani 1998 er í eini HM-hálvfinaluni. Eitt nú hevur mótstøðuliðið, við sínum yvir 50 milliónum íbúgvum, ikki verið í eini HM-hálvfinalu síðani 1990. Í tveimum førum hevur talan verið brotssparkskapping, men tað kemst ikki uttanum, at Kroatia eisini hevur dygdirnar, sum góðskriva at liðið er komið so langt. Serliga Luka Modric úr Real Madrid hevur skarðað burturúr. Ongland hevur framvegis ikki møtt einum av teimum stóru í bestu útgávu. Tí er eitt sindur óvist hvussu mótstøðusterkt Ongland er. Sigurin á Svøriki var til tíðir sannførandi, men í løtum stóð eisini nógv á. Nógv verður tosað um Harry Kane, men hann verður nógv eftiransaður. Tí verður møguliga neyðugt at finna málini onkra aðrastaðni. Jesse Lingard, Jordan Henderson ella Dele Alli skora avgerandi málið. Ongland vinnur 2-1 HM 2018: ONGLAND KÓS MÓTI FINALUNI Hálvfinala 1: Hálvfinala 2: Frakland – Belgia (Týsdagin (í gjár) klokkan 19) Kroatia – Ongland (Mikudagin klokkan 19)