hósdagur 12. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
H
avnargentan
Laila
Midjord hevur saman
við fýra øðrum ment
tólið “DrinkSaver”, sum
skal fáa fólk at stoyta minni. Hetta
skal bæði gera festivalupplivingina
og gerandisdagin hjá fólki við
rørslutrupulleikum
lættari.
DrinkSaver
er
ein
rundur
plastlutur, sum kann leggjast niður
í koppar og drekkiíløt annars og er
sniðgivið við einum holi í miðjuni.
Hetta minkar munandi um vandan
fyri at stoyta, samstundis sum
heildarupplivingin av at drekka
drykkin er tann sama.
- Um vit hoppa og dansa, so
endar tað við, at vit ikki bara stoyta
á okkum sjálvi, men eisini á tey
fólkini, sum standa við síðuna av
okkum. Tann trupulleikan vildu vit
loysa, tí er tað, vit hava sniðgivið
DrinkSaver, sigur Laila Midjord.
Tólið ger tað, at um mann ristir
koppin ella glasið, verður vætan
førd niður í aftur koppin sum eitt
slag av blokering.
Laila Midjord og hini aftan
fyri DrinkSaver lesa á øðrum
semestri á Design og Innovation á
Det Tekniske Universitet (DTU) í
Lyngby í Danmark.
Nógv jaligt uppmerksemi
á Roskilde Festivalinum
Det Tekniske Universitet hevur
síðan 2010 samstarvað við Roskilde
Festivalin, sum gevur útvaldum
lesandi møguleika at testa sítt
produkt á festivalinum. Tað eitur
Powered by DTU students, sum í ár
var ein stórur platformur, ið hýsti
19 bólkum við 19 produktum; har í
millum DrinkSaver.
Tað var her, navnframi Tommy
Ahlers og stjórin í Carlsberg
løgdu leiðina framvið básinum
hjá DrinkSaver. Carlsberg stjórin,
Flemming Besenbacher, var sam
bært Lailu Midjord øgiliga hug
tikin, so hann gav teimum sítt
visitkort og bað tey ringja til sín, tí
hann sá møguleikar í einum kom
andi samstarvi.
- So kom Tommy Ahlers yvir og
segði, at um vit ikki høvdu søkt inn
í “Løvens Hule”, so var tað tíð uppá
at gera tað nú, tí tey fóru at gera
nýggjar sendingar. Hann sá nógv
potentiali í DrinkSaver, so tað var
gott respons, sigur Laila Midjord.
Tommy Ahlers er kendur sum
ein av dómarunum og íleggjarun
um í DR1 hitt-sendirøðini “Løvens
Hule”. Hetta er ein sendirøð, har
íverksetarar leggja sítt produkt
fram við vón um eina íløgu frá
dómarunum. Um hann ella hinir
dómararnir eru áhugaðir, so semj
ast partarnir um eitt samstarv.
- Tað er ein “once-in-a-life-time”
møguleiki, tí mann fer bara eina
ferð í Løvens Hule, so um vit fara,
so skal alt vera í ordan, greiðir Laila
Midjord frá, sum ikki væntar, tey
fara at melda seg til enn.
Umframt hesar risarnar í
danska vinnulívinum var sjón
varpsrásin TV2 Lorry eisini áhugað
í DrinkSaver. Tey vóru skjót at
spyrja um eina samrøðu við Lailu
og umboð úr bólkinum.
- Vit vóru í einum interviewi
við TV2 Lorry, har vit tosaðu við
nakrar koyristólsbrúkarar, og tey
vóru øgiliga glað fyri produktið.
Tann eini koyristólsbrúkarin segði,
at hetta var fyrsta árið nakrantíð
á festivali, har hann ikki hevur
stoytt, greiðir Laila Midjord frá.
Byrjaði sum
skúlaverkætlan
um rørslutarn
DrinkSaver bleiv til á fyrsta
semestri á skúlanum, tá bólkurin
fekk til uppgávu at menna eitt
produkt, sum skuldi vera til gagns
fyri fólk við rørslutarni á festi
valum. Hini í bólkinum eru Lars
Lohmann, Casper Nørland, Astrid
Andersen og Oscar Burbandt.
- Tað at stoyta er ikki bara ein
trupulleiki, tá mann er til konsertir
og festivalar. Tað er fyri nógv fólk
ein gerandistrupulleiki, t.d. hjá
fólki, sum hava Parkinson, sita í
koyristóli ella hjá eldri fólki, sum
hava ringt við at halda einum
koppi stillum, sigur Laila Midjord.
Undirvísarunum
dámdi
UPPFINNING HJÁ
LAILU VEKIR ANS
Tað byrjaði sum ein skúlaverkætlan hjá Lailu
Midjord og bólki hennara. Nú hava bæði
Carlsberg stjórin, Flemming Besenbacher, og
kendi íverksetin úr DR1 røðini, Løvens Hule,
Tommy Ahlers sýnt teirra vøru áhuga
Laila Midjord:
PERSÓNSSØGA: Laila Midjord