Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 22 Champions League: ÍTRÓTTUR HILMAR JAN HANSEN – Eg vónaði, at tað endaði við máli, men eg skal ikki lúgva, tí fyrst og fremst hugsaði eg um at fáa handa bóltin í aftara økið, har vit altíð hava onkran, ið kann seta hann inn. Tað segði erligi málskjúttin hjá Víkingi á Svangaskarði týskvøldið, Gunnar Vatnhamar, um málið hjá heimaliðnum, ið kom góðar fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Málið kom, eftir at Sølvi Vatn­ hamar sendi ein frísparksbólt inn í HJK-brotsteigin, har Gunnar kom rennandi nakað úti í høgru síðu og í renningini setti høgra fót undir ból­tin, so hann í einum bleytum boga fór høgt upp um appelsingulu mál­manshandskarnar hjá Maksim Ruda­kov og dalaði pent niður í aftara málkrók. Eitt vakurt mál – óansæð, um tað var ætlað at vera akkurát so­ leið­is ella eitt sindur øðrvísi. Skjóta málið í seinna hálvleiki var annars ein staðfesting av, at Vík­ingur hevði tikið væl saman um støðuna í hálvleikssteðginum, tí veruleikin var, at teir ljósabláu úr Gøtu og Leirvík vóru ikki til at kenna aftur frá fyrra hálvleiki. Ov stór virðing Onkursvegna tóktist tað, sum var virðing heldur stór fyri finska mótstøðuliðnum, ið sjálvandi heldur ikki er hvør sum helst. HJK Helsinki hevur verið finskur meistari sjey av teimum síðstu tíggju árunum og er væl á veg í ár, nú liðið eftir 19 umfør er sjey stig framman fyri nummar tvey í Veikkausliiga, sum besta finska deildin eitur. Somuleiði er HJK tað av finsku liðunum, ið søguliga hevur staðið seg nógv best í europeisku kappingunum. Í fyrra hálvleiki høvdu finsku spælararnir bóltin nógv og dámdu eisini øgiliga væl at spæla nógv sínamillum, uttan at so nógvar hóttanir akkurát spurdust burturúr – men tó tvey mál. Í einum tveimum ella trimum førum eydnaðist Víkingi hinvegin at spæla seg fram ígjøgnum vinstru síðu, men ikki eydnaðist at koma í avgerandi støður. Fyrra málið fekk finska liðið longu í níggjunda minutti, tá João Klauss De Mello ein metur inni í brotsteiginum fekk lagt útfrá til Sebastian Dahlström, ið við einum sera góðum skoti sendi bóltin akkurát inn um stongina. Og so bleiv 2-0 eftir lítlan hálvan tíma, tá Riku Riski næstan frá baklinjuni sendi innfyri úr høgru síðu, har Atli Gregersen við aftaru stong royndi at sleppa fram um mótspælaran, men var so óheppin at beina bóltin í egið mál. Tordi ikki at geva reytt Tað tóktist, sum hevði Sigfríður Skaale Clementsen í hálvleikinum sera greitt fortalt sínum spælarum, hvussu hann nú hevði lisið finska liðið fyrstu trý korterini. Í øllum førum vendi innsatsurin hjá heimaliðnum nú nógv meira frameftir, og út frá seinna hálvleiki var tað í grundini spell, at Víkingur ikki fekk meira burturúr enn bara hatta eina málið. Longu beinanvegin hóttu teir ljósabláu, og rundan um málið vóru nakrir málmøguleikar. Ta einu ferðina slapp Adeshina Lawal púra leysur ígjøgnum, men tíverri ikki fekk tað skotið á bóltin, hann kundi hugsað sær, og so endaði eitt gott álop við, at Heðin Hansen smekkaði til, men beint á málmannin. Sjónskasti spælarin hjá Víkingi var Filip Djordjevic, ið streiddi um seg við góðum sendingum, umframt at hann dugdi so sera væl at halda upp á bóltin, so offensivurin hjá Víkingi kundi koma fram við. Tá so seks minuttir vóru eftir, var t a ð e i s i n i júst Filip, ið við sera góðari sending fekk sent Lawal avstað, men Hannu Patronen fekk fyrst tikið beinini undan Lawal og síðani skavað bóltin til sín við arminum – tó uttan at fáa eitt fullkomiliga upplagt reytt kort! Lukkutíð fyri finska liðið, ið harvið slapp við skinninum á nøsini, tí írski dómarin ikki hevði dirvi ella evni til at døma upplagda dómin, ið skuldi noytt HJK Helsinki at umskipað verjupartin til seinna dystin. Og kanska kundi Víkingur so síðstu minuttirnar fingið gjørt ein vørr og tryggjað sær stig ímóti Helsinki, men tað fáa vit sjálvandi ongantíð at vita. Samanumtikið tó ein fínur innsatsur frá ljósabláu víkingunum, ið slett ikki eru spældir av vøllinum undan seinna dystinum, hóast tað neyvan verður lætt at takast við HJK Helsinki á Telia 5G Areena í finska høvuðsstaðnum næsta týsdag. HILMARJAN@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Eftir ein fyrra hálvleik, har tað var finska meistaraliðið, ið setti dagsskránna, kom Víkingur inn til seinna hálvleik sum eitt hamskift lið og kundi akkurát tað sama fingið stig ímóti HJK Helsinki KARL LØKIN Á VØLLIN Eitt nýtt andlit var á vøllinum fyri Víking. Talan er um miðvallaran, Karl Løkin, sum hevur skift til Víking frá NSÍ. Hann er sonur legendariska miðvallaran, Ábraham Løkin, fyrr Hansen. - Tað kom eitt sindur brádliga, at Karl Løkin bleiv ein møguleiki, men vit tóku hann inn tí vit kunnu bæði brúka hann nú, og til framtíðina, sigur Sigfríður S. Clementsen. SUM DAGUR OG NÁTT