mánadagur 16. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagin hin 18. juli
fyllir Poul Olsen í Vági 100 ár.
Føðingardagurin verður hildin
við móttøku á Hamragarði í
Vági frá klokkan 14-18.
Svartbakur dregur fuglin
av rókini og rænir eggið
- Myndin av svartbakinum sum dregur lomvigan út av eggini
og síðan rænir eggið, sigur alt, og vit menniskju hava í slíkum
føri onga ávirkan ella ræði á, hvussu náttúran háttar sær, sigur
Sjúrður í Koltri í forvitnisligari eygleiðing í Lonini herfyri
Vilmund Jacobsen
Sjúrður Joensen, róptur Sjúrður
í Koltri, hevur aftur saman við
øðrum verið niðri í Lonini í
Sandoynni og hugt eftir, hvussu til
stendur við lomviganum.
Dagurin hesaferð var hin 12. juli.
Fyrr í summar vóru teir eis
ini niðri í Lonini og hugdu at um
støðunum.
- Lonin er eitt av teimum stóru
bjørgunum vestan fyri á Sand
oynni, har eitt stórt tal av fugla
meingi heldur til, eitt nú lomvigi,
álka, lundi og havhestur.
Eftir fyrra av nevndu túrum í
Lonini, segði Sjúrður í Koltri so
leiðis:
- Vit, sum síga og ganga í bakk
anum, kenna bjørgini og staðið.
Vit, sum hava áhuga fyri hesi 1000
ára gomlu veiðimentan, fegnast
um tað fuglalív, sum her er, og vit
fegnast ikki minst um, at talið av
lomvigareggum og pisum aftur
hevur verið veksandi hesi seinastu
3-4 árini.
Sjúrður í Koltri legði aftrat, at
tað uttan iva er meira føði í hav
inum – og at fuglinum ikki nýtist
at fara so langt eftir føðini - sum
ger, at sjófuglurin nú aftur tykist
nørast í tali.
Hann sigur seg fegnast um hesa
gongd, soleiðis at tað vónandi aftur
verður grundarlag fyri at søkja
fuglin í bjørgunum.
Nú teir vóru niðri aftur í Lonini
beint fyri hálvan juli, heldur Sjúrð
ur í Koltri fyri, at her stendrur betri
til, enn tað hevur gjørt seinastu 3-4
undanfarnu árini.
- Her eru pisur, men verri enn so
alt er útkomið. Her vantar ein góð
vika, so er alt brostið fyri nev.
Forvitnislig eygleiðing
Í sínari eygleiðing í Lonini henda
dagin vísir Sjúrður í Koltri á eina
hending, har ein stórur svartbakur
við nevinum tekur í veingin og
hálar ein lomviga av rókini og síðan
rænir eggið.
Samstundis vísir hann á, hvussu
náttúran er bygd upp, har lomvigin,
sum soleiðis missur eggið, verpur
uppaftur, tá tað fyrsta eggið er
rænt.
- Myndin av svartbakinum sum
dregur lomvigan út av eggini og
síðan rænir eggið, sigur alt, og vit
menniskju hava í slíkum føri onga
ávirkan ella ræði á, hvussu nátt
úran háttar sær, leggur Sjúrður í
Koltri aftrat í hansara forvitnisligu
eygleiðing í Lonini henda dagin.
Gevst nú hjá
kommununi
Vilmund Jacobsen
Roddmar Næs, ið hevur starv
ast sum arbeiðsmaður sein
astu 19 árini, fyrst hjá Leirvíkar
kommunu og síðan hjá Eyst
urkommunu, hevur nú valt at
gevast í starvinum.
Nú arbeiðsmaðurin gevst
hjá kommununi, bjóðaði Eyst
urkommuna sínum starvsfólki
saman við Roddmari Næs til
morgunmat í býráðshúsunum
í Norðragøtu.
Sum gávu fyri trúgva tæn
astu og gott samstarv hesi
19 árini, fekk Roddmar Næs
dreygubonk frá Eysturkomm
unu.
Tað er ein virðiligur siður,
sum nakrar kommunur hava
lagt seg eftir, at bjóða til mót
tøku, tá starvsfólk hava ser
stakar dagar - antin talan
er um serligar ársdagar ella
merkisdagar annars.
VEGNA SUMMARFRÍ verður kommunuskrivstovan
hjá Runavíkar kommunu stongd í døgunum 23.
juli til 10. august. Meðan stongt er, verður víst
til kunningarstovu, verkstaðið og vatnverkið.
Tórbjørn Jacobsen plagdi annars at siga, at tað
er ikki ein býur, sum sløkkir klokkan 17.
1000 tons av
skervi og asfalti
Parkeringsplássini við ferjuleguna á
Gomlurætt verða í næstum flutt av eystur
síðuni og vestur um omankoyringarvegin
Vilmund Jacobsen
Broytingin fer at merkja, at
bilarnir, sum standa parkeraðir
á Gomlurætt, ikki longur skulu
standa eystan fyri, men vestan
fyri omankoyringarvegin.
Fyri eini tíð síðan varð alt
grótið, sