mánadagur 16. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
blaka burtur, varð gjørt til eina
leskiliga suppu og bjóðað til G! gest
irnar.
Tað sær altso út til, at her er ein
grønari og umhvørvisvinarligari
tendensur á G! festivalinum.
Maturin, sum hesi tvey síðst
nevndu borðreiddi við, var tó
næstan tað einasta, sum vegetarar
høvdu møguleika at eta. Annars
vóru har nudlir, men hetta var ikki
nokk, sambært fleiri av vegetarisku
festivalgestunum. Fyri at tosa um
restina av matinum á festivalinum,
má sigast, at hann var vælsmakk
andi og fjølbroyttur. Har var alt frá
klassiska G! burgaranum til butter
chicken og fiskasuppu. So tað var
ringt at ganga svangur á G! - um
mann ikki var vegetar.
Regn og vindur hoyrir til
Fríggjadagin regnaði tað illa, og
ímóti kvøldinum byrjaði vindurin
ordiliga at leika í. Fleiri festival
gestir fingu sítt telt gjøgnumbloytt
og oyðilagt, so tað var eitt sindur
óheppið fyri tey. Men tað hevur
ofta verið verri enn hetta undan
farin ár, og dagin eftir var veðrið
longu væl betri. Hóast nógv regn
og óveður fríggjadagin, virkaði
tað ikki sum, at tað ávirkaði lagið
á festivalgestunum. Veðrinum eru
vit ikki sjálvi harrar yvir, men tí er
tað gott, at mann kann fyrireika
seg. Regnjakkin bleiv bara funnin
fram, og góði hýrurin helt fram í
regninum. At fólk duga at hugna
sær á G! festivalinum var hetta
prógv um.
Tað var ikki bara í Gøtu, at
veðrið var ringt. Í Vágum var
mjørkin tjúkkur, og hetta darvaði
flogferðsluni allan dagin. Fleiri
flogfør við útlendskum tónleikar
um fingu ikki lent, og hetta hevði
við sær, at G! mátti gera nakrar
broytingar í skránni. Brothers
Moving og Eivør vóru flutt til dagin
eftir. Í teirra stað komu Hogni og
Iris Gold, sum áttu at spæla leyg
ardag. Hetta vísir vælvild frá tón
leikarunum, at tey vóru klár at
traðka fram og hjálpa bæði G! og
hinum tónleikarunum, nú umstøð
urnar vóru, sum tær vóru.
G!
ARI
V