Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8 Enski Rag’n’Bone Man hevur gjørt um seg á flestu hittlistum kring heimin seinastu tvey árini. At G! hev­ur fingið eitt navn sum hann til Før­oya, er einki minni enn eitt kvett G!Festivalur VÆL UPPLAGDUR RAG’N’BONE MAN HÓAST ENSKAN ÓS PÆTUR HJALMAR EVENSSON Høvuðsnavnið á G! Festivalinum, Rag’n’Bone Man, var av fyrstan tíð sett­ur at byrja klokkan 22:00. Konsertin varð framskundað ein hálvan tíma or­sakað av semifinaluni í fótbólti mill­um Ongland og Kroatia, sum varð víst á stór­skíggja uppi yvir sandinum. Tá liðini enda í longdari leiktíð, verð­ur høvuðsnavnið enn einaferð flutt fram til upprunaligu ásettu tíð­ina. Tíverri fyri onglendingin, Rag’n’Bone Man, tapir Ongland, so HM-æv­in­týr­ið hjá Ong­landi end­ar her. Men nú er tað tíð hjá heims­ stjørn­uni at syngja fyri føroyingum. Ljósini á pallinum lýsa reytt og hvítt í sniðinum á enska flagginum. Fjøld­in larmar, tá tónar byrja at hoyr­ ast, men enn er eingin Rag’n’Bone Man. So trýnir hann á pallin, og bjarta blunkandi ljósið setur hann í bren­n­ i­dep­il­in, so at larmurin at sandinum fleir­fald­ast. Enski Rag’n’Bone Man hevur gjørt um seg á flestu hittlistum kring heimin seinastu tvey árini. At G! hev­ur fingið eitt navn sum hann til Før­oya, er einki minni enn eitt kvett. Hann er 33 ára gamal, hevur føð­i­ navnið Rory Charles Graham og er fødd­ur í Uckfield í Englandi. »I know football is not coming home...« sigur bretin vísandi til enska fót­bólts­tjóðsangin, av tí at Ongland er úti av HM. »But we still have each other, you know what I mean?!« heldur hann fram og setur gongd í triðja lagið, og fólk klappa við. Tungi mjørkin, sum liggur yvir Syrðu­gøtu, skapar eitt gátuført hug­ lag, sum onkursvegna riggar ordiliga væl. Djúpa gospelkenda røddin rung­ar í besta bluesmáta um allan Gøtu­sand, og tað merkist á fremstu á­skoð­a­r­u­num, at tey liva seg inn í hvørja takt. Men onkursvegna heldur góði stemn­ing­urin sær ikki longur enn yv­ir til mik­s­ipultin við Hvonn-teltið, sum ligg­ur einar 20 metrar frá senuni, har meg­in­parturin av áskoðarunum stend­ur og prátar. Eingin ivi um, at tey hugna sær og njóta løtuna, men tey eru ikki ordiliga til staðar til kon­ sert­ina sjálva. Kanska tað er ov tíðliga at hava høvuðsnavnið at spæla kl 22:00 fyrsta kvøldið á festivalinum. Komin miðskeiðis í konsertina tyk­ist koma meira lív í alla fjøldina. Lag­ið »Skin« byrjar at hoyrast, og nú lyft­ast hend­ur upp og sveiggja aftur og fram. Ikki bara hendurnar, men eisi­ni snild­fonirnar eru á lofti. Hann peik­ar út til fjøldina, meðan hann syng­ur, og tað sæst, at hann eisini nýt­ur løtuna. Góði stemningurin held­ur sær restina av konsertini, og tá stóra hittið »Human« kem­ur, syng­ ur all­ur Gøtusandur við. Stóra enska stjørnan sigur, at tað var ein keðiligur dagur, tí Ong­land tapti, men áskoðarnir hjá hon­um gjørdu alt gott aftur. Millum á­skoð­ ar­ar­nar eru fleiri, sum byrja at syngja »It’s Coming Home« til heiðurs fyri Rag’n’Bone Man. Eingin ivi er um, at Rag’n’Bone Man le­ver­aði til sítt fulla potentiali. Hetta var ein konsert, sum fer at standa leingi í minninum hjá á­skoð­ ar­u­n­um. Tí er spurningurin bara, um kon­sert­in hevði verið dupult so góð, um Ong­land hevði vunnið seg í HM fin­al­una, ella um hann ikki spældi so tíð­liga.