mánadagur 16. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mildrið Jacobsen
mildrid@sosialurin.fo
– Tað hevur øgiliga nógv við álit
at gera. Um eg hevði byrjað at iv
ast, so hevði tað als ikki borið til,
sigur 49 ára gamli Uni Rasmussen,
sum gjørdist blindur eftir eina
ferðsluvanlukku í 1990, og nú hevur
súkklað til París saman við 48 øðr
um súkklarum á føroyska Rynke
by-liðnum.
– Eg mátti hava fult álit á tí,
sum eg fekk boð um at gera. Eg var
næstan sum ein robottur, sigur Uni,
sum súkklaði á einari tvísúkklu
saman við Henrik Kølleskov og
Mariu Svabo Hansen, ið bæði hava
súkklað til París við Rynkeby fleiri
ferðir. Tey bæði skiftust um at
súkkla saman við Una á tvísúkkl
uni.
Uni greiðir frá, at tað er alneyð
ugt við góðum samstarvi millum
báðar súkklararnar á tvísúkkluni,
tí pedalurnar fylgjast.
– Tann, sum situr frammanfyri,
sigur, hvat skal gerast og nær.
Tað er nógv, sum skal venjast at
byrja við, og vit máttu samskifta
nógv. Men so við og við lærdi eg at
kenna, hvat hendi við súkkluni, og
hvat tey ætlaðu, og tað var skjótt,
at vit fingu tað at rigga, sigur Uni,
sum hevði súkklað nógv saman við
Henrik Kølleskov og Mariu Svabo
Hansen í Føroyum, áðrenn ferðin
til París byrjaði síðst í juni mánaði.
Kendi seg tryggan
Uni Rasmussen greiðir frá, at um
framt gott samstarv á súkkluni, so
er tað eisini neyðugt at samskifta
alla tíðina.
– Súkklurnar súkkla so tætt, og
tí hevur balansan stóran týdning.
Tá koyrt verður gjøgnum stórar
býir við nógvari ferðslu og ferðslu
ljósum, mugu báðir súkklararnir
eisini reagera skjótt og samstundis,
og tí má samskiftið millum okkum
á tvísúkkluni eisini vera skjótt og
gott, sigur Uni Rasmussen, sum
ikki kendi tað ótrygt at lata allar
avgerðir á súkkluni upp í hendur
nar á øðrum.
– Eg helt tað vera spennandi at
vita, hvussu tað riggaði, tá vit vóru
inni í býum við nógvari ferðslu.
Tað var spennandi at vita, um ein
kláraði at reagera nóg skjótt og á
rættan máta. Og tað gekk ordiliga
væl. Vit duttu ongantíð, sigur Uni,
sum ongantíð hevur verið bangin
av sær, og sum dámar væl at seta
sær sjálvum nýggj mál.
– Tað hevur altíð ligið til mín
at líta á hini, og eg eri ikki bangin
av mær. Um eg ikki hevði havt
álit á teimum rundan um meg, so
hevði tað verið vónleyst, sigur Uni
Rasmussen, hvørs kona Emma var
við á tænastuliðnum hjá Rynkeby.
– Hon var eisini við fyri at taka
sær av mær um kvøldið, tá súkkl
ingin var liðug. Tað hevði eisini
riggað, um hon ikki var við, men
tað, at hon kundi hjálpa mær, var
ein partur av tí, at hon kom við til
París, greiðir Uni frá.
Dámar væl avbjóðingar
Uni, sum gjørdist blindur, tá hann
var 21 ára gamal, dámar væl at
venja. Hann hevur renniband og
rógvimaskinu, sum hann brúkar
javnan heima við hús í Norðagøtu.
Hann gongur eisini nógv og er ofta
gongutúrar millum bygdir við før
arahundi sínum.
Harumframt
súkklaði
hann
nógv, áðrenn Rynkeby-liðið fór av
stað, so hann var væl fyri, tá ferðin
til París byrjaði. Hann hevði heldur
ongar trupulleikar at súkkla teir
knappliga 1400 kilometrarnar til
franska høvuðsstaðin.
– Tað var als ongin trupulleiki
hjá mær at orka at súkkla teinin. Eg
var sjálvandi troyttur, tá súkklingin
var liðug, men eg var líka væl fyri
sum nógv av hinum, sigur Uni Ras
mussen, sum søkti um at sleppa við
á føroyska Rynkeby-liðið, tí honum
dámar sera væl at geva sær sjálvum
avbjóðingar.
Góð kensla
– Hendan ferðin hevur ment meg
nógv, og tað kennist øgiliga gott at
hava súkklað við Rynkeby til París.
– Ítróttarliga eri eg mentur, og
tað hevur eisini ment meg sosialt
at vera í einum sovorðnum bólki
við so nógvum ymiskum fólkum,
sigur Uni Rasmussen, sum heldur
tað vera ómetaliga spennandi at
vera partur av einum slíkum felags
skapi.
– Fólk eru so ymisk. Og ein lærir
nógv um onnur og seg sjálvan, tá
ein livir so tætt saman við øðrum
alla tíðina, sigur Uni, sum eisini
heldur, at tað var eitt sera gott upp
livilsi at vera úti í náttúruni.
– Tú upplivir náttúruna nógv
tættari, tá tú súkklar, og tú upplivir
so nógv meira á súkkluni enn um
tú til dømis koyrir í bili suðureftir.
Bara luktirnir og ljóðini og so eisini
brekkur og hæddir, sum kennast
heilt øðrvísi á súkklu enn í einum
bili, sigur Uni.
– Viðhvørt gav súkklarin framm
anfyri sær eisini stundir til at
greiða frá, hvat hann sá, og hvat
var fyri framman, sigur Uni, hvørs
UNI RASMUSSEN
– Eg mátti líta fult og fast á tað, sum tann frammanfyri segði, at eg
skuldi gera. Tað hevði verið vónleyst, um eg ikki hevði havt fult álit á
teimum rundan um meg. Tað sigur blindi søldfirðingurin Uni Rasmussen,
sum var við á føroyska Rynkeby-liðnum, ið súkklaði til París fyrr í
hesum mánaðinum. Hann heldur, at ferðin til franska høvuðsstaðin
hevur ment hann og lært hann nógv bæði um onnur og seg sjálvan
Team Rynkeby
Føroyar
Føroyska Rynkeby-liðið varð sett
á stovn í 2013. Árið eftir súkklaði
fyrsta føroyska liðið til París, og
síðani hava føroysk Rynkeby-lið
súkklað til París á hvørjum ári.
49 súkklarar og 11 hjálparfólk
vóru við í ferðalagnum hjá Team
Rynkeby Føroyum í ár.
Team Rynkeby Føroyar hevur
savnað meira enn fýra milliónir
krónur, sum eru farnar í ein
grunn, sum Krabbameinsfelagið
umsitur.
Peningurin kann bara brúkast
til at hjálpa børnum við
lívshættisligum sjúkum og
familjum teirra. 80 prosent fara
til gransking, og 20 prosent til
at hjálpa børnum og familjum
teirra við einum hvørjum,
ið tey kunnu hava tørv á.
Team Rynkeby
Team Rynkeby er eitt
vælgerðarsúkklulið, sum
á hvørjum ári súkklar til
París fyri at savna pening
til børn við lívshættisligum
sjúkum og til familjur teirra.
Team Rynkeby varð stovnað
í 2002. Team Rynkeby fevnir
nú um 1.900 súkklarar og 458
hjálparfólk á 48 liðnum úr
Føroyum, Danmark, Svøríki,
Finnlandi, Noregi og Íslandi.
Team Rynkeby hevur
savnað slakar 275 milliónir
krónur til norðurlendskar
felagsskapir, ið hjálpa børnum
við lívshættisligum sjúkum.
VÓNLEYST UTTA