hósdagur 12. juli 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
13
máldur og vigaður eftir húsunum,
bilinum ella klæðunum, sum tey
ganga í.
– Her hevur útsjóndin ongan
týdning. Tú verður máldur eftir,
hvat tú inniheldur, og hvør tú ert
innaní. Og verður tú til dømis boðin
í eitt brúdleyp, so er ikki neyðugt at
hugsa um, hvat tú skalt fara í. Tað
er líkamikið. Tað einasta, sum telur,
er, at tú kemur í brúdleypið, sigur
Hjørdis, sum leggur áherðslu á, at
hóast Eysturgrønland er hart rakt,
tá talan er um rúsdrekkamisnýtslu,
arbeiðsloysi og sjálvmorð, so er
opinleikin, blídni og beinasemi
millum eysturgrønlendingar nakað
heilt serligt.
– Eysturgrønlendingar eru
ótrúliga opnir og fevnandi. Teir
eru forvitnir og hjartagóðir, teir
koma við fiski og vilja einki hava
afturfyri, og teir geva, sjálvt um
teir ikki hava nakað sjálvir. Her er
veruliga ongin fjald dagsskrá, sigur
Hjørdis Viberg, sum eisini vísir á,
at í Tasiilaq tuska fólk heldur ikki
avstað til okkurt alla tíðina, og
at familjurnar hava stundir til at
hugsa sær saman á ein heilt annan
hátt enn aðrastaðni.
Úr serligum tilfari
Hjørdis ásannar, at tað er neyðugt
at vera gjørdur úr heilt serligum
tilfari, um ein skal trívast í einum
so fjarskotnum og avbyrgdum býi
sum Tasiilaq, har tað búgva umleið
2000 fólk, og har samfelagið er so
ómetaliga nógv øðrvísi.
– Hetta er eitt øgiliga serligt
stað. Sivilisatiónin er nógv yngri
her enn í Vesturgrønlandi, og her
sæst veiðimannamentanin fram
vegis týðiliga. Og so eru vit so
ómetaliga langt burtur frá øllum.
Tað tekur tveir tímar at flúgva til
Nuuk, og her plaga vit at siga, at
okkara nærmasti býur er Reykja
vík, greiðir Hjørdis frá.
Fyri at trívast í einum so av
byrgdum býi, har tey til dømis
hvørki hava biograf ella svimjihøll,
og har fyrsta kaffistovan júst er
latin upp, er alneyðugt at fáa sær
onnur áhugamál, sigur Hjørdis og
leggur afturat, at hjá teimum hevur
framúrskarandi vakra náttúran
nógv størri týdning enn eitt nú
ein biografur.
Tey hava bæði hundasletu,
kavaskutara og bát, sum tey hava
stóra gleði av. Synunum dámar væl
hundasletur, skíð og kavaskutara,
sigur Hjørdis og greiðir frá, at í fjør
vann yngri sonurin hjá teimum
hundasletukappkoyringina hjá
børnum. Tað er fyrstu ferð, at eitt
barn, sum kemur uttaneftir, hevur
vunnið kappingina við hunda
sletum í Tasiilaq.
Lært at vísa tollyndi
– Okkara børn funnu skjótt útav,
at tað er ikki ein sjálvfylgja, at øll
børn hava eina mammu og ein
pápa, at tey fáa mat og hava eitt
stað at sova. Tað er heldur ikki vesi
ella vatn í øllum húsum, og syninir
hjá okkum sóu tí skjótt, hvussu
gott teir høvdu tað.
– Teir lærdu beinanvegin at
hava umsorgan fyri øðrum og
at verða tollyntir. Tað er ein lær
dómur, sum tú ikki kanst lesa tær
til, og sum er ómetaliga góður at
hava við sær víðari í lívinum.
– Tað er alt ov lítil toleransa
í heiminum, har hugburðurin
nógvastaðni er, at so leingi, sum
eg havi tað gott, so leggi eg einki
í onnur, sigur Hjørdis, sum sjálv
hevur lagt stóra orku í sjálvboðið
sosialt arbeiði í eysturgrønlendska
býnum, har sjálvmorð er orsøkin
til ein fjórðing av andlátunum á
hvørjum ári.
Tað ringasta er
sjálvmorðini
Hagtølini vísa, at sjálvmorðstítt
leikin er dupult so stórur í Eystur
grønlandi sum aðrastaðni í landi
num, har hann samanborið við
onnur lond eisini er stórur.
Eftir tvey sjálvmorð og eitt
morð í Tasiilaq innan eina viku í
januar í fjør, var Hjørdis við til at
stovna Reyða Kross í býnum.
– Vit royna at taka okkum av
teimum ungu og vitja tey eldru,
sum ikki altíð hava tað so gott
her í býnum. Eg eri eisini við í
Red Barnet, sum hevur deild her,
sigur Hjørdis, sum umframt at
vera skúlastýrisformaður eisini
er limur í krepputilbúgvingini,
sum verður kallað saman, tá sjálv
morð, vanlukkur ella morð henda
í býnum. Sjálvmorðini eru nógv,
men tíbetur eru morðini ikki nógv
í tali, sigur hon.
– Sjálvmorðini eru tey ringastu
at fyrihalda seg til. Tað kann
vera øgiliga deprimerandi, og tað
krevur, at ein sjálvur er væl fyri
sálarliga. Vit hava jú verið her so
leingi, at vit kenna sum oftast
viðkomandi ella familjuna, sigur
Hjørdis, sum leggur stóra áherðslu
á at greiða sínum egnu synum frá,
at sjálvmorð er ongin loysn.
– Sjálvmorð er so útbreitt her,
og sum mamma kann eg onkuntíð
stúra fyri, at okkara synir læra,
at soleiðis loysir ein trupulleikar.
Tí geri eg nógv burtur úr at læra
teir, at einki er so ringt, at ein ikki
kann tosa um tað, sigur Hjørdis,
sum greiðir frá, orsøkirnar til tey
nógvu sjálvmorðini eru nógvar og
samansettar.
Hon heldur, at ein orsøk er,
at tað eru so nógv ung, sum ikki
hava fingið ta barlastina, sum tey
Hjørdis Viberg tekur í næstum við sum kommunustjóri í Eysturgrønlandi