mánadagur 16. juli 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
POLITIKKUR
Stovna nýggjan flokk
til næsta løgtingsval
NÝGGJUR FLOKKUR Flokkurin er ikki politiskur í
vanligum týdningi, men hevur bara eitt einasta endamál
Áki Bertholdsen
Tað er nógv, sum bendir á, at
tá ið løgtingsval verður aftur,
fáa vit ein flokk afturat at
velja ímillum.
Løgtingsval verður aftur
í seinasta lagi 31. august
næsta ár, og nú er farið undir
at savna tær neyðugu undir
skriftirnar, sum skulu til, fyri
at sleppa at stilla upp við
einum nýggjum flokki.
Talan er ikki um ein pol
itiskan flokk í orðsins van
liga týdningi, tí flokkurin
hevur bara eitt einasta mál á
dagsskránni.
Og tað er at kannabis skal
lógligt í Føroyum.
Áhugafelagið, sum hevur
tikið stig til nýggja flokkin,
kallar seg »Framtakið fyri
rættinum at velja kannabis«
Fyri at kunna stilla upp til
løgtingsval, skulu tey hava
800 undirskriftir frá veljar
um, sum taka undir við, at
tey stilla upp.
Stigtakararnir siga, at
higartil hava teir fingið upp
ímóti 150 undirskriftir, men
tað er ikki fyrr enn nú, at
tey rættiliga eru farin undir
arbeiðið at savna inn und
irskriftir.
Fyrsta
tiltakið
í hesum sambandi var á
Pubbini á Tvøroyri leygar
dagin, har tey eisini fingu
nøkur fólk at skriva undir.
Nú ætla tey sær at ferðast
kring landið at savna inn
undirskriftir og ætlamin er
eisini at fara á Tórsfest, og
kanska eisini á onnur tiltøk,
har nógv fólk er savnað, at
fáa fólk at skriva undir upp
á, at tey kunnu stilla upp.
– Tey, sum skriva undir,
váttað einans, at vit skulu
fáa rætt til at stilla upp,
leggur stigtakarin til nýggja
flokkin, Hallur Hjalgrímsson
Djurhuus.
– Tey skriva sostatt ikki
undir upp á, at tey eisini
skulu velja okkum, leggur
hann afturat.
Og hann er rættiliga bjart
skygdur, tí hann heldur ikki,
at tað er heilt veruleikafjart,
at tey fara at fáa tvey umboð
á Føroya Løgting, tí tað er hjá
rættiliga nógvum fólkum,
at tað er eitt hjartamál, at
kannabis skal vera lógligt í
Føroyum.
Sjálvur ætlar Hallur Hjal
grímsson Djurhuus sær at
stilla upp fyri nýggja flokk
in, og nógv bendir á, at eitt
annað valevni verður Arn
finn á Birtuni, sum í nógv ár
hevur verið heitur talsmaður
fyri at gera kannabis lógligt í
Føroyum.
Hava bara eitt
endamál
Hallur Hjalgrímsson Djur
huus sigur, at talan er um
ein flokk, sum ikki hevur eitt
politiskt endamál í vanligum
týdningi.
– Vit fara til val upp á
eitt einasta mál, og tað er at
kannabis skal vera lógligt í
Føroyum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at
í øllum øðrum, politiskum
málum, verður støða tikin
frá máli til mál.
Men Hallur Hjalgrímsson
Djurhuus leggur dent á, at tá
ið tey tosa um at kannabis
skal vera lógligt, merkir tað
ikki, at endamálið er at tað
skal fáast til keyps á hvørj
um horni.
– Vit hugsa fyrst og fremst
um, at tað skal vera púra
lógligt hjá sjúklingum at
fáa kannabis til medisinska
nýtslu, sigur hann.
Hann tvíheldur um, at
tað er skeivt, tá ið læknar og
onnur, føra fram, at tað ber
til at fáa kannabis til medis
inska nýtslu í Føroyum.
– Í heilt ávísum førum
ber tað til at fáa heilivág
við einstøkum úrdráttum
úr kannabis í, men tað er
ikki nøktandi eftir okkara
tykki, tí tað eru yvir 100 evni
í kannabis, og tað eru øll
evnini í kannabis, sum til
samans geva tann linnandi
virknaðin, sigur hann.
Hann
leggur
afturat,
at fólk skulu endiliga ikki
trúgva honum treytaleyst,
men hann heitir tvørtur
ímóti á fólk um at leita á int
ernetinum eftir tilfari um
kannabis sum heilivág, tí so
kunnu tey gera sínar egnu
niðurstøður.
– Men eitt, sum aftur og
aftur verður ført fram um
kannabis, er, at tað er ikki
ganskað nógv væl. Hetta er
beinleiðis skeivt, tí kannabis
er granskað í áratíggjur og
í roynd og veru eru tað ikki
nógv evni, sum eru so væl
granskað um nettupp kanna
bis. Serliga í Ísrael hava tey
gingið undan á hesum øki í
áratíggjur, leggur hann aft
urat.
– Og tað hevur avgerandi
týdning, at eisini vit fáa
umboð á Føroya Løgtingi,
so at vit fáa sett kannabis
á politisku dagsskránna, á
jøvnum føti við fiskivinnu,
samferðslu, og øll onnur mál,
sigur stigtakarin til nýggja
flokkin.
Kannabis til fólkið
Hallur Hjalgrímsson Djur
huus staðfestur kortini, at
hóast tey fyrst og fremst
hugsa um at gera tað lógligt
at at fáa kannabis til medis
inska nýtslu, er tað – í longd
ini – eisini endamálið at
virka fyri, at kannabis verð
ur lógligt, sum so.
– Men tað skal vera undir
eftirlitið. Vit halda framvegis
ikki, at tað skal vera loyvt at
selja hassj á hvørjum geilar
horni, men vit halda, at fólk
skulu skulu sleppa at hava
sínar egnu kannabis-plantur
til egið brúk, sigur hann.
Hann heldur eisini, at
sum frálíður eigur kannabis
eisini at verða at fáa í
úrvaldum handlum, kanska
á apotekinum og í Rúsuni.
Arnfinn á Birtuni, sum
eisini var við í átakinum,
sigur,
at
ein
stórur
trupulleiki við svarta kanna
bis marknaðinum er, at ong
in vørulýsing er á tí. Verður
tað
hinvegin
selt
undir
skipaðum
viðurskiftum,
hava vit trygd fyri at vøran
er í lagi.
– Okkara endamál er
at gera kannabis lógligt
í
Føroyum
og
at
taka
avgerðarrættin
yvir
kannabisplantuni
úr
hondunum
á
politik
arunum,
landslæknanum
og landsapotekarunum, og
leggja hana í hendurnar á
fólkinum, sigur Hallur Hjal
grímsson Djurhuus.
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, vinstrumegin, er stigtakari til nýggja flokkin, sum hevur eitt einasta endamál og
hann ætlar sær sjálvur at stilla upp. Arnfinn á Birtuni, høgrumegin, verður væntandi eisini eitt av valevnunum
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
5 KBU størv
Umsóknarfreist 25. juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til
Psykiatrisku deild
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Sjúkralingasamskipari til Uttanlandstænastuna
Umsóknarfreist 19. Juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til B6
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Fysioterapeutur til Fysioterapideildina
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Kliniskur útbúgvingarsamskipari til
sjúkrarøktarfrøðilesandi í sjúkrahúsverkinum
Umsóknarfreist 22. Juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiskt
ambulatorium.
Umsóknarfreist 25. Juli 2018
Ljósmóðir til Føðideildina
Umsóknarfreist 27. Juli 2018
Starvsfólk til Kafeina
Umsóknarfreist 31. Juli 2018
Læknarskrivarar til Skurðdepilin
Umsóknarfreist 26. Juli 2018
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo