hósdagur 12. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
20
ÁRNI GREGERSEN
U
pprunaliga var hetta
eitt mál fyri Tjóðveldi,
men nú tekur øll
tingskipanin undir við
Búskapargrunni Føroya.
Tá ið málið var endaliga sam
tykt í tinginum 24.apríl atkvøddu
øll í tingalinum fyri broytingar
uppskotinum hjá Kristinu Há
foss, landsstýriskvinnu við fíggjar
málum, uttan Pauli Trond Petersen
úr Tjóðveldi.
Seinastu broytingarnar í lógini
um Búskapargrunnin gera grunnin
til eitt amboð, sum skal brúkast at
forða fyri stóru sveiggjunum í før
oyska búskapinum.
Við nýggju ásetingunum í lógini
fær Búskapargrunnur Føroya við
tíðini eitt stórt og munagott fæ.
Fæið skal nýtast sum búskaparam
boð, tá arbeiðast skal fyri at røkka
endamálunum í lógini.
Harafturat kemur grunnurin at
virka sum eitt filtur á inntøkusíðu
landsins, har inntøkur, ið sveiggja
nógv einstøk ár, verða javnaðar.
Eisini verða tilfeingisinntøkur
nar frá fiskivinnu og alivinnu
beindar ígjøgnum og javnaðar yvir
ár, áðrenn tær verða goldnar inn á
árligu løgtingsfíggjarlógina.
Seinastu broytingarnar í lógini
um grunnin fara eftir ætlan at gera,
at Búskapargrunnur Føroya við
tíðini fær eitt stórt og munagott fæ.
Fæið skal nýtast sum bú
skaparamboð, tá arbeiðast skal fyri
at røkka endamálunum í lógini.
Harafturat kemur grunnurin at
virka sum eitt filtur á inntøkusíðu
landsins, har inntøkur, ið sveiggja
nógv einstøk ár, verða javnaðar.
Sveiggini í búskapinum
Øll sum hava innlit í føroyskan bú
skap vita, at stóru sveiggini í inn
tøkunum gjøgnum árini hava verið
størstu avbjóðinganar í almenna
búskapinum.
Hetta er galdandi fyri allar sam
gongur, sum hava sitið.
Tá niðurgongd er – kanska ser
liga í fiskiskapinum – so rakar hetta
samlaða búskapin so ógvusliga, at
vit ofta hava fingið munandi verri
tíðir í Føroyum.
Tað eru aðrar skipanir, sum virka
á sama hátt og í dag er tað skipanin
við ALS og arbeiðsloysisskipanini,
sum er mest konjunkturjavnandi
í Føroyum.
Tann skipanin virkar soleiðis, at
sjálvt um løntakarar missa arbeiðið,
so ger arbeiðsloysistryggingin, at
hesi fólk framvegis hava eina inn
tøku.
Búskapargrunnurin fer at virka
á tann hátt, at av øllum yvirskoti
num hjá landskassanum, so skal
ein fimtingur av yvirskotinum
undir 200 milljónir gjaldast í Bú
skapargrunnin. Loypir meira av, so
skal helvtin av tí, sum er omanfyri
200 milljónir krónur gjaldast í
grunnin.
Hesin mátin at gera tað uppá,
ger, at peningurin, sum fer í grun
nin ikki kann brúkast til íløgur og
til gjaldføri í góðum tíðum.
Ætlanin er, at hetta virkar
tálmandi, tá ið tíðirnar eru góðar.
Samstundis er hetta javnandi fyri
búskapin uppá longri sikt.
Eitt annað, sum stendur í lóg
ini er, at tá ið tíðirnar eru verri,
tá kann avkastið frá pengunum í
grunninum gjaldast inn til rakst
urin á fíggjarlógini. Hetta hevur
við sær, at landskassin fær nýggjar
inntøkur, tá ið vit annars raka lág
konjunkturin.
Tilfeingisgjaldið
Búskapargrunnurin skal eisini
brúkast til at javna tilfeingisinn
tøkurnar frá fiskivinnuni og frá
alivinnuni. Royndir vísa, at inn
tøkurnar í hesum vinnum kunnu
sveiggja og ti hevur tingið sam
tykt, at inntøkurnar frá okkara
høvuðsvinnunum ikki fara bein
leiðis í landskassan, men umvegis
Búskapargrunnin.
Hetta verður gjørt soleiðis, at ein
fastur partur av hesum inntøkum
fer beinleiðis í landskassan, meðan
restin fer í Búskapargrunnin.
Hear inntøkurnar – altso um
framt fasta gjaldið til fíggjarlógina
– fara so í grunnin og verða so
goldnar inn á fíggjarlógina yvir
sjey ár í sjey eins stórum pørtum.
Tað ger, at fáa vit vøkstur, so
ávirkar hetta ikki fíggjarlógina
brádliga, men heldur líðandi og
javnt.
Tær tilfeingisinntøkur, sum
verða fluttar beinleiðis á fíggjar
lógina eru upp til 250 milljónir frá
fiskivinnuni og 150 milljónir frá ali
vinnuni – restin verður so javnað
yvir sjey ár.
Orsøkin til, at allar tilfeingis
inntøkurnar ikki verða partur av
støðisfæi grunsins, ella at allar
tilfeingisinntøkurnar ikki verða
javnaðar yvir sjey ár er, at bæði
undanfarna og núverandi sam
gonga hava ásett tilfeingisinn
tøkur og brúkt hesar til at breiðka
skattagrundarlag landsins við.
Hetta hevur givið rúm fyri mun
andi skattalækking í landsskatti
num hjá føroyingum í 2012 og 2016.
Mett verður at landsskatturin
samanlagt er lækkaður umleið 500
mió. kr. við hesum báðum skatta
lættum.
Tilfeingisinntøkurnar frá fiski-
og alivinnuni eru tí, í ávísan mun,
komnar í staðin fyri vanligan inn
tøkuskatt frá føroyingum.
Við hesi broytingini, sum Løg
tingið samtykti í vár, verður
tryggjað, at allur framtíðarvøkstur
í tilfeingisinntøkum verður javn
aður yvir fleiri ár, og kemur harvið
at virka javnandi fyri virksemið og
búskapin.
Búskapargrunnurin fer at
hava eina inntøku afturat. Verður
avgjørt at einskilja almennar fyri
tøkur, so sigur lógin at hesin pen
ingur fer í grunnin og ikki bein
leiðis inn á fíggjarlógina.
Hesin peningur fær tí ikki
beinleiðis ávirkan á raksturin hjá
landinum, men verður ein partur
av Búskapargrunninum.
Útgjald
Búskargrunnurin fer at hava tvey
sløg av útgjøldum.
Annað er realvinningurin hjá
grunninum, sum tá ið landskassin
ikki hevur vøkstur, verður goldin
út. Hetta er røktin av pengunum
í grunninum og tað avkast, sum
hendan røktin gevur.
Hetta útgjaldið verður eisini
BÚSKAPAR
GRUNNURIN
ER KLÁRUR AT
FARA AT VIRKA
POLITIKKUR
Broytingarnar í lógini um
Búskapargrunn Føroya eru
samtyktar og grunnurin
er klárur at fara at virka
Tað er Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við
fíggjarmálum, sum legði broytingauppskotið fram