Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 24 Europa League: ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR A nnan dystin upp í slag í Evropa, hevur KÍ latið mál inn í seinastu minuttunum. Móti Birkirkara í undan umfarinum í undanspælinum kostaði málið ikki dýrt, tí KÍ kom víðari. Málið í yvir­ tíð­ini mikukvøldið kann blíva dýrt. – Vit leggja ikki kongin, men tað verð­ur torført. Nú skulu vit til Lit­ ava at skjóta tvey mál, sigur venj­ arin hjá KÍ, Mikkjal Thomas­sen. Vanliga leiktíðin er farin, tá Zalgiris úr Villinus í Litava, fær horna­spark. KÍ hevur annað um­farið á rað vunnið aftur eina leiðslu hjá mótstøðuliðum, eftir at Zalgiris legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Við brotssparkið hevur Jóannes Bjartalíð fingið javnvág á máltalvuna, tá bólturin kemur innfyri. Stóri og sterki miðverjin, Mam­adou Mbodj, er hægstur og stútar bóltin í málið. Stór gleði er millum teir heilt fáu litavisku áskoðararnar, meðan tøgn er í rest­ ini av Gundadali. Zalgiris vinnur 2-1 á KÍ í fyrra dystinum í 1. umfari í und­an­kapp­ ing­ini til Europa League. Rokið um Gundadal og Tórsvøll Upptaktin til dystin byrjar longu mánadagin, tá hópurin hjá Zalgiris ikki kemur vegin fram, tí SAS velur at avlýsa vegna mjørka. Dysturin, sum upprunaliga skuldi spælast týskvøldið, verður fluttur til mikudagin. Tað bleiv tó nakað trongt í Gundadali, tí B36 skuldi dagin eftir spæla sín Europa League dyst. Reglugerðin sigur, at gestirnir hava rætt at venja á vøllinum eitt samdøgur undan dystinum. Tí rann dysturin saman við venjingini og UEFA umboðsmaðurin helt fyri, at spælast skuldi á Tórsvølli. Hetta bleiv tó loyst, soleiðis at KÍ kann spæla sín dyst á Ovara vølli í Gundadali, sum er vøllurin, ið Mikkjal Thomassen hevur valt, sum heimavøll. Fleiri ivamál Undan dystinum vóru fleiri spælara hjá KÍ ivasamir. Marko Dusak er givin, meðan bíðað verður eftir arbeiðis og upphaldsloyvinum hjá 32 ára gamla kroatiska verjuspælaranum, Predrag Pocuca. Deni Pavlovic, Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð blivu allir klárir. Mikkjal Thomassen valdi teir somu ellivu, sum byrjaðu móti Birkirkara. Forarbeiðið var gjørt og tað sást á spælinum hjá KÍ. – Vit hava brúkt hvønn minutt síð­ani farna dyst, at greina liðið hjá teim­um. So vit vóru fyrireikaðir, sig­ur Mikkjal Thomassen. Fyrstu minuttirnar tóktist Zalgiris at hava nógv at bjóða upp á, men sum minuttirnir gingu, fekk KÍ tamarhald á spælinum hjá gest­ u­num, sum ikki komu til nógvar møgu­leikar. Júst sum KÍ tóktist hava lisið allar renningarnar hjá Zalgiris, so endaði tað við hornasparki til gest­ ir­n­ar. – Onkuntíð er time’ingin bara per­fekt. Hornasparkið liggur væl og hann rakar mannin á hægsta punktinum, sigur Mikkjal Thom­ as­sen. Kristian Joensen, málverji hjá KÍ, fær hondina á, men bólturin endar í málinum. KÍ svarar aftur Seinni hálvleikur er bara fimm minuttir gamal, tá Deni Pavlovic verður skiftur út fyri Jóannes Bjartalíð. Hørður Askham flutti aftur í miðverjuna, meðan Semir Hadzibulic fór aftur á miðvøllin, meðan Jóannes Bjartalíð kom inn á framrættaða miðvøllin. – Deni Pavlovic hevur ver­ið yvirbelastaður í lýskini í sein­ast­ uni. Vit vildu ongan kjans taka við honum, sigur Mikkjal Thomassen. Innskifti Jóannes Bjartalíð fær ein høvðuleiklut, tá dómarin bríkslar fyri brotssparki, tí ein verjusplari hjá Zalgiris brúkar hondina. – Eg og Páll Klettskarð tosaðu um hvør skuldi skjóta. Eg sigi ikki nei og avgjørdi áðrenn at skjóta til vinstru. Málmaðurin fór rættan veg, men eg visti at eg fór at skora, sigur Jóannes Bjartalíð. ”Um fimm ár” Millum bestu spælararnar hjá KÍ er Ronnie Møller-Iversen. Hann sleppur eisini til eitt dundur av einum skoti eftir hornaspark, men skotið fer framvið. Síðani verður KÍ trýst aftur í egnan brotsteig, men tað er lítið, ið bendir á, at Zalgiris skal toga sigurin heim. Men eftir hornaspark er Mamadou Mbodj hægstur og stútar bóltin í málið. – Tað er Ólavur Niclasen, sum dekkar. Hann er ein ungur spæl­ ari, sum ger sítt besta. Um fimm ár klárar ongin at vinna ein tví­ dyst móti honum, sigur Mikkjal Thom­as­sen. ”Vit leggja ikki kongin” Hvørki Jóannes Bjartalíð ella Mikkj­al Thom­a­ssen ætla at leggja kongin, hóast KÍ nú s k a l skjóta tvey mál í Litava. – Eg standi eftir við eini tómari kenslu, tí vit halda teimum frá tí mesta. Nú mugu vit bara fara til Litava og vinna, sigur málskjúttin. Venjarin hjá KÍ er eisini vónbrotin eftir dystin, men hann ætlar als ikki at leggja kongin í hesi uppgerðini. -Eg eri heilt øgiliga vónbrotin. Vit gera ein góðan innsats móti einum sterkum liði, sum vit fáa at síggja út sum eitt miðal lið tað mesta av dystunum. Tað stendur eftir, at teir skora upp á tvey hornaspørk og tað svíður, sigur Mikkjal Thomassen, og leggur afturat: – Tað verður torført, men vit leggja ikki kongin bara tí tað er eitt sindur torført. Nú fáa vit eitt upplivilsi í Litava, sigur Mikkjal Thomassen at enda. KÍ byrjar ferðina mánadagin og hevur tveir heilar dagar í Villinus undan dystinum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... JÓANNES INN OG JÓANNES ÚT Jóannes Bjartalíð bleiv bæði skiftur inn, og skiftur út í dystinum. Hann kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki, men mátti melda pass fáar minuttir fyri tíð, tí ein skaði ger um seg. – Tað er tað sama í fótinum, men tað vísur seg, at tá eg blívi klárur so fer okkurt annað, sigur Jóannes Bjartalíð, sum skoraði málið hjá KÍ. KÍ FALL UPP Á HORNA­ KÍ livir enn í Europa League, men tvey mál upp á horna­ spørk kostaðu norðingum dýrt, hóast teir spældu ein góðan dyst móti Zalgiris. – Vit leggja ikki kongin, men tað verður torført, sigur Mikkjal Thomassen