hósdagur 12. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Týsdagin vóru
tveir mans, 45
og 36 ár, dømdir
ávikavist 15
og 12 mánaðir
fongsulsrevsing
fyri grovan
harðskap.
Petur Slyne
andaðist
leygardagin
Týsdagin bleiv
tann síðsti,
av teimum
12 teilendsku
dreingjunum,
sum sótu fastir
í einum helli,
bjargaður.
Mánakvøldið
hevði Matthew
Workman 300.
partin av Faroe
Islands Podcast
Tham Luang
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk búðu
í Føroyum
1. juni.
50.927
Eitt tailendskt fótbóltslið
vórðu fangaðir inni í Tham
Luang-hellinum, tá tað
byrjaði at regna ógvusliga og
regnvatnið floymdi inn í hellið.
Talan var um 12 dreingir úr 11
til 16 ár.
Teir blivu fangaðir í hellinum
23. juni, og vórðu ikki funnir
fyrr enn 30. juni. Sunnudagin
8. juli eydnaðist tað at fáa
fyrstu dreingirnar úr hellinum
og seinastu dreingirnir blivu
bjargaðir 10. juli.
Munurin á Kinabrekkuni og
Kinesiska múrinum er, at kinesiski
múrurin bleiv liðugur
8-13 m/s
Mangt umskiftist á mansins ævi.
Tróndur í Gøtu sigst hava sagt hesi orð
ini og nú Tróndardagar hava verið í Gøtu,
rennur orðafellið í huga.
Hugsi um, hvussu nógv er broytt í
mínari tíð frá eg var smádrongur í Norð
agøtu og til dagin í dag.
Tá var bygdin har við okkum sum búðu
har. Hendingaferð komu fremmandafólk
á vitjan, men tá ið tað var, visti øll bygdin
tað.
Nú er tað soleiðis bæði har og í restini
av Føroyum, at um summarið fer ongin
dagur afturum uttan at tú hevur sæð og
hoyrt fremmandafólk. Tey vitja higar í
stríðum streymum og ofta kennir ein seg
sum ein heimsborgara, heldur enn sum
føroyskan bygdadrong ella gentu.
Broytingarnar eru hendar gjøgnum alt
mítt lív, men onki er at ivast í, at Føroyar
ongantíð fyrr hava verið so stórur partur
av altjóða samfelagnum, sum vit eru í dag.
Innrásin av ferðafólki er stór, men eis
ini møguleikin hjá føroyingum at sleppa
út í heim at ferðast eru munandi broyttir.
Fyrst og fremst tí vit hava egið flogfelag og
føroyskt reiðarí, sum røkir sambandið við
umheimin, men eisini tí kapping er komin
í, so prísirnir eru munandi lækkaðir.
At til ber at ferðast millum Vágar og
Keypmannahavn fyri undir 2000 krónur
er nakað, sum vit bert droymdu um fyrr.
Nú er tað veruleiki og tað letur upp fyri
nýggjum møguleikumhjá okkum føroy
ingum.
Eitt annað, sum hevur gjørt okkum
meira til borgarar í altjóða samfelagnum
er, at vit hava havt sjónvarp í skjótt 35 ár
– bæði okkara egna og seinnu árini eisini
fylgisveinasjónvarp og internet.
Besta dømi er HM í fóltbólti. Í Føroyum
fylgja vit minst líka væl við, sum aðra
staðni. Í somu løtu, dómarin dømir frí
spark onkrum HM-dysti í Russlandi, so
vita vit tað, bæði í Søldarfirði og í Sørvági.
Eitt annað er føroyska altjóða luttøkan
í fótbólti og øðrum ítróttargreinum.
Seinastu mongu árini hava vit vant okkum
við, at fleiri útlendsk feløg hvørt einasta
ár koma higar at kappast móti føroyskum
feløgum. Og hetta hendir, tí vit luttaka í
altjóða kappingum,
Ein sera spennandi menning, sum hev
ur flutt okkum nærri Evropa og umheim
um annars. Um hetta er betri fyri okkum
ella ikki, mugu fólk sjálvi avgera.
Sleppi ikki undan at nevna HM sem
ifinaluna millum Kroatia og Onglsand
fyrr í vikuni. Mong halda við Onglandi, tí
vit kenna flestu leikararnar frá dystum í
Premier League.
Sjálvt um liðið kláraði seg betur enn so
ofta fyrr, so megnaði dýra enska liðið ikki
at basa landsliðnum hjá lítla, unga landi
num Kroatia.
Liðið hjá fýra milljónum íbúgvum
bardi seg fram til finaluna móti Fraklandi
sunnudagin.
Spennandi verður at síggja, hvør skor
ar flestu málini í heimsins størsta fót
bóltsdysti – HM finaluni - sunnudagin.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Tú kanst
keypa ræstkjøta
burgarar í
Saksun?
3-8 m/s
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s,
yvirhøvur skýggjað og regn av og á.
Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s,
og samregn. Hitin um 11 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri
og útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst
skýggjað og regn, men út á dagin
klarar í, og tað verður yvirhøvur
turt. Hitin millum 10 og 13 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av
suðri, 8 til 13 m/s, sum fyrrapartin
snarar í ein útsynning og makar
í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10
m/s. Fyrst skýggjað og regn, men
út á dagin klárar í. Um náttina
gul til stívt andøvsgul av suðri, 5
til 10 m/s. Tað verður skýggjað
og samregn. Hitin um 11 stig.
8-13 m/s
8-13 m/s
3-8 m/s