hósdagur 12. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
10
VILMUND JACOBSEN
Suni Justinussen, sum er uppvaksin í
Leirvík, er stjóri í fyritøkuni, JT elec
tric á Kambsdali, og hesa uppgávu
átók hann sær í oktober mánaði í fjør.
Aftrat sær í fyritøkuni hevur hann
dugnalig starvsfólk, sum hava góðar
førleikar og royndir, hvør á sínum øki.
Tekniska bakgrundin hjá unga
leirvíkinginum sum stjóri í hesi fyri
tøku, sum gjøgnum árini hevur lagt
nógva orku í at arbeiða við menning
av tøkni og nýbrotum - serliga við
tænastum til alivinnuna - er, at hann
bæði er útbúgvin maskinsmiðjur og
maskinmeistari.
Tøkni til vinnuna
Tað eru longu nógv ár síðan, at JT el
ectric gjørdist eitt dygdargott vøru
merki fyri síni góðu og haldbaru ali
ljós, sum felagið hevur selt víða um
heimin.
JT electric er eisini kent fyri sínar
kamera-skipanir til alivinnuna og sína
framkomnu tøkni innan fóðurskip
anir sum ger, at tey, sum arbeiða við
aling, kunnu sita við teldu og síggja,
hvussu gongur í aliringum á sjónum
ella í kørum á smoltstøðunum.
Men, áðrenn vit burturav fara at
nerta við tær tænastur, sum JT elec
tric veitir alivinnuni - ikki minst við
fóðurskipum og framkomnum fóð
urskipanum, sum felagið rættiliga er
vorðið kent fyri, kunnu vit nevna, at
fyritøkan á Kambsdali í nógv ár eisini
hevur ment eitt undirvatnskamera til
fiskiflotan.
Hetta kamera, sum verður fest
í trolið, er eisini selt reiðaríum víða
um lond.
Kameraið ger tað møguligt at
síggja, hvussu trolið gongur, hvør fisk
ur kemur í trolið, og kameraið hevur
eisini givið reiðaríum og myndugleik
um møguleikan at síggja nágreiniliga,
hvussu effektiv eitt nú ein skiljirist í
trolinum kann vera.
Fóðurskipanir
Seinnu árini hevur JT electric selt
alivinnuni fleiri fóðurskip og og
framkomnar fóðurskipanir, og í
veitingin av fóðurskipum hevur
fyritøkan samstarvað við Sand
grevstur, eins og arbeitt hevur verið
í tøttum samtarvi við alivinnuna um
menning av skipanum.
Seinasta fóðurskipið av hesum
slag varð handað Bakkafrost Farm
ing P/F í herfyri, og hetta skipið skal
brúkast í aling hjá felagnum í Suð
uroy - í aliøki A19 á Vágsfirði.
Tá hetta seinasta fóðurskipið, sum
hevur fingið navnið Selnes, kom á
Vág, skipaði Bakkafrost fyri móttøku,
har almenningurin eisini hevði høvi
at vitja umborð og síggja skipið.
Selnes er eitt 75 metra langt fóð
urskip, og Bakkafrost skal hava tvey
slík skip í hesum árinum.
Í sambandi við hesa veiting til
Bakkafrost, hevur JT electric keypt
tvey systirskip. Umbyggingarnar
av skipunum verða gjørdar á skipa
smiðju í Pólandi, og tað eru fólk hjá
JT electric, sum leiða umbyggingina.
Tøknin umborð á fóðurskipunum
verður framleidd í Føroyum og sett í
skipið á pólsku skipasmiðjuni.
Sandgrevstur tekur sær av at
sleipa fóðurskipini heim til keypar
arnar í Føroyum.
Á JT electric, har stívliga 30 fólk
starvast, arbeiða nøkur fólk burtur av
á einari menningardeild, sum arbeiðir
við at menna nýggjar skipanir og vør
ur til vinnuna í Føroyum og uttan
lands.
JT electric er eisini úti um seg á
ymiskum pallum uttanlands, og fyri
eini tíð síðan vóru umboð fyri fyri
tøkuna eitt nú á alimessu í Skotlandi.
Tað er ikki bara í Føroyum,
at stórur áhugi er fyri føroysku
fóðurskipanunum, og bæði í Noregi,
Skotlandi, Finlandi og Kanada hava
tey eyguni vend heim til Føroyar og
til tær skipanir, sum JT electric hevur
ment.
Smæast ikki burtur
Suni Justinussen, stjóri í JT electric,
dylur ikki fyri, at hann vegna síni
starvsfólk og eigarar er errin av, at
fyritøkan á Kambsdali er í fremstu
røð, tá ræður um fóðurskipanir og
veitingar av tøkni til alivinnuna.
- Tað er mín sannføring, at vit eiga
ikki at smæðast burtur, men rætta
ryggin, standa fram og kappast móti
teimum størstu í heiminum. Før
oysku alararnir eru heimsins bestu
at ala laks, og teir fáa eisini heimsins
besta prís. Tí mugu vit, sum framleiða
tøkni til heimsins bestu alivinnu,
eisini miðja eftir at vera í heimsflokki
á okkara øki.
Stjórin heldur, at vit føroyingar
onkuntíð eru ov afturhaldnir.
- Veruleikin er, at vit eiga ótrúliga
dugnalig fólk og klók høvd. Vit eru
FØROYAR SKULU B
BESTU AV Í KAPPIN
VINNA
- Tað er mín sannføring, at føroyingar eiga ikki at smæðast burtur,
men rætta ryggin, standa fram og kappast móti teimum størstu í
heiminum. Føroysku alararnir eru heimsins bestu at ala laks, og
teir fáa eisini heimsins besta prís. Tí mugu vit, sum framleiða tøkni
til heimsins bestu alivinnu, eisini miðja eftir at vera í heimsflokki á
okkara øki, sigur stjórin í JT electric, Suni Justinussen