hósdagur 12. juli 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JULI 2018
SOSIALURIN 79
28
torshavn.fo
Í Tórshavnar kommunu eru eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja.
Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo.
Umsókn
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi
týsdagin 31. juli 2018.
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur,
sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember1990, umsitur
vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í
Tórshavnar kommunu.
Hýruvognsloyvi
Frammi í Dali 166 • 410 Kollafjørður
tlf. 47 90 00 • fax 47 90 20 • bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi
við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði
innan landbúnað, sum gevur rætt til at
festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava
mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á
Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar
4. september 2018 kl. 19.00. Undirvíst
verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00
- 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum
fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið
hava óhøgliga farleið, eru til skips ella
uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini
á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og
fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina
skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til
juni 2019. Hvør skeiðspartur endar við
próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar
venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.000. Skeiðsgjaldið
skal vera goldið á kontu 6460-1719663
í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri
bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska
í sambandi við skeiðið. Luttakarar,
ið ynskja at melda seg til skeiðið,
skulu boða frá luttøku í seinasta lagi
fríggjadagin 24. august 2018. Boðast
skal frá við teldubrævi til bst@bst.fo
ella við at venda sær til skrivstovuna
á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá
meldað verður til, skulu navn, bústaður,
teldupostur, telefonnummar og P-tal
upplýsast.
Vegna summarfrí svarar telefonin
ikki frá 23. juli til 17. august. Í hesum
tíðarskeiði verða teldupostar móttiknir,
men ikki svaraðir fyrrenn 20. august.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í
sambandi við ítøkiliga avtalu um
festaraskifti, hava framíhjárætt.
PROKLAMA
Sambært avgerð
frá skiftirættinum
er búgvið eftir
Johannes Vágsgarð,
Klaksvíksvegur 25,
700 Klaksvík (føddur
27.08.1955 og
deyður 08.07.2017)
hin 22.06.2018 tikið
yvir sum privat skifti
sambært grein 75 í
skiftilógini.
Møguligir kravánarar
verða bidnir um,
innan 3 mánaðar
frá tí at hendan
lýsing hevur verið í
blaðnum, skrivliga at
fráboða krøv síni hjá
undirritaða, soleiðis
at skjalaprógvan fyri
krøvunum verður
viðlagt fráboðanini.
Fráboðan kann
sendast til
teldupostadressuna
pall@advokatvirkid.
fo ella sigrid@
advokatvirkid.fo
TÓRSHAVN, 10. JULI 2018
PÁLL NIELSEN,ADV.
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. SCHRØTERSGØTA 20
100 TÓRSHAVN
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f 10.
januar 2016 under
likvidation (hjánøvn:
City Taxi, Shuttle 580),
Ovarivegur 34, 335
Leynar, skrás.nr. 6260,
sks.nr. 3-15/2018,
verður hildin
endaligur skiftifundur
fríggjadagin tann
31. august 2018, kl.
9.45, á skrivstovuni
hjá skiftirættinum,
C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, til
roynd av krøvum
og staðfesting av
uppskoti til roknskap
og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á
26,052026 % til vanlig
krøv.
Uppskotið við
fylgiskjølum kann
eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv
og onnur krøv, ið
verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu
ikki verða tikin við.
Útgjalding verður
4 vikur eftir
staðfestingina, um
ikki kært er innan ta
tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 10. JULI 2018.
TROTABÚGV
Í trotabúnum P/F
Seta, 100 Tórshavn,
skrás. nr. 2473, sks.
nr. 3-39/2018, verður
einhvør, ið hevur krøv
biðin um, skrivliga
at venda sær til
bústjóra, advokat Óla
Jákup Kristoffersen,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100
Tórshavn, j.nr.
20180446, innan 8
vikur eftir at hetta
er kunngjørt, og
boða frá hesum
krøvum, uppgjørd við
møguligum rentum á
trotadegnum tann 27.
juni 2018.
Skjalprógvan
fyri krøvunum
og makaskjal av
fráboðanini skulu
sendast við.
Tað verður innkallað
til skiftifund
fríggjadagin tann
5. oktober 2018, kl.
9.15, í skiftirættunum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, at royna
fráboðaði krøv og
møgulig onnur
krøv. Ein listi við
krøvunum og við
tilmælum bústjórans
og fráboðanum
liggja til eftirskoðan í
skiftirættinum 2 vikur
innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 9. JULI 2018.
fyrst og fremst