Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

I 1918 tók Andrea Árting stig til, at kvinnur fór at rógva kappróður. Nú ein øld er liðin síðani hesa sermerktu ólavsøku, hevur Býarbókasavnið framsýning um Andreu Árting, sum var undangongukvinna í stríðnum fyri javnrættindi millum menn og kvinnur. Á framsýningini síggjast myndir og annað tilfar, sum kasta ljós á kvinnuna og forkemparan Andreu Árting. Bæði bíbliuvers og føroyskur veruleiki eru partar av útgangsstøðinum á listaframsýningini Ape rules, O.K.! hjá Claus Carstensen. Listamaðurin er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur havt fleiri framsýningar her einsamallur og saman við føroyskum listafólkum. Í framsýningarhølinum starir eitt stórt apuhøvd at áskoðaranum fleiri staðni í framsýningarrúminum. Verkini á framsýningini eru lutvíst knýtt at framsýningarverkætlanum, sum Claus Carstensen hevur skipað fyri seinastu árini. Nýggja útgáva av mentanarritinum Varðanum, sum hevur 85 ár á baki, er komin út. Í Varðanum ber til lesa samrøður, ummæli, stuttsøgur, yrkingar og annað. Hesaferð ber eitt nú til at lesa um ummælaravirksemið hjá Onnu Ellingsgaard, heiðursgrein er um Jóanes Nielsen, rithøvund, og Jógvan Isaksen skrivar um seinastu skaldsøguna hjá Carl Johan Jensen. Varðin er góður at tríva í eina løtu í sólini ella áðrenn niðurfaringartíð. Icona Pop er svensk elektropoppduo, sum hevur verið virkin í sløk 10 ár. Caroline Hjelt og Aino Jawo, sum eru oddakvinnur í Icona Pop, eru dugnaligar bæði í studio og á palli. Teirra størsta hitt er »I Love It«, og tann sangin og aðrar fara tær at framføra á konsertini Tórsfest, sum verður hildin mitt í høvuðsstaðnum eina viku fyri ólavsøku. Svenska poppstjørnan Zara Larsson gjørdi vart við seg longu sum 10 ára gomul, tá ið hon vann talentkapping í sjónvarpi. Síðani hevur hon ment seg til eina dugnaliga songkvinnu, sum er blivin kend um allan heimin, og seinasta hálva árið hevur hon verið á hitlistum kring heimin við sangum sum Lush Life, Never Forget You og Symphony. Nú kemur hon til Føroya at hava konsert. Varðin Mentanarrit Nr. 1 2018 Icona Pop Tórsfest, Tórshavn 21. juli Zara Larsson Summar Festivalurin, Klaksvík Fríggjakvøldið 10. august kl. 21:00 Andrea Árting Býarbókasavnið, Tórshavn Framsýning opin til 12. august Apan ræður! Steinprent, Tórshavn Framsýning opin til 21/7 The Borrowed Brass Blues Band Perlutúnið, Tórshavn Ólavsøkuaftan 28/7 kl. 21:00 Tann slóð­ brótandi Tann øðrvísi Tann gevandi Tann festliga Tann lívliga Íslendski bólkurin The Borrowed Brass Blues Band verður við at seta dám á ólavsøku, tá ið bólkurin fer at spæla í Perlutúninum – uttan fyri Perluna í Vágsbotni í Havn. Bólkurin spælir tøkuløg hjá eitt nú Aretha Franklin, Elton John og Deep Purple, og tað gera tey við orku og spæligleði. Hetta verður hugnalig løta á tjóðarhátíðini. Tann hugtakandi 19