týsdagur 10. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Henda vikan er tann heilt stóra hjá
føroysku feløgunum í europeisku
kappingunum. Í gjárkvøldið – eftir
at blaðið fór til prentingar – vóru
meistararnir í Víkingi á heimavølli
á Svangaskarði. Ætlanin var, at
KÍ í gjár skuldi spæla í Gundadali,
men tann dysturin varð útsettur til
seinnapartin ídag.
Beinanvegin, tá ið KÍ fyri fyrstu
ferð nakrantíð hevði spælt seg
víðari í europeiskari kapping síðsta
hóskvøld varð sagt, at dysturin
ímóti Zalgiris skuldi vera týsdagin
klokkan 18. Seinni varð hetta
broytt til klokkan 17. Tað komst av,
at UEFA ásetingar siga, at dystir
í Champions League og Europa
League ikki kunnu vera um somu
tíð í sama landi.
Mjørkin bar við sær, at KÍ dyst
urin varð fluttur til ídag. Harvið
ber ikki til at siga annað, enn at
burðurin var tungur, nú klaksvík
ingar skulu undan nýggja uppgávu.
B36 bragdið
Jákup á Borg og hansara menn fóru
suður til Gibraltar við stálsettum
vilja og hugburði um, at tað skuldi
eydnast teimum at vinna seg víðari
í kappingini.
B36 var ikki so nógv omaná, sum
árstalsfelagið var í Gundadali. Tað
kendist sum vónbrot, tá ið heima
liðið javnaði í síðstu løtu, men so
vístu Odmar Færø og hansara
menn tað, sum skal til. Fyri seks
árum síðani var tað vónbrot, tá
ið B36 varð varpað úr europeisku
meistarakappingini
í
brots
sparkskapping á heimavølli.
Linfield FC var mótstøðuliðið og
eftir málleysan javnleik á útivølli
var møguleikin stórur fyri, at tað
skuldi eydnast B36 at vinna seg
víðari í kappingini. Fyri júst seks
árum síðani – 10. juli í 2012 – hevði
B36 yvirvág á heimavølli, men tað
eydnaðist ikki at fáa mál. Úrslitið
var aftur málleysur javnleikur,
og soleiðis var støðan eisini eftir
longda leiktíð. Linfield FC vann
brotssparkskappingina.
Á Gibraltar var eingin slingur
í valsinum. Allir B36 spælararnir
umsettu úr ellivu metrum til mál,
og harvið skal B36 aftur í morgin
í europeiska eldin. Mótstøðuliðið
er OFK Titograd. Stuðulin frá trú
føstu áskoðarunum hevur nógv at
siga. Tað fer ivaleyst eisini at vísa
seg í morgin.
Á ólavsøku
B36 hevur tvær ferðir áður vunnið
seg víðari í europeiskari kapping.
Fyrra ferðin var í 2005 og einna
ferðin var í 2006, tá ið B36 saman
talt vann á Birkikara av Malta,
sum í síðstu viku noyddist at lúta
fyri KÍ. B36 vann 3-0 á útivølli, og á
heimavølli endaði tað 2-2.
Hetta var í Champions League.
So var mótstøðuliðið Fenerbahce,
sum var stórur biti. B36 tapti 4-0 á
útivølli og 5-0 á heimavølli.
Minnisríkt var tað, tá ið B36 á
ólavsøku í 2005 vann seg víðari í
UEFA Cup. Mótstøðuliðið var ÍBV úr
Vestmannaoyggjunum. Tað endaði
FÓTBÓLTUR
Europa League:
B36 fer í morgin undir royndina at spæla seg víðari í
Europa, og NSÍ skal enn einaferð spæla í Bretlandi
TAÐ VAR SUM
Á ÓLAVSØKU
Í GIBRALTAR