Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 11 BJÓÐA HEIMSINS NGINI UM TØKNI upp­vaksin við sjógvin, og vit síggja ali­brúk kring um okkum. Tað er ikki so sjáldan, at vit fáa vitjanir av út­ lendsk­um alarum og keyparum, og hesi ger­ast líka ovfarin hvørja ferð, tá tey síggja, hvussu tætt vit liva upp at nátt­úruni. Stjórin heldur, at føroyingar sakt­ ans kunnu stíla nógv hægri í fleiri økjum, enn vit gera í dag. - Vit eiga í nógv størri mun enn í dag at vísa okkum á fleiri heims­ pallum, tí eg ivist onga løtu í, at vit duga nógv ting betri enn onnur. Á fleiri økjum eru vit í fremstu røð, og ikki minst innan KT til vinnuna eiga vit nógv dugnalig fólk, sum saktans kundu hugsa størri, enn vit gera í dag, sigur hann. Haldførar skipanir Suni Justinussen vísir á, at kam­era­ skip­anin hjá JT electric til alivinnuna gev­ur alarum møguleikan bæði at síggja, hvat gongur fyri seg undir vatni og oman á vatninum. - Okkara skipanir til alivinnna eru hald­førar, tí tær eru mentar og bygdar til før­oysku veðurlagsviðurskiftini, og so­leiðis er bæði við ljósskipanini, kam­er­a­skipanini og framkomnu fóð­ ur­skipanini. Vit siga við útlendskar ­keypa­rar, sum vitja okkum, at tá skip­ aninar halda til føroyska veðurlagið - ja, so kunnu tær brúkast allastaðni í heim­i­num. Í fleiri førum liggja ali­ ring­ar í Føroyum móti havaldu, og hetta setir stór krøv til útbúnaðin. Stjórin vísir á, at tá tey á JT electric greiða útlendskum keyparum frá harð­balna føroyska veðurlagnum, so­ l­eiðis sum vit á vetrardegi so mangan upp­liva veðrið, nikka keyparar og halda, at tá útgerðin heldur í Før­ oyum, er neyvan ivi um, at hon eisini hel­d­ur til teirra veðurlag. - Okkara søluargument við stóru fóð­ur­skipunum er, at hetta eru trygg ar­beiðs­pláss, stórur kapasitetur og sjálv­virkandi fóðring. Hann vísir eisini á, at slíkar fóð­ur­ skip­anir seta stór krøv til JT electric sum veitara. - Krøvini til fóðring eru ógvuliga stór, og hetta eru skipanir, sum bara skulu rigga. Tað merkir, at vit bæði skulu levera dygdarskipanir, og at vit ann­ars eru til reiðar at veita okk­ ara tænastur til alivinnuna all­an sólarringin. Partur av slíkum skip­ an­um fevna sjálvsagt eisini um frá­ boð­an­ar­skipanir. Undirveitarar mennast Tað eru ikki bara útlendskir keyparar, sum eru ovfarnir av, hvussu góðar og fram­komnar skipanir føroyska ali­ vinn­an hevur. - Føroyska alivinnan hevur eisini stór­an áhuga í at síggja dugnaligar før­oyskar undirveitarar og mennarar til ali­vinnuna, og vinnuni dámar sjálv­sagt eisini væl, at framleiðarar flyta seg og gera loysnirnar so góð­ ar sum yvirhøvur gjørligt. Men, ali­ vinnan krevur, sum sjálvsagt er, at undirveitarar arbeiða við dygd og góðari tænastu, sigur Suni Just­in­us­ sen, stjóri í JT electric. - Vit eiga í nógv størri mun at vísa okkum á fleiri heimspallum, tí eg ivist onga løtu í, at vit duga nógv ting betri enn onnur, sigur stjórin í JT electric, Suni Justinussen