Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 – Nógvir gráir sem­e­n­t­veggir, sum fyrr vóru keðiligir og gloymd­ir burt­ur, hava nú knapp­liga ein sam­leika, soleiðis sig­ur Sunniva Gud­munds­dóttir Mortensen, sum hev­ur skipað fyri tiltaki um at gera gøtulist á Tvøroyi PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen vildi gera býarrúmið á Tvøroyri meira spennandi at ferðast í. Tí tók hon stig til verkætlanina Litbrá við list í al­ menna rúminum á Tvøroyri. Skipað varð tí fyri almennari innbjóðing, har list­a­fólk kundu senda uppskot inn um, hvussu ein veggur kundi prýð­ ast. Ein sett nevnd valdi síðani sjey listafólk út til at prýða hvør sín vegg í bý­num. Listafólkini høvdu eitt evni at halda seg til, sum var útsýni. Hetta evn­ið kann fevna um nógv, sum eis­ ini var meiningin, tí bæði borgarar og listafólk skuldu kunna síggja seg aftur í verkunum í býnum. Nú eru øll verkini liðug, og tey eru at finna runt á Tvøroyri. Støð, sum mann fyrr ikki gav sær far um í dagl­igu ferðingini á Tvøroyri, eru nú full av litum og meining. Sunniva G. Mort­ensen, fyrireikari, er væl nøgd við endaliga úrslitið. - Eg haldi, tað riggar ordiliga væl til bý­ar­myndina. Tað fríðkar ótrúliga nógv um hana og skapar nógv lív í. Nógv­ir gráir sementveggir, sum fyrr vóru keðiligir og gloymdir burtur, hava nú knappliga ein samleika, sigur stig­tak­arin, Sunniva G. Mortensen. Vilja menna list í almenna rúminum Litbrá er fyriskipað í samstarvi við Tvør­oyrar Kommunu, og hetta fyrsta tiltak av hesum slag. Ætlanin er, at Litbrá skal vera afturvendandi til­tak á hvørjum ári. Formatið í ár var mál­ ing, men skal í framtíðini fevna um aðrar listagreinir eisini. - Vit ætla at arbeiða við nógvum yms­um listakonseptum, ikki bara mál­ing. Vit hugsa um ljós, myndatøku og plant­ulist, greiðir Sunniva G. Mort­ ensen frá, sum ikki avvísir at útvíðka hug­skotið til aðrar bygdir og býir í Før­oyum. Fyrireikararnir uppliva, at fólk eru væl nøgd við nýggja býarrúmið í Tvør­oyri. Afturmeldingarnar hava ver­ið serstakliga jaligar bæði frá tvør­á­fólki og fólki aðrastaðnis frá. Tvøráfólk hava enntá hjálpt til, har tey kundu, meðan listafólkini vóru í gongd. - Eg bleiv ordiliga positivt yvir­ rask­að, hvussu fitt fólk hava verið á Tvør­oyri við at stuðla upp undir hetta. Fólk hava koyrt runt, eru komin við stig­um og máling, og tey hava verið klár at hjálpa beinanvegin, um tað var okk­urt, sigur stigtakarin. Listin skapar kjak og hevur ávirkan - Tað er altíð onkur, sum kanska ikki dámar ein vegg , men tað er tað, list handl­ar um – at folk hittist og kjakast. Tað skapar jú eitt samlingspunkt og saml­ar fólk. Fólk hava kjakast um, hvat teimum dámdi tey ymsu verk­ ini, og hvat tey merktu. So tað hev­ur ordiliga verið orsøk til kjak, og tað er jú sunt kjak, vísir Sunniva G. Mort­ en­sen á. TVØROYRI HEVUR F Listafólkið handan hetta verkið er koreansk-danska Yong Sun Gullach. Tað kann tykjast rættiliga abstrakt, men í veruleikanum er hetta ein yrking. PhonoPaper er ein app, sum umskapar ljóð til visuellar kotur. Yong Sun Gullach hevur skrivað eina yrking í trimum pørtum um Suðuroynna, sum hon hevur málað upp á veggin sum kotu. Við hesari somu app kann mann skanna kotuna, so at ljóðið verður spælt hart. Hansina Iversen, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Sebastian Lopez, Drós Ákadóttir og Andreea Serban-Chira. Listafólkini, sum luttóku á Litbrá, vóru: Bárður Dal Christiansen, David Sebastian Lopez Restrepo, Yong Sun Gullach, Ýr Ákadóttir, Andreea Serban-Chira, Hansina Iversen og Ólavur S T Thorsteinsson (Trödl).