Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! Festivalurin í ár hevur havt nokk av tónleiki til øll. Hóast ein vátan fríggjadag var hýrurin góður, og stemningurin var framúr góður allar dagarnar. Pætur Evensson Hetta er fyrstu ferð, at G! Festi­ val­urin hevur verið so leingi, nú ein dagur varð lagdur aftrat skránni. Hetta hevur riggað stak væl, og fleiri hava verið í Gøtu frá týsdegnum, tá tjaldingarøkið lat upp, til sunnudag. Sunnudagin bleiv ballið liðugt, tónleikurin sløkt­ur, og festivalgestirnir fóru heim.  Av tónleiki á ársins G! festivali var nakað fyri øll. Har var jú lagdur ein dagur aftrat skránni, og G! festi­valurin hevur enn megnað at fylt tónleik til ein hvønn smakk hes­ar fýra dagarnar. Har var bæði ný­mótans poppur, melankoliskur málmur, gospel úr Amerika og før­ oyskur fólkatónleikur. Burtur­sæð frá tónleikinum vóru ótrúliga nógv ymisk tiltøk hildin. M.a. undirhildu podcastvertirnir úr Amatoroyar í Fjósinum, har teir prátaðu um ger­andisviðurskiftir og umrøddu føroysku týpunar. Fólk sluppu ikki inn í Fjósið, so fult har var, so tey savnaðust uttanfyri. Eitt annað tiltak var Screwgongan. Her gingu fólk frá Norðragøtu til Syrðugøtu við tónleiki, megafon og dansi. Børnini á festivalinum vóru held­ur ikki gloymd, og tað syrgdi klovnurin Bubu fyri á Spæli­pláss­ in­um leygardagin. Annars vóru fleiri barnatiltøk hendan dagin, m.a. sand­kapping og ponyríðing. Høvuðsnavnið var enski Rag’n’­ Bone Man, sum er eitt av heitastu nøvn­unum í løtuni. Hann spældi miku­kvøldið, og tað eru deildar mein­ingar um konsertina hjá hon­ um. Hóast eina góða framførslu megn­aði hann ikki at fáa nóg nógv lív í áskoðarafjøldina, sum mann kanska hevði væntað. Aðr­ ar konsertir, sum fólk hava tosað nógv um í ár, hava verið tær hjá Swangah, Úlfur Úlfur, Scarlet Pleasure og Hamferð. Sang­løtan var eisini ein góð løta, har fólk hugnaðu sær og sungu felags­sang­ ir. Tann konsertin, har allar mest lív var í, var nokk tann hjá bretsku diskarunum, Faithless, sum fingu allan Sandin at hoppa og dansa. Fremst skaptist eitt stórt "mosh­ pit", har áskoðararnir hopp­aðu inn í hvønn annan; serliga nógv til hitt­ lagið "Insomnia". Nógvur elektron­ iskur tónleikur var leygar­kvøldið, og aftaná Faithless helt ballið fram í Grundini. Ein grønari G! festivalur Er tað nakað rák í ár, sum hevur skinið ígjøgnum, so er tað at steðga oyðsli. Hetta veri seg bæði oyðsl av plasti og mati. Longu áðr­enn G! byrjaði, boðaðu tey frá, at tey fóru at steðga við at selja ein­nýtis plastgløs og heldur brúka end­ur­ nýtslugløs við panti. Hesi gløsini kundi mann so lata inn aftur til barr­irnar fyri tíggju krónur. Fólk tóku væl ímóti hesum, og tað sást aftur á gøtunum, tí har vóru eingi gløs at síggja sløðandis runt nakra­ staðni. Var tað onkur, sum skuldi finna uppá at blaka sítt glas vekk, vóru børn beinanvegin klár at samla tað upp aftur, tí so kundu tey selja tað. Eitt áhugafelag, ið ynskir eina meira umhvørvisvinarliga mat­ skip­an í Føroyum, er VistGrøði. Tey høvdu ein bás í Syrðugøtu og seldu har gerandismatvørur í leysvekt – hetta eisini fyri at minka um oyðsl av plasti. Ikki bara plasti, men eisini av mati. Mann keypir uttan em­ballagu og fær tað, mann hevur brúk fyri; so fer hvørki matur ella plast burtur. Tann eina dagin varð skipað fyri tiltak­inum “Diskosúpan”. Tað var felags­skapurin Slow Food Føroyar, ið stóð aftanfyri, og hevði fingið hjálp frá kokkinum Poul Andrias Ziska at gera eina súpan. Suppan var gjørd av avlopsgrønmeti. Grøn­ meti, sum handlar hava ætlað at G! EIN GÓÐUR GRØNA FESTIVALUR ER AV