Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 12 MILDRIÐ JACOBSEN V it hildu, at vit vóru liðug við Grønland. Men tað skuldi lítið til, tá eg fekk í boði at koma aftur til Grønlands at arbeiða. Um einum dámar landið, so ger tað okkurt við ein, sigur Hjørdis Viberg, sum fyri seks árum síðani flutti aftur til Grønlands saman við manninum Hans Óla Viberg og báðum synunum. Hon og maðurin høvdu framman­undan búð í fimm ár í Uper­na­vik og Ilulissat, men høvdu verið aftur í Føroyum í átta ár, tá Hjør­dis fekk tilboð um at gerast post­húsleiðari á frímerkjadeildini hjá Post Greenland í fjarskotna, eysturgrønlendska býnum Tasiilaq, sum æt Ammassalik, til hann fekk nýggja navnið í 1992. – Vit aftraðu okkum eitt sindur at fara avstað aftur, tí hesa ferð høvdu vit tveir synir, sum vóru seks og níggju ára gamlir, og vit høvdu tí onnur atlit at taka. Vit vistu, at skúlaøkið í Grønlandi er ein avbjóðing, og Eysturgrønland er eisini heilt øðrvísi enn Vestur­ grøn­land, har vit høvdu búð áður, greiðir Hjørdis frá. Eitt nú er stórur munur á málinum, og vestur­grøn­ lendingar skilja ikki málið, sum eystur­grønlendingar tosa. – Men vit avgjørdu at fara av­ stað kortini, og hóast byrjanin var hørð hjá synunum, so kom tað ongan­tíð har til, at vit hava um­ hugsað at farið heimaftur. – Vit skuldu bara búgva her í trý ár. Men vit hava verið her í seks ár, og nú taka vit í øllum førum trý ár aftur­at, sigur Hjørdis Viberg, sum øll árini hevur verið sera virkin í sjálvbodnum sosialum arbeiði í Tasiilaq, og sum 1. september tekur við nýggjum starvi sum kommunu­stjóri í Eysturgrønlandi. Tá fær hon ábyrgdina av 500 kom­ mun­alum starvsfólkum, sum ar­ beiða í Tasiilaq og fimm eystur­ grøn­lendskum bygdum. Hon greiðir frá, at tað, sum henni dámar allarbest við Eystur­ grønlandi, er, at har verður ongin ONGIN FJALD DAGSSKRÁ – Her er tað avgerandi, hvør tú ert sum menniskja. Húsini, bilurin ella klæðini, tú gongur í, hava ongan týdning. Alt verður sagt beinleiðis, og tingini eru, sum tey síggja út til at vera. Tað er tað, sum mær dámar allarbest í Eysturgrønlandi, sigur 54 ára gamla Hjørdis Viberg, sum stórtrívist í lítla, avbyrgda býnum Tasiilaq, har hon hevur búð saman við familjuni seinastu seks árini. Hon er sera virkin í sosiala arbeiðnum í býnum, har stórir trupulleikar eru av rúsdrekkamistnýtslu, arbeiðsloysi og sjálvmorðum, og í næstum tekur hon við nýggjum starvi sum kommunustjóri í Eysturgrønlandi 2000 fólk búgva í eysturgrønlendska býnum Tasiilaq PERSÓNSSØGA: Hjørdis Viberg