týsdagur 10. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Í kríggj við UEFA:
KÍ NOKTAÐI AT
SPÆLA Á TÓRSVØLLI
Tróndur Arge
Tað bleiv brádliga trongt í Gunda
dali, tá SAS-flúgvarin við hópinum
hjá litaviska mótstøðuliðnum hjá
KÍ, Zalgiris, ikki lendi í gjár. Evro
pesiska fótbóltssamgongan, UEFA,
valdi tí at flyta dystin til í dag. Hann
skuldi upprunaliga verða spældur
týsdagin klokkan 17.
UEFA hevur sambært egnari
reglugerð, til eina og hvørja tíð loyvi
at flyta ein dyst eitt samdøgur. Tá
SAS avlýsti flúgvaran mánadagin
seinnapartin, og hópurin hjá Zal
giris tískyld ikki lendir í Føroyum
24 tímar áðrenn dyst, so valdi UEFA
umboðsmaðurin at flyta dystin.
Rokið um Tórsvølli
Tað er ikki púra óvanligt fyri okk
um í Føroyum, at ein dystur av og
á verður fluttur, men tað er heldur
óvanligt í samband við dystir í
Evropa. Tað skuldi verið líka til at
flutt ein dyst eitt samdøgur, men
orsaka av, at B36 skal spæla móti
OFK Titograd hósdagin, so íkomu
ávísir trupulleikar.
Eitt nú skal liðið úr Montenegro
venja á Ovara vølli í Gundadali
kvøldið undan dystinum. Tí renna
dysturin millum KÍ og Zalgiris
saman við ásettu venjingina hjá
OFK Titograd.
Uppskotið hjá UEFA umboði
num var tí, at KÍ skal spæla sín dyst
á Tórsvølli. KÍ hevur neyvt valt
Ovara vøll í Gundadali sum heima
vøll, nú liðið ikki kann spæla sínar
evropesisku dystir í Klaksvík. Tí
passaði tað als ikki KÍ, at teir skulu
flyta “heimavøll” til Tórsvøll.
Tað eru nakrar orsøkir at venjar
in hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, hevur
Ovara vøll í Gundadali sum evro
pesiskan heimavøll. Millum annað
er vøllurin tann minsti av Tórs
vølli, Svangaskarði og Ovara vølli
í Gundadali. Hartil hava fleiri av
spælarunum hjá KÍ nógvar royndir
á vøllinum og umstøðurnar geva
KÍ-áskoðarunum góðar umstøður
at stuðla liðnum.
Hesum legði umboðsmaðurin
hjá UEFA lítið í. Hann vildi hava, at
dysturin bleiv fluttur á Tórsvølli.
Nakað sum leiðslan í KÍ als ikki
vildi ganga við til.
-Vit hava valt Ovara vøll sum
okkara heimavøll og har vilja vit
spæla okkara dyst, sigur Tummas
Lervig, formaður hjá KÍ.
Tað endaði við, at leiðslan í KÍ
fekk serkøna hjálp, sum kunnu
tryggja teimum, at dysturin verður
spældur á Ovara vølli.
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar lendið hópurin hjá
Zalgiris, 27 tímar undan
dystarbyrjan.
Broytingar í KÍ
Í
farnu
viku
gjørdist greitt, at
Marko
Dusak
gevst
í
KÍ.
Kroatiski mið
verjin
hevði
í eina tíð eitt
ynski um, at
sleppa
aftur
familjuna
í
heimlandinum.
Nú
hevur
KÍ
fingið
ein
avloysara
fyri
marko
Dusak,
skrivar Norðlýsið.
Talan er um 32 ára
gamla Predrag Pocuca,
sum somuleiðis frá Kroa
tia. Hann er 32 ára gamal, 1,87
metur høgur og spælir í miðverjuni.
Seinastu tíðina hevur hann spælt í
næstbestu deildini í Serbia, skrivar
Norðlýsið.
Sáttmálin er fyribils galdandi
fyri restina av hesum kappingar
árinum og komandi kappingarári.
Mett verður tó ikki, at hann verður
tøkur til Europa League dystirnar
móti Zalgiris úr Litava. Týskvøldið
skal KÍ spæla móti Zalgiris í Gunda
dali. Norðlýsið skrivar eisini, at
fleiri ivamál eru í hópinum hjá
KÍ. Eitt nú er ivsamt um Semir
Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð og
Deni Pavlovic verða tøkir.
B36 eisini í trupulleikum
B36 var eisini í trupulleikum, tá
liðið skuldi ferðast til Gibraltar í
samband við seinna dystin móti St
Joseph’s. Tá kom liðið avstað ein
dag ov seint, umframt at gistast
mátti í Danmark á vegnum. Tá var
talan um somu trupulleikar við at
SAS ikki lendir.
Fyri B36 kemur væl við, at
Michal Przybylski verður tøkur til
dystin hósdagin. Hann er leigaður
úr polskum fótbólti, men kundi ikki
innlimast í Europa League hópin
til dystin í Gibraltar. Líkt er til, at
Andrias H. Eriksen er ivasamur,
meðan Hannes Agnarsson helst
fekk eina fibur í tí dystinum. So
helst spælir hann ikki.
Hósadgin spælir NSÍ eisini í
Skotlandi móti Hibs.
trondur@sosialurin.fo
Europeiskir dystir hesa vikuna við
føroyskari luttøku:
Týskvøldið 10. juni:
Svangaskarð: Víkingur-HJK Helsinki (Finnland) 19:00 Champions League
(Beinleiðis á FM1)
Mikudagin 11.juni:
Gundadalur: KÍ-Zalgiris (Litava) 17:00 Europa League (Beinleiðis á FM1)
Hóskvøldið 12.juni:
Lahti: FC Lahti (Finnland)-FH (Ísland) 17:00 Europa League
Gundadalur: B36-OFK Titograd (Montenegro) 19:00 Europa League (Beinleiðis á
FM1)
Vestmannaoyggjar: ÍBV (Ísland)-Sarpsborg (Noreg) 19:00 Europa League
Edinburgh: Hibernian (Skotland)-NSÍ 19:45 Europa League
Rættiligt rok tók seg upp í Gundadali í
gjár, tá leiðslan hjá KÍ noktaði at spæla á
Tórsvølli, eftir at SAS avlýsti flúgvaran við
hópinum hjá Zalgiris. Dysturin er fluttur,
men verður spælur á Ovara vølli í Gundadali