Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16.juli 2018 · Nr. 80 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN SÍÐA 10 Oddur Dimon til minnis TÍÐINDI SIÐA 8-9 1.000 tons av asfalti og skervi Nú eru tveir nýggir flokkar eru, sum eftri øllum at døma bjóða seg fram til næsta løg­tings­val – um teir fáa neyð­ugu 982 und­ir­skriftirnar. Ann­ar fyri at framskunda tunnilin norð um Fjall á Borðoynni, hin fyri at loyva sølu av kannabis í Før­oy­ um. Tvey løgin mál at stovna flokk uppá, kann sigast. Tunnilin norð um Fjall hava politikarar úr øllum flokk­um langt síðani raðfest. Tak­ tikk­ur kom í málið, og tí varð tunn­ ilin til Viðareiðis tikin fram um tunn­ili­n norð um Fjall. Tað var ein ser­lig rað­festing – sum helst er gjørd av pol­i­tik­arum, sum ikki trúgva upp á sítt egna sys­t­em. Kanska tunnilin til Við­ar­eiðis hevði ver­ið settur aft­ar­liga í røðina, um tunn­ilin norð um Fjall varð gjørdur fyrst. At stovna ein flokk fyri at loyva sølu av kannabis ella kann­a­bi­s­úr­ drátt­um kann eisini tykjast løgið. Men at fólk leiðast við gomlu flokk­ar­nar og vilja okkurt nýtt. Tað er sjál­va­ndi í fínasta ordan. Men tað ber sjálv­and ikki til at stovna ein flokk hvørja ferð eitt stríðsmál skal loys­ast. So hava vit skjótt nógvar flokk­ar. Vit kunnu so spyrja, um tað er ov ringt at sleppa til orðanna í ver­ andi politisku flokkunum? Eru teir ov topp­stýrdir soleiðis, at teir als ikki lurta eftir, hvat fólkið vil? Viðvíjandi tunlunum í Norð­ oyggj­um, so eru allir flokkar líka ring­ir – ella góðir. Tað málið kundi langt síðani verið loyst, men har varð valt at raðfesta øðrvísi. Tað tykist ógvuliga rangvørt at broyta hesa raðfesting nú – ser­liga tá alt ov nógv virksemi er í land­i­ num. Allir politikarar eru samdir um at siga, at landið skal halda aftur í í­løgum í góðum tíðum – føra ein kon­trak­tivan fíggjarpolitikk, og spaða til í ringum tíðum – føra ein eks­p­ans­ivan fíggjarpolitikk. Men tá tað passa politikarunum best, so er hetta ikki galdandi meira – ella rætt­ari, so umdefinera teir, hvat er neyð­ugt og nær tað er neyðugt. Men fyri skattgjaldaran, tann sum skal rinda gildið, so er tað so sára einfalt. Tað skal meira koma í fel­ags kassan, enn tað skal renna úr felagskassanum. Tað merkir, at ann­aðhvørt mugu útreiðslur skerj­ ast ella inntøkur hækkast. At ávísir politikarar nú vilja spek­u­lera við parta­fel­ags­lóg­ini og seta enn meira ferð á tunn­ils­bygg­ ing eigur at fáa allar á­var­inga­r­ lamp­ur at bleiktra. Stingið fingurin í jørðina! Finnið út av, hvussu vit kunnu klára okk­ um sum frægast, til neyðugu íløg­ur­ nar kunnu fremjast. At seta búskapin yvir stýr í ber­ ari sjálvhátíðarligheit er ikki klókt! POLITISKIR FLOKKAR OG ÁLIT Vinnarin av teimum 20 mill­ i­ón­u­num hevur framvegis ikki sett seg í samband við Danske Spil. Tað upplýsir Danske Spil fyri in.fo í dag. Í gjáramorgunin boðaði Danske Spil frá, at ein lotto­ seð­il keyptur á Tvøroyri, hevði vunnið 20 milliónir krón­ur. Seðilin er keyptur í Effo-støðini á Tvøroyri. Eingin hevði vunnið 1. prem­iu í Lotto í fýra vikur, og nú var vinn­ing­urin voksin til 20 milli­ón­ir krónur. Hesaferð var so ein, sum hevði tey sjey røttu tølini og vann eins­a­ mall­ur 20 milliónir krónur. So øll tit, sum í seinastu viku keyptu ein lotto-seðil í Effo á Tvøroyri hava góða or­søk at kanna seðilin eina ferð aft­urat. Hava ikki frætt frá vinnaranum Raðfestingar mugu haldast – annars endar púra galið Hepni millióningurin hevur keypt seðilin hjá Effo á Tvøroyri Nú tjóðarhátíðin stundar til, hev­ur Føroya Bjór bryggj­ að eitt serstakt ólav­søku­ bryggj prýtt við eyð­kend­um føroyskum litum. – Ólavsøkubryggið er ein ser­støk sam­an­set­ing av malti, humlu og før­oysk­um urt­um. Ó­l­av­søku­bryggj hósk­ar ser­ stak­liga væl til før­oysk­an mat og til ó­lav­søku­borðið, og vit vóna, at før­oy­ing­um fer at dáma væl nýggja bryggið, sigur Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór. Ólavsøkubryggið fæst bæði í sølu­búðunum hjá Før­oya Bjór og í handlunum hjá Rús­ drekka­sølu Landsins, sum 0,33 cl. fløska. Ólavsøkubryggj frá Føroya Bjór Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Páll Østerø, ættaður av Trøllanesi, búsitandi í Kvívík, andaðist 12. juli 29 ára gamal.Páll varð sonur Maud og Bárð Østerø. Mia Wang Lydolph, fødd Hellu, ættað úr Vestmanna andaðist í Hellerup mikudagin 12. juli, 76 ára gomul. Rita í Dali, Tórs­havn, ættað úr Keyp­manna­ havn andaðist á Tjarn­ argarði 12. juli, 91 ára gomul. John Juul Rasmussen, av Strondum andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 12. juli, 83 ára gamal. Amanda Andreasen, í Klaksvík, ættað av Trøllanesi, andaðist á Norðoya Røktarheimi týsdagin 10. juli, 85 ára gomul. Montza Olsen, Vági, ættað úr Hvalba andaðist á Hamragarði týsdagin 10. juli, 77 ára gomul. Heðin Olsen, Leirvík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsið týsdagin 10. juli, 83 ára gamal. Hans Erik Solmunde andaðist í Bergen, 4. juli, 57 ára gamal. Hans Erik var sonur Reidun og Sámal Petur Solmunde, ættaður úr Søldafirði. ANDLÁT Jósef fekk hendan fitta lítlabeiggjan tann 8. juli 2018, hann vigaði 4.565 gram og var 55 cm langur. Foreldrini eita Jógvan Trondesen Andreasen og Laila Enghamar, Tórshavn. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN