Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 14 skuldu havt fingið í barndóminum. Hon vísir eisini á, at í Grønlandi kunnu tey ofta vera øgiliga bráð og reagera beinanvegin uttan at hugsa um avleiðingarnar. Og ofta er rúsdrekka eisini uppií, sigur hon. – At tey eru so bráð, eru rúsað og ikki taka avleiðingarnar við í rokni­ stykkið er eitt vandamikið bland, og tí er sjálvmorð eisini so ringt at fyribyrgja. Fosturson og umlættingarfamilja Hjørdis og maðurin Hans Óli, sum er maskinførari og arbeiðir hjá einum entreprenøri í Tasiilaq, høvdu ikki verið í Eysturgrønlandi í meira enn eitt ár, tá tey tóku ein fosturson til sín. Hann hevur búð hjá teimum líka síðani, og er 16 ár í dag. Harumframt virka tey sum um­lættingarfamilja, har tríggir dreingir búgva heima hjá teimum annaðhvørt vikuskifti. Teir báðir yngstu eru beiggjar og eru sjey og fimm ára gamlir. Teir kalla Hjørdis og Hans Óla fyri ommu og abba. Hin drongurin verður 17 ár í næsta mánaði. – Hetta eru børn, hvørs familjur sjálvar hava vent sær til kommununa og biðið um hjálp og hava beinleiðis biðið um, at børnini kundu koma til okkum at vera. So sambandið er gott millum familjurnar, sigur Hjørdis, sum leggur afturat, at tað er heilt øðr­vísi enn í teimum førum, har kommunan sjálv hevur lagt upp í av sínum eintingum. – Okkara vón er, at vit kunnu geva teimum eitt amboð til teirra amboðs­kassa at brúka í framtíðini, so teir vita, at tað ber til til at velja eitt annað lív enn tað, sum teir síggja í gerandisdegnum. Tað er tann vónin vit hava, sigur Hjør­dis Viberg og leggur afturat, at um­ framt hesi børnini, sum eru fast hjá teimum, so hava syninir ofta onnur børn heim við, sum gista eina nátt ella tvær, tí tey kunnu ikki fara til hús tað kvøldið. – Okkara hús eru væl vitjað. Tað er sjáldan, at tað er eitt tøkt sovi­ pláss heima hjá okkum, sigur Hjør­ dis, sum tað fellur púra natúrligt at hjálpa, og sum ikki klárar at lata vera við at blanda seg uppí, tá onkur hevur brúk fyri hjálp. Fólk heldur enn frímerki Hjørdis Viberg er spent at at taka við nýggja starvinum sum leiðari hjá øllum kommunalum starvs­ fólkum í Eysturgrønlandi. – Nú verður vøran á hillunum hjá mær skift frá frímerkjum, brøvum og pakkum til fólk. Tað er nakað heilt annað og ikki tað, sum eg hevði ímyndað mær, sigur Hjør­dis. Hon varð biðin um at søkja starv­ið, og eftir at hava hugsað seg væl um og tosað við familjuna, kom hon til ta niðurstøðu, at talan er um eitt spennandi starv, og at hennara fremsta dygd er at arbeiða við fólki og rakstri. Talan er um eitt nýtt starv, har uppgávan hjá kommunustjóranum verður at seta mál fyri starvsfólkini tvørtur um fakøkini, og har strembað verður eftir at arbeiða í felag fyri at røkka ásettu málunum. Tasiilaq hevði borgarstjóra til 2009, tá kommunusamanlegging hevði við sær, at býurin misti nær­ leiðsluna, og alt varð sentraliserað í Nuuk. Tað hevur ikki riggað væl, greiðir Hjørdis frá og sigur, at embætis­fólkini í Nuuk kunnu ikki seta saman reglur og seta tær í gildi í Eysturgrønlandi uttan tillagingar. – Hetta hava tey nú ásannað í Nuuk, og tí er hetta starvið skipað, har eitt slag av kommunustjóra hevur ábyrgdina av øllum kom­ mu­nal­um starvsfólkum í Eystur­ grøn­landi. Við starvinum fylgir heimild til at meta um, hvørjar avgerðir kunnu verða tiknar her, og nær tørvur er á at brúka fakkunnleikan, sum er í Nuuk. – Mín visión er, at vit í felag fáa býin at virka sum eina eind, og at ognarskapurin er her. Skal hetta blíva eitt enn betri stað at búgva, so skal ognarskapurin vera her. Eisini innan tað sosiala økið. Vit skulu ikki kunna siga, at tað eru tey í Nuuk, sum hava ábyrgdina. Vit skulu sjálv taka hond um trupul­leikarnar, sigur Hjørdis Vi­ berg, sum verður leiðari hjá 500 kommunalum starvsfólkum. Nógv tann størsti parturin er fólk, sum eru úr nærøkinum. Vakstrasta og daprasta Nú Hjørdis tekur við nýggja starvi­ num í Tasiilaq er greitt, at tey verða verandi í Eysturgrønlandi í minsta lagi í trý ár afturat. – Grønland er antin ella. Annað­ hvørt dámar tær landið beinan­ vegin, ella vilt tú sleppa avstað aftur beinanvegin. Eg eri ein av teim­um, sum er blivin verandi, sigur Hjørdis, sum er bergtikin av náttúru­ni í Eysturgrønlandi. Hon sigur, at samstundis sum Tasiilaq er tað vakrasta staðið í Grønlandi, so er tað eisini tað daprasta. – Hetta staðið er heilt ser­ stakt. Her í vakrasta økinum í landi­num hava vit samstundis ta myrk­astu síðuna av grønlendska sam­felagnum, sigur Hjørdis, sum kortini stórtrívist saman við manni og synum í fjarskotna býnum á eysturgrønlendsku strondini. Í summar fer elsti sonurin hjá teim­um á eftirskúla í Danmark saman við fostursoninum, sum hevur búð hjá Hjørdis og Hans Óla seinastu fimm árini. Eisini drong­ urin, sum hevur verið hjá teimum annaðhvørt vikuskifti í fleiri ár, byrjar á eftirskúla í Danmark í summar. Tá farið verður aftur til Grøn­ lands verða tey tí bara trý í húsi, um­framt grønlendsku brøðurnar, sum eru hjá teimum annaðhvørt viku­skifti. Elstu dreingirnir hava kortini sagt við Hjørdis, at hon skal ikki stúra fyri, at tað fer at verða tóm­ ligt í húsunum. Teir siga seg rokna við, at yngri sonurin Kristian nokk skal síggja til, at ongin song stendur tóm. – Hann hevur javnan vinfólk heim við, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu fara heim. Og vit lata hurðarnar upp fyri teimum, sum hava brúk fyri hjálp, sigur Hjørdis Viberg, sum í nýggja starvi­ num fer at royna at gera sítt til, at Tasiilaq verður eitt upp aftur betri stað at búgva í framtíðini. MILDRID@SOSIALURIN.FO Sletuhundarnir hjá Viberg familjuni Tyrlan er einasta ferðasambandið, sum íbúgvarnir í Tasiilaq hava til umheimin, frá november til juni mánað – Sjálvmorð er so útbreitt her, og sum mamma kann eg onkuntíð stúra fyri, at okkara synir læra, at so­leiðis loysir ein trupulleikar. Tí geri eg nógv burtur úr at læra teir, at einki er so ringt, at ein ikki kann tosa um tað.