hósdagur 12. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
5
ÚR TINGINUM
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
MIÐFLOKKURIN
Vangamynd
“Fyri meg hava kristnu virðini
størstan týdningin av øllum
í politikki. Fyri hin einstaka,
familjuna og samfelagið eru
kristnu virðini besta grundarlagið
fyri góðari tilveru og tryggum
kørmum. Við kristna menniskjasýninum komu hugsjónir, sum hava bygt
vesturlendsku samfeløgini til tað, tey eru ídag. Við lógarverki, sum virðir
allar borgarar eins, hava londini í vesturheiminum ment heimsins bestu
skipanir innan skúla, heilsu, sosialøki og arbeiðsmarknað.
Eisini á vinnuliga økinum eiga vit sum kristin tjóð at vísa ábyrgd. Okkara
skylda er at røkja og virða náttúrutilfeingið burðardygt og at gagnnýta -
uttan at misnýta - náttúru og umhvørvi við størsta skynsemi og við virðing
fyri skaparverkinum.
Miðflokkurin setir í sínum politikki hesi mál fremst av øllum. Tí velji eg
Miðflokkin.”
Hjartamál
JEFFRI JOHANNESEN
Lamba
HVØNN GRUNDVØLL BYGGJA VIT Á
Føroyar hava í øldir sum samfelag bygt á kristna grund. Í øldir hava vit lært
komandi ættarlið, hvat er rætt og skeivt. Alt samfelagið frá heimi til skúla
og kirkju hevur staðið saman um sannleikan.
Felagsskapurin um felagsfatanina er við at hvørva. Nýggj rák koma á
okkum uttan úr heimi, sum vilja broyta samfelagið grundleggjandi – sum
vil byggja á aðra grund.
Miðflokkurin tekur ikki undir við nýggja rákinum. Miðflokkurin ynskir at
varðveita føroyska samfelagið á tí góðu og tryggu grund, sum vit í øldir
hava bygt á.
•
Føroyar eru millum heimsins bestu lond at búgva í.
•
Føroyar hava ein tann hægsta livialdur í heiminum.
•
Føroyar hava hægsta føðitíttleika í Europa.
•
Føroyar hava nærum minsta kriminalitet í heiminum.
•
Føroyar hava eitt tað minsta arbeiðsloysið yvirhøvur.
•
Føroyar hava útivið hægsta BNP fyri hvønn borgara.
•
Føroyar eru sera framkomnar innan skúla, heilsu, umsorgan, tøkni,
vinnu osfr.
Meðan útjaðarar í norðurlondum hava niðurgongd í fólkatalinum, økist
fólkatalið í Føroyum.
HVÍ YNSKJA NØKUR AT BROYTA FØROYAR??
7.7.18 var ein myrkur dagur fyri føroyska
marknaðarføring – tá andaðist knapp
liga ein av dugnaligastu og mest krea
tivu eldsálum innan okkara yrki alt ov
tíðliga.
Petur var ikki bert ein sera dugnaligur
grafikari, hann skilti marknaðarføring
og sølu sum fáur. Nógvar av størstu fyri
tøkunum í Føroyum hava notið gott av
ráðgeving hansara ígjøgnum tíðirnar.
Petur var eisini sera fyrikomandi, jaligur
og dámligur at arbeiða saman við.
Petur Slyne hevur verið ráðgevi hjá
nógvum av limafeløgunum í FFM, og
grafisku fingramerkini hjá honum fara
at liva víðari í langa tíð umvegis tað
framúr arbeiði, hann hevur lagt eftir
sær.
Orðatakið »maður kemur í mans
stað« verður oftani brúkt, men tað er
torført at fáa eyga á í hesum førinum,
tí Petur sat inni við ómetaliga nógvum
royndum og vitan innan marknað
arføring og um føroyska marknaðin,
og dugdi eisini at aktivera sína vitan.
Hann var dugnaligur íverkseti og dugdi
sera væl at síggja nýggjar møguleikar,
har hann kundi brúka sínar eginleikar
innan yrki.
Petur byrjaði sum lærlingur í Fiska
sølu Føroya og arbeiddi í nýggju markn
aðardeildini har, sum tá hevur verið
eitt nógv minni kent yrki enn tað er í
dag. Síðan tá hevur hann verið við til
at stovna nógvar fyritøkur ímillum
ár og dag innan lýsingar-, blað-, tón
leika- og undirhaldsvinnuna. Petur
hevur seinastu árini verið við til at
ríka føroyska tónleikapallin við væl
umtóktu festivalunum Voxbotn og
Tórsfest. Hann var eisini stovnari av
Voxpop radio. Harumframt átti hann
part í bilasøluni Wenzel og Angus
Steakhouse.
Vit hava mist ein av okkara
stinnastu
eldsálunum
innan
marknaðarføringsyrki alt ov tíðliga og
í sera virknum aldri. Petur Slyne gjørdi
eitt stórt arbeiði fyri føroyska markn
aðarføring og ríkaði Føroyar við eínum
kreativiteti. Hann hevði heilt víst nógv
meira at geva av bæði innan markn
aðarføring, sum íverkseti og sum menn
iskja, men so skuldi ikki vera – Petur
doyði á Ríkissjúkrahúsinum 7.7.2018 og
var jarðarður 11.07.2018.
Samkensla okkara er við teimum av
varðandi og við hesum orðum lýsa vit
frið yvir minni hansara.
Felagið Føroysk Marknaðarfólk
Minningarorð
um Petur Slyne