Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 23 NÚ KANN LAVA SPÆLA Ein av týdningarmiklastu spælarunum í søguni hjá Víkingi í Evropa, er Andreas Lava Olsen. Hann er mangan keldan til málini og vandamiklu støðurnar, tá Víkingur hevur gjørt um seg í Evropa. Hann hevði leikbann týskvøldið, men kann spæla returdystin í Finnlandi. Hann hevur mangan verið spælarin, sum við sínum kropsligu styrki hevur verið munurin, tá Víkingur hevur fingið mál, sigur Sigfríður S. Clementsen. Champions League VÍKINGUR 0 1 HJK 2 2 Svangaskarð, Toftir, týskvøldið 10. juli 2018 klokkan 19.00 7 5 6 6 6 7 6 7 7 5 7 8 6 ELIAS RASMUSSEN HANUS JACOBSEN ADRIAN CASCAVAL ATLI GREGERSEN ELIAS LERVIG GUNNAR VATNHAMAR HEÐIN HANSEN SØLVI VATNHAMAR ADESHINA LAWAL PHILIP DJORDJEVIC HANS JØRGEN DJURHUUS Dennis Moreno (Hans J. Djurhuus, 59.min) Karl Løkin (Heðin Hansen, 74.min) Hans Jákup Lervig (Gunnar Vatnhamar, 89.min) Dómari: Robert Hennessy Sum bretskur dómari, so valdi hann at lata spælið koyra, men sum vanligt er, so fellur lítið til okkara mun. Kundi havt givið reytt kort, tá Adeshina Lawal bleiv feldur. 6 Víkingur-HJK Helsinki 1-2 (0-2) Svangaskarð, Toftir, týskvøldið 10. juli 2018 klokkan 19.00 0-1: Sebastian Dahlström, 9. 0-2: Atli Gregersen, 29. (sjálvmál) 1-2: Gunnar Vatnhamar, 51. Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus (Dennis Moreno, 59.) – Heðin Hansen (Karl Løkin, 74.), Gunnar Vatnhamar (Hans Jákup Lervig, 89.), Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, Adrian Cascaval, Filip Djordjevic Venjari: Sigfríður Skaale Clementsen HJK Helsinki: Maksim Rudakov – Roni Peiponen (Valtteri Vesiaho, 45.), Faith Obilor, Hannu Patronen, Rafiñha – Anthony Annan, Sebastian Dahlström – Riku Riski (Eetu Vertainen, 80.), Mosa Yaghoubi, Evans Mensah – João Klauss De Mello Gult kort: Hannu Patronen, Mosa Yaghoubi Venjari: Mika Lehkosuo Dómari: Robert Hennessy, Írland Hjálpardómarar: Allen Lynch & Dermot Broughton, Írland Fjórði dómari: Robert Rogers, Írland UEFA-eygleikari: Jon Skjervold, Norra Hóast 2-1 tap á Svangaskarði ímóti finska meistaraliðnum HJK Helsinki, so fer Víkingur ikki til Finnlands um eina viku fyri at avmarka tapið og harvið at seta punktum í europeisku meistarakappingini. - Tað var harmuligt, at vit taptu, men avrikið í seinna hálv­leiki var so mikið gott, at tað eigur at bera møguleikar við sær. Vit eiga at megna at halda tætt í verjuni, og so er av­bjóð­ ing­in, at vit skora mál, sigur Vík­inga vet­e­ra­nu­rin Sølvi Vatn­hamar. Víkinga ven­j­ ar­in, Sig­fríð­ur Clem­ent­sen, sig­ur seg ikki vera mis­nøgd­ an við av­rikið, men hann harm­ast um tap­ið: - Teir skoraðu tvey mál, men høvdu bara ein mál­ møg­u­leika í fyrra hálv­leiki. Í steðg­i­num tosaðu vit um tingini, og tað varð betri í seinna hálvleiki, tí spælararnir fluttu seg eitt sind­ur longri fram. Eg eri samd­ur í, at vit framvegis hava møg­u­leika at vinna okkum víðari í kapp­ingini, men talan er um stóra av­bjóðing, tí vit skulu skora tvey mál, meðan teir einki mál skulu skora. Vit fara ikki at leypa fyri­litarleyst á. Tað ræð­ ur um at skora eitt mál og so at taka tað har­frá, sigur Vík­inga venj­arin Sig­ fríður Clem­ent­sen, og hann held­ur fram: - Vit kunnu fegn­ ast um, at vit nú eru fleiri, tí Karl Løkin var í kvøld við fyri f y r s t u ferð, og Andreas Lava Olsen verður eisini tøkur. joannes@ sosialurin.fo Venjari: Sigfríður Clementsen 7 Sølvi: Vit leggja ikki kongin