Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018 SOSIALURIN 79 26 Óli Jacobsen MISTI BÆÐI MAMMU OG PÁPA Pápi Honnu var til skips, og nú doyr mamman eftir at hava átt eina dóttur. Læknin, sum skuldi havt verið tøkur, beindi fyri sær Hanna 2. partur H anna hjá Sáru og Jákupi Klein misti bæði foreldrini sum smá­ genta. Tá var ikki um­sorganin, sum hon er í dag. Hanna heldur áfram við síni frásøgn. Hesa ferð um, hvussu tað var at missa bæði foreldrini: Mamman doyði uttan læknahjálp Nú eru vit í árinum 1900.Tá ið pápi var farin við Jubilæ var eitt tómt pláss í heiminum. Tann 13. juli átti mamma eina vælskapta dóttur. Lækni og jarðarmóðir til staðar, so her sá alt út til at ganga eftir ætlan. Men so hendi tann stóri sorgarleikurin. Triðja ella fjórða dagin bleiv mamma ógvuliga sjúk, og vit máttu fara eftir lækna. Hann segði, at mamma hevði blindtarmsbruna. Men læknin mátti fara til Suðuroyar seinna­ partin, har hann skuldi til okkurt tiltak. Hann gav mammu nakrar tablettir at taka, til hann kom heimaftur. Læknin hevði biðið beiggja sín fara at vitja mammu at vita, hvussu til stóð. Her komu eisini so nógv menniskju, sum vildu hjálpa mammu og okkum. Tað varð sagt við okkum, at vit skuldu vera friðarlig, so eg læt meg úr sokkunum! So fór eg inn til mammu. Beint tá lyfti hon høvdið upp frá koddanum og segði: “Hanna lat teg í sokkarnar aftur”. Hetta ljóðaði so merki­ligt í mínum oyrum. Tað líktist ikki rødd­ini á mammu, men hon hugsaði um sín børn til tað seinasta. Og enn í dag, eg eri 88 ára gomul, kann eg hoyra hana siga: “Hanna lat teg í sokkarnar”. Nú var eingin mamma Seinni um kvøldið kom beiggi læknan, Sofus, at frætta, hvussu tað gekk. Hann fekk ein skelk, tí hann dugdi at síggja, at mamma var um at doyggja. Hesum vildu hini ikki trúgva. Tað var eingin telefon ella telegrafur, so tað fekst ikki samband við læknan. Vit fóru til songar, og tá ið vit vaknaðu morgunin eftir, tá áttu vit ikki longur eina mammu. Hon var deyð. Hvat var so at gera? Elsta systir mín, Lena, var 12 ára gomul, eg var 10, og systir mín Bina var 8. Palli beiggi mín var 5, og Hans Pauli var um 3 ára gamalur, og so var tað lítla systir, sum var tríggjar dagar gomul. So skuldi mamma jarðast, og hetta mátti familjan taka sær av. Pápi átti eina systir, sum var einkja. Hon búði í Fuglafirði. Henni sendu vit boð eftir, so hon kundi vera heima hjá okkum, til pápi kom heim aftur. Pápi visti gjøgnum dreym, hvat ið var hent Pápi fekk eingi boð um tað, sum var hent, fyrr enn hann kom heim aftur til Klaksvíkar. Men kortini visti hann, hvat ið var hent. Ja, tað er meira millum himmal og jørð, enn vit ána. Pápi skrivaði niður sína frágreiðing um tað, sum hann upplivdi náttina 17. mai um­ borð á Jubilæ: “Eg hevði frívakt frá kl. midnátt til kl 4. Eg fekk ikki sovnað, tí mínar hugsanir spentu frá himli til jarðar. Men kl. 3 dúraði eg, eg hvørki svav ella var vakin. Tað var, sum eg fekk eina sjón. Eg kendi tað, sum at eg kom inn í eini hús. Eg kendi summi av fólkunum inni, men fór skjótt útaftur. Eg fór gangandi móti einum vatni, sum var so langt, at eg sá ikki til endan á tí. Men breiddin var 4 til 6 alin. Eg stóð so eina løtu og hugdi yvir um vatnið, tí tað var so vakurt. Eg vildi fegin koma yvirum, men tað var ómøguligt. Tað var ov langt at leypa. Og fór eg at svimja, druknaði eg heilt vist, tí bakkin var so høgur, 2-3 alin, at eg kundi ikki sleppa á land. Eg sá so eina bók liggja í lynginum hinu­ megin. Henni vildi eg fegin fáa hendur á, tí eg vildi síggja, hvat ið stóð í henni. Men knapp­liga varð eg líka sum lyftur upp ella flog­in yvirum. So skjótt sum eg kom yvirum, tók eg bókina upp. Eg skuldi fara at blaða í henni, tá knappliga ein stórur svartur hundur kom upp úr vatninum og segði við meg: (Restin av frásøgnini er, sum hann hevur skrivað hana á donskum) Se, det er det samme Træ, som laa over Bæk Kedron i Kong Salomons Tid, altsaa Frelserens Korstræ. Jeg saa mig om igen og meget sandt, der laa jo et Gangtræ over Vandet, et større og et mindre. Jeg skulde nu over igen og gaa over Gangtræet. Jeg tænkte ved mig selv, at det var synd af mig at træde det under mine Fødder. Men jeg blev igen løftet over af en usynlig Kraft, saa jeg gik der en Tid udenom, som jeg ikke erindrer uden nogle Brudstykker, før end jeg var kommet paa en dejlig Slette. Saa kom der et Menneske gaaende hen imod mig, som jeg Gud ske lov kendte straks, dets navn kan være uberørt, og vi gik da side om side hen imod Stranden og talte med hverandre, men saa kom der en Baad. Jeg genkendte straks, at det var min for 10 Aar siden afdøde Broder, som kom op fra Stranden i stadselige Klæder. Jeg gik ham i møde og sagde: “God dag, Broder. Det er lang tid siden, jeg saa dig”, men han svarede ikke. Vi tog hinanden om Halsen og kyssedes, saa gik han igen i Baaden. Jeg stod og saa efter ham og mente, han skulde komme igen og faa ham i tale, men forgæves. Han kom ikke. Han gik ind i Baaden og begyndte at sætte sejl. Siðsøga Systrar Malena og Sára aftanfyri. Frammanfyri er Hanna Brøðurnir Joen Pauli og Hans Pauli