Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80 áhugi fyri Rynkeby kom so við og við. Hann hevur eisini kent onkran, sum hevur súkklað við Rynkeby, men hann sendi ikki umsóknina fyrr enn í fjør og slapp við, fyrstu ferð hann søkti. – Høvuðsendamálið við um­ sókn­ini hjá mær var at hava eina av­bjóðing og eitt mál at venja fram ímóti. At tað samstundis er til frama fyri eitt gott endamál, ger sítt til, at ein tekur avgerðina, og at tað gevur upp aftur størri meining, sigur Uni. Hann leggur afturat, at tað hev­ ur eisini ávirkað hann, at ein, sum hevði krabbamein sum barn, var við á Rynkeby-liðnum saman við hon­um. – Tað ger okkurt við ein, sigur Uni, sum ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at søkja um at sleppa við aftur á liðið hjá Rynkeby. Sleppur ikki súkkluni enn Tvísúkklan hjá Una Rasmussen slepp­ur ikki at standa leingi eftir drúgvu ferðina til París. Longu í hesi vikuni verður Uni við í súkklu­kapp­ingini Kring Føroyar, sum byrj­ar mikudagin. Hesa ferð skal hann súkkla í fimm dagar saman við Henrik Kølleskov. Fyrsta dagin verður súkklað úr Kollafjarðardali til Klaksvíkar, hós­dagin verður súkklað í Sandoynni, fríggjadagin í Suðuroynni, leygar­dagin í Eysturoynni og sunnudagin endar kappingin við, at súkklað verður úr Havn til Hvalvíkar og aft­ur til Havnar. Uni sigur, at fyribils verður hetta tann síðsta súkklukappingin hjá honum. Men hann ætlar ikki at sleppa sær av við tvísúkkluna. – Kanska søkir ein aftur um at sleppa við á liðið hjá Rynkeby. Ein veit aldrin, sigur Uni Rasmussen, sum ikki hevur hoyrt um nakran annan blindan, sum hevur súkklað við Rynkeby til París. UNI RASMUSSEN AN ÁLIT