hósdagur 12. juli 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
21
B
úskapargrunnur Før
oya var upprunaliga
eitt mál, sum setti kílar
millum flokkarnar í
Løgtinginum.
Serliga var tað loysingarvong
urin, sum helt fast um, at hesin
grunnur skuldi vera eitt stig á
leið móti loysing og ikki bert
tryggja sjálvberandi búskap.
So hvørt sum arbeitt hevur
verið við lógini um grunnin, er
semjan blivin størri.
Tá ið málið var til viðgerðar í
fíggjarnevndini var semja um alt,
burtursæð um eina broyting um
endurfígging av lánum landsins.
Kortinii spøkti eitt sindur av
politikki í álitinum, tí umboðini
fyri Javnaðarflokkin, Sambands
flokkin og Miðflokkin løgdu
afturat, at tey eru av teirri
áskoðan, at búskapargrunnurin
skal tryggja samhaldsfesti
millum ættarlið og gera føroyska
búskapin haldføran og tálma
sveiggini í búskapinum.
-Endamál okkara er ikki at
spara pengar saman í ein grunn
at fíggja loysingina, skrivaðu um
boðini fyri hesar tríggjar flokkar.
Tjóðveldisumboðið
Umboðið fyri Tjóðveldi, Pauli
Trond Petersen, hevði eisini sína
egnu viðmerking til uppskotið.
Tað er av alstórum týðningi,
at Búskapargrunnur Føroya
nú er farin at virka. Málið við
víkjandi Búskapargrunni Føroya
er eitt langtíðarmál fyri okkum í
Tjóðveldi.
Hann skrivaði í álitinum:
Hetta er startskotið til ta frælsu
tjóðina, næst kemur fólkaat
kvøðan um stjórnarskipanina
og tað síðsta er tann endaliga
atkvøðan um sjálva loysingina.
Búskapargrunnurin skal
verða eitt amboð til at lækka
ríkisveitingina, so hon at enda
verður heilt burtur úr føroyska
búskapinum, vónandi innan tey
næstu fimm árini.
Sjálvstýrisrøddirnar í teim
um ymisku flokkunum eru um
at tagna av teimum ramandi
skuggakastandi sambands
røddunum á tingi, sum av øllum
alvi royna at niðurtýna frælsis
røddirnar.
Vit frælsisrøddir eiga nú at
samlast og krevja, at vit sum
land og fólk bera okkara egnu
byrðar og kann ein sterkur bú
skapargrunnur verða við til at
styrkja. So hvørt búskapurin
veksur, fær landskassin størri
inntøkur.
Fyri hvørja krónu eyka, ið
landskassin fær inn, tá bú
skapurin veksur, átti helm
ingurin at farið til at minka
blokkstuðulin og helmingurin
til konsolidering og aðrar rað
festingar. Vit trúgva sjálvandi
fult og fast uppá, at vit megna
væl og virðuliga at skipa ein bú
skap uttan stuðul. Tað sóu vit,
tá ið vit minkaðu blokkin við
einum triðingi. Síðan er okkara
búskapur nærum tvífaldaður.
Pauli Trond Petersen atkvødd,
sum tann einasti, ímóti, tá ið
seiansta atkvøðugreiðslan var
um broytingarnar í lógini í vár.
Politiska stríðið um
Búskapargrunnin
Upprunaliga setti Búskapargrunnurin
kílar millum í tinginum, men nú er
semja um, at hetta er skilagott átak
Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, hevði sínar egnu viðmerkingar í
fíggjarnevndarálitinum. Hann atkvøddi heldur ikki fyri uppskotinum
javnað á tann hátt, at útgjaldið
verður tað, sum svarar til meðal
vøksturin seinastu fimm árini.
Hitt útgjaldið kemur frá til
feingisgjaldinum frá fiski- og
alivinnuni. 240 milljonir í til
feingisgjaldið frá fiskivinnuni fer
beinleiðis á fíggjarlógina og 150
milljónir frá alivinnuni.
Tað sum er omanfyri hesar upp
hæddir fer inn í grunnin og verður
so goldið útaftur yvir sjey ár í sjey
líka stórum upphæddum.
Lógin er altso broytt í vár og
eftir atkvøðugreiðsluni at døma,
so er semja um at fáa grunnin at
virka.
240 milljónir
frá fiskivinnuni
far beinleiðis á
fíggjarlógina - restin
í Búskapargrunning
150 milljónir av tilfeingisgjaldinum frá alivinnuni fer á
fíggjarlógina - tað sum er omanfyri fer í Búskapargrunnin