hósdagur 12. juli 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Mentan og list
GÓÐAR
UPPLIVINGAR
Í SUMMAR
Nógv er at fara til og uppliva í føroyska summarinum.
Framsýningar, festivalar, ítróttur, stevnur og
mangt annað. Her viðmæla vit nakað av tí, sum
til ber at uppliva í Føroyum komandi tíðina
G! Festivalurin verður hildin í hesum døgum, og
leygarkvøldið ber til at fáa serstaka festivaluppliving,
tá ið Harlem Gospel Choir úr USA syngur á sandinum.
Harlem Gospel Choir verður roknað sum eitt
hitt fremsta gospelkórið í USA og hevur hugtikið
áhoyrarar um allan heim. Kórið kemur við nógvari
orku og sterkum úttrykki á G! Festivalin at framføra.
Norðoya Listafelag skipar fyri forvitnisligari listaframsýning
í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Framsýningin hongur
upp til miðjan august, og í løtuni kann hon síggjast eftir
avtalu. Framsýningin vísir list í breiðasta høpi, og fevnir
frá málningalist og grafikk, yvir gipsverk, installatiónir,
videoverk, interaktiva list og animatiónstekning til
sniðgeving av einum plaggi gjørt úr spælikortum. 14 listafólk
luttaka, og tey eru yrkislistafólk, flest øll eru útbúgvin innan
listaøkið, og flestu teirra liva eisini av listini.
Útvarpið fer nú at lesa spenn
andi skald søguna »Tíggjundi
maðurin«,
sum
Graham
Greene skrivaði í 1985. Søgan
gongur fyri seg undir seinna
heims bardaga, har tíggjundi hvør
maður í einari fangalegu skal avrættast.
Lutakast er um, hvør maður skal lata lív, men
eftir lutakastið byrjar tann spennandi søgan av
álvara. Jákup Sørensen týddi til føroyskt, og hann
lesur skaldsøguna í Útvarpinum komandi tíðina.
Harlem Gospel Choir
G! Festivalurin, Syðrugøta
Leygarkvøldið 14. juli kl. 19:30
Tíggjundi maðurin
Útvarpið
Frá hóskvøldinum 12/7
Summarlist
Posthúskjallarin, Klaksvík
Opið eftir avtalu
HM finalan í fótbólti
Sjónvarp
Sunnudagin 15/7 kl. 16:00
Tann
uppflytandi
Tann
fjølbroytta
Tann
spennandi
Tann
avgerandi
HMendaspælið í mansfótbólti sett dám á summarið. Nú
er ein avgerandi dystur eftir, áðrenn heimsmeistarin 2018
kann kjósast. Frakland og Kroatia hava spælt seg allan vegin
í finaluna, og nú skulu kroatirnir royna at steðga fronsku
favorittunum. HM finalan verður víst á stórskíggjum
ymsastaðni kring landið, og tað ber eisini til at tendra sítt
egna sjónvarp fyri at síggja spennandi dystin.
LÍVSSTÍLUR
18