hósdagur 12. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
17
Eitt, mann leggur merki til, tá
mann ferðast gjøgnum Tvøroyri nú,
er, at fólk steðga upp fyri at hyggja, tá
tey koma framvið gøtulistini. Sunn
iva G. Mortensen heldur, at hetta
vísir, hvørja ávirkan listin hevur og
kann fáa á fólk.
- Fólk geva sær veruliga tíð at líta á
og hugsa um listina og býarmyndina,
sigur hon.
Listafólkini trivust
væl á Tvøroyri
Tey sjey listafólkini hava hildið til á
gistingarhúsi á Tvøroyri teir 3-4 dag
arnar, tey hava verið í gongd. Har
vóru fýra føroysk og trý útlendsk.
Fyrireikararnir av Litbrá hava gjørt
sítt til, at tey skuldu hugna sær. Tey
fingu heimagjørdan føroyskan mat,
og eisini fingu tey nátturða hjá Café
Mormor. Tann eina dagin forðaði
regnið teimum í at arbeiða, so tá fóru
tey ein túr til Fámjins at síggja fyrsta
føroyska flaggið, og eisini vitjaðu tey
Ruth Smith savnið í Vági. Útlendsku
listafólkini vóru sambært Sunnivu
G. Mortensen glað fyri, at tey eisini
fingu nakað av føroyskari mentan
við.
Tá mann ger veggjalist, er mann
ikki sjálvur harri yvir umstøðunum.
Støða má takast til veðrið, tí um
tað regnar, áðrenn málingin er
tornað, so rennur hon av. Tí máttu
fyrireikararnir halda eyga við veð
urforsøgnunum.
- Tað var eitt sindur torført, tí veð
urforsøgnirnar søgdu, tað fór at blíva
gott veður, men tað bleiv tað so ikki
allíkavæl. Vit vóru allatíðina uppá
vakt fyri at vita, hvussu veðrið fór
at vera. Mann kann ikki líta á veður
forsøgnirnar, tí mann skal helst vera
liðugur við at mála, áðrenn tað fer at
regna, sigur Sunniva G. Mortensen.
Íblástur úr Suðuramerika
Gøtulist fevnir øgiliga breitt og er at
finna runt allan heimin. Sunniva hev
ur ferðast nógv í Kolumbia, og luttók
einaferð í einum tiltaki við veggjalist.
Henni dámdi hetta so mikið væl, at
hon vildi sleppa at gera nakað líkn
andi í heimstaði sínum, Tvøroyri.
Sunniva G. Mortensen er útbúgv
in fólkalívsfrøðingur og hevur tí stór
an áhuga fyri lokalari mentan og siði.
Henni dámar væl at arbeiða við sosi
alum samanhaldi og at fáa íbúgvar og
tað almenna at samstarva, so gøtulist
var upplagt hjá henni at fara í holt
við.
- Eg fór gongutúr gjøgnum Tvør
oyri fleiri ferðir, og eg sat enntá og
hugdi í Google Maps, tá eg ikki var
heima. So skrivaði eg mær nakrar
veggir niður, har tað hevði riggað væl
at gjørt okkurt. Har hugdu vit eftir
kontekstinum; hvar stóu teir, og hvør
ferðaðist framvið vegginum.
Tey spurdu kommununa, hvør
átti veggirnar, og tað vísti seg, at allir
vóru almennir uttan tveir, sum priv
atu eigararnir góvu teimum loyvi at
brúka. Kommunan var eisini við upp
á hugskotið.
Tað var meiningin, at listagonga
og fernisering skuldi vera á mentan
arnáttini 6. juli. Men vegna serligar
umstøður varð mentanarnáttin av
lýst, og tí eru listagongan og ferni
seringin útsettar til seinni í summar.
Listagongan verður ein gongutúrur,
har steðgað verður við øll verkini fyri
at hoyra um og skifta orð um tey.
FINGIÐ FLEIRI LITIR