Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1-1 í Oyggjunum, og ólavsøkuaftan vann B36 2-1. Fagnaðurin var øgi­ lig­ur, tá ið Bergur Midjord eftir ein tíma skoraði sigursmálið. Lítla løtu seinni varð ein av ís­lendsku spælarunum vístur av vølli­ num. Síðsta korterið vóru níggju ÍBV spælarar ímóti ellivu í B36. Íslendingarnir stríddust fyri lívi­ num, men B36 vann. 2006 var gott ár í Europa hjá B36. Eftir at hava varpað ÍBV úr kapp­ ing­ini var FC Midtjylland næsta mót­støðuliðið. Jydarnir vunnu saman­talt, men tað leyp ikki so nógv av. Tað endaði 2-2 í Gundadali, og í Herning vann heimaliðið 2-1. Bergur Midjord skoraði bæði ímóti ÍBV og FCM. Hann er topp­ skorari hjá B36 í Europa. Hann skor­aði fimm mál. Dysturin í annaðkvøld verður numm­ar 43 í Europa hjá B36. Saman­teljingin sigur, at tað eru fýra sigrar (íroknað sigurin í brots­ sparkskappingini hóskvøldið) og átta javnleikir. Málmunurin er 31-97. Tá eru tær báðar omanfyri nevndu brotssparkskappingarnar ikki taldar við. NSÍ í Skotlandi NSÍ var ikki við í fyrsta innleiðandi umfari í Europa League. Í annað­ kvøld tørnar tað fyri hjá NSÍ í Edin­bourgh. 70 fólk eru í NSÍ ferða­ lagnum. NSÍ hevur spælt 22 ferðir í euro­peisku kappingunum. Tvær ferðir hevur NSÍ vunnið, og tað eru merkis­verdir sigrar. NSÍ vann í 2007 fyrsta og higar­til einasta FM heitið. Tað bar rættin at spæla í europeisku meistara­kapp­ ingini við sær í 2008. Mót­støðu­ liðið var Dinamo Tbilisi, og NSÍ vann á heimavølli 1-0 ímóti stór­ favorittunum. Eitt korter var farið, tá ið Hjalgrím Elttør skrivaði seg í NSÍ søguna sum fyrsti og higartil einasti NSÍ málskjútti í europeisku meistarakappingini. Á útivølli tapti NSÍ 3-0. Seinni sigurin var í einum tí mest undir­haldandi euroeiska dystinum, sum nakað føroyskt felag hevur spælt. Mótstøðuliðið var Linfield FC, sum vann 2-0 á heimavølli. Á heima­vølli mannaði NSÍ seg av álvara upp og vann 4-3. Klæmint A. Olsen javnaði til 1-1. Pól Jóhannus Justinus­sen legði NSÍ framum 2-1, Jens Joensen legði NSÍ framum 3-2, og Pól Jóhannus Justinussen varð tví­faldur málskjútti, tá ið hann skoraði sigursmálið til 4-3. FÓTBÓLTUR B36 og NSÍ í Europa: Bergur Midjord 5 John Petersen 3 Lukasz Cieslewicz 3 Allan Mørkøre 2 Adeshina Lawal 2 Sylla Amed Davy 2 Ingi Højsted 2 Hanus Thorleifsson 2 Kári Reynheim 1 Benjamin Heinesen 1 Patrik Johannesen 1 Fróði Benjaminsen 1 Jóhannis Joensen 1 Magni á Lakjuni 1 Hannes Agnarsson 1 Hans Pauli Samuelsen 1 Bárður Mortansson 1 Okeke Obele Onyebuchi 1 Klæmint Matras 1 Károly Potemkin 2 Pól Jóhannus Justinussen 2 Hjalgrím Elttør 1 Justinus Hansen 1 Ian Højgaard 1 Jens Joensen 1 Klæmint Olsen 1 Petur Knudsen 1 Málskjúttar í europeisku kappingunum Málskjúttar B36 í Europa 1992 - 2018 Champions League 14 2 3 9 12 30 9 Cup Winners Cup 2 0 1 1 1 2 1 UEFA Cup 14 1 2 11 11 37 5 Europa League 8 1 2 5 6 13 5 Intertoto 4 0 0 4 1 15 0 Tilsaman 42 4 8 30 31 97 20 NSÍ í Europa 2003 - 2017 Champions League 2 1 0 1 1 3 3 UEFA Cup 4 0 0 4 1 15 0 Europa League 14 1 1 12 7 35 4 Intertoto Cup 2 0 0 2 1 7 0 Tilsaman 22 2 1 19 10 60 7