hósdagur 12. juli 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
27
Komandi partur
Í komandi parti fara báðar systrarnar, Lena og
Hanna, av landinum
Jeg kan nu forstaa, og det har givet mig
en stærkere tro, at der er en Gud til (naar
man har læst denne Drøm).
Jubilæ, den 17. maj 1901
Jacob Klein.
Pápi vildi ikki í land
Tá ið teir komu heimaftur við Jubilæ
seinast í august, fór mammubeiggi mín
rógvandi umborð at fortelja pápa, hvat ið
var hent. Men tá ið pápi sá, at tað var svágur
hansara, sum kom rógvandi móti skipinum,
segði pápi við sínar skipsfelagar: “Hetta er
mín dreymur, sum er gingin út.”
Mammubeiggi og pápi fóru saman niður
í kahúttina. Tað var eingin, sum hoyrdi,
hvat ið teir tosaðu um. Móti kvøldi kom øll
manningin í land, men ikki pápi, hann bleiv
einsamallur eftir. Dagin eftir fór mammu
beiggi aftur umborð fyri at fáa pápa í land.
Tá hevði pápi drukkið sær mót til. Teir komu
so báðir í land og fylgdust heim til fastur,
har hon búði saman við øllum børnunum
hjá pápa. So tað kann einhvør hugsa sær til,
hvussu henda heimkoman kann hava verið.
Eg var tann einasta, sum ikki var heima,
tí mostir mín, Malena, hevði tikið meg í
pleygu. Tað vóru seks børn umframt meg í
húsinum, sum bleiv roknað fyri at vera eitt
av teimum stóru húsunum í Klaksvík.
Óhepni hjá mostrini
Tá ið pápi kom at vitja meg hjá mostrini,
hevði eg verið eitt sindur óheppin. Fyrst
breyt eg eina skál. Eg misti hana. Ikki bara
var eg kedd av tí, men eg bleiv eisini flongd
og sett út í gongina. Har sat eg og græt, og
hvør kom beint tá inn í forstovuna? Tað
var pápi, so hetta var eitt sindur óheppið
fyri mostur. “Hanna skal latast í, og eg skal
hava hana heim við mær”, segði pápi. So
segði mostir við pápa, at hann ikki kundi
hava meg. Tá segði pápi, at eg í hvussu so
er ikki skuldi sita í gongini og gráta, og so
kom eg heimaftur.
Lítlasystir fekk fimm nøvn
Nú skuldi lítla systir til dópin, og hon skuldi
uppkallast eftir mammu og fleiri øðrum,
sum pápi hevði havt samband við, og sum
vóru deyð. Hon kom at eita Sara Sofie
Jacobine Frederikke Pernille Klein. Hesum
kom kom systir mín at líða undir hvørja ferð,
hon skuldi siga sítt fulla navn. Hetta var hon
ikki komin at eita, um mamma hevði livað.
Nú skuldi fastir fara til Fuglafjarðar aftur.
Hon tók so lítlusystur við sær. Tað hevði
hon lovað pápa. Ein onnur systir kom at
búgva hjá eini aðrari fastur í Fuglafirði, so
nú vóru tvær systrar har. Men vit vóru nú
fýra systkin heima. Men pápi helt, at hetta
kundu vit systrar ikki klára. So vildi lagnan,
at ein dagin kom ein ungdómsvinur hjá
pápa inn til okkara. Hann var bóndi og átti
eingi børn sjálvur. Hann búði í Hattarvík,
og hann tók Palla beiggja við sær. Vit grótu
hvørja ferð, eitt av teimum smáu fór.
Tað var hart hjá Palla, tí hann kendi ikki
fólkini, hann kom til. Hann kom eisini at
búgva fjart frá sínum systkjum.
Nú var heldur eingin pápi
Pápi var góður við okkum. Men hann fekk
lungnabruna og doyði eitt ár ella tvey eftir,
at mamma var deyð.
So nú stóðu vit børnini aftur og grótu.
Eingin var at troysta, nú eingi foreldur vóru.
Hetta var nokk so løgið, tí tað tyktist, sum
at pápi visti, at hann skuldi doyggja, tí beint
áðrenn hann doyði, hevði hann fingið sett
trý av okkum seks systkjum í pleygu.
Elsta systirin var júst blivin konfirmerað,
áðrenn pápi doyði. So kom mostir aftur eftir
mær. Har fekk eg eitt heim. Fosturpápi mín,
Ludvig Kjelnæs, var eitt deiligt menniskja.
Hann var í handlinum hjá Faktorinum allan
dagin.
Um Ludvig Kjelnæs
Kona faktorin, Anna Elisabeth (1830-1911)
var dóttir Jacob Thomassen Kjelnæs, bóh
haldara (1793-1863), giftur í Havnar Kirkju
við Onnu Thomasdóttir f. 1796 í Hest.
Tey fingu tvey børn. Umframt Onnu
Elisabeth var tað Thomas Juul Kjelnæs
(1826-1904), skómakari, sum var giftur við
Henrikku Sofíu Poulsdóttir (1826-1896).
Tey fingu sjey børn. Eitt av teimum var
Ludvig Poul (1856-1936). Fór ungur til Klaks
víkar at vera í handlinum hjá Faktorinum.
Giftist við Malenu Johannesen f. 1872 úr
Klaksvík. Tey fingu børnini Henrikka Sofía
f. 1897, gift við Julius Theodor Askham (1898-
1963), Thomas Juel f. 1902, giftur við Valborg
Hansen f. 1912, Andreu Sofíu f. 1908, gift við
Simon Vitalis Dahl f. 1905. Frá teimum er
nógv ætt, eisini í Klaksvík.
Ludvig varð valdur í fyrsta kommunu
stýrið í Klaksvík í 1908. Hann varð aftur
valdur í 1910 og sat til 1914. Óli í Skúla var
formaður frá 1908 til 1911 og Olaf Olsen til
1914. Seinni bleiv abbasonurin, Kári Kjelnæs,
býráðslimur í fleiri skeið.
Mistu eisini okkara heim
Mostir var meira strong, men eg var fegin
um, at tey vildu hava meg búgvandi hjá sær.
Lena systir mátti arbeiða, og hon búði
hjá fastur, og tað sama var við lítla beiggja
Hans Paula.
So vóru okkara hús manntóm, og alt
innbúgvið skuldi seljast á uppboði. Hendan
dagin, uppboðið varð hildið, var veðrið
fínt. Systir mín Lena var til arbeiðis, tí
hon vildi ikki síggja alt, sum vit áttu, fara
fyri vág og vind. Fosturmamma mín var
sjálvandi við. Sjálv stóð eg uttan fyri hjá
fosturforeldrunum og kundi síggja oman
til okkara. Eg stóð og græt, tá eg sá øll hesi
fólkini, sum gingu aftur og fram við kurvum
við okkara postalíni og við sekkjum við
seingjarklæðum, sum mamma sjálv hevði
vovið.
Húsini skuldu so eisini seljast, og vit
børn skuldu hava ein verja. Og so varð ein
verji valdur, sum búði á eini útoyggj. Hann
høvdu vit børn ongantíð sæð.
Vit fingu lítið burtur úr øllum hesum.
Tað vóru minst fýra byggigrundir um
okkara hús. Fastur okkara gjørdi alt, hon
kundi, fyri, at vit skuldu fáa okkara part.
Tá ið vit vóru 18 ára gomul, kundu vit fáa
170 krónur hvør.
Læknin beindi fyri sær
Ja, tíðin gongur, og vit fylgja við. Ein
morgun komu boð til fosturfaðir mín, at
læknin hjá okkum var deyður fyri egnari
hond. Tað var ræðuligt, og øll Klaksvíkin
syrgdi.
Tað bleiv tosað hart um, at hann ikki
kundi koma yvir deyðan hjá mammu, tá ið
hann var burturstaddur. Hann skuldi havt
opererað mammu, men hann valdi heldur at
fara burtur í eina veitslu. Fosturpápi mín og
læknin vóru systkinabørn. Teir báðir vóru
bestu menniskju á hesi jørð.
Læknin var Sofus Djurhuus, sonur
Faktorin. Í komandi parti verður greitt
nærri frá honum.
Ludvig arbeiddi hjá Faktorinum,
tí stóra handlinum í Klaksvík
tá i tíðina. Tað var her Kjølbro
kom í læru í 1902. Henda vakra
tekning hjá Óla Petersen er úr
Havið og Vit hjá J. Símun Hansen
Hann var 13 ára gomul, tá
ið Kjølbro keypti fyrstu
sluppina Soli Deo Gloria
Her liggja tvey dampskip á vágni í Klaksvík í 1898, tá ið Hanna var 8 ára gomul
Ludvig Kjælnes, fosturpápi Honnu, var í fyrsta kommunustýrinum
í Klaksvík. Seinni sat abbasonurin í fleiri setur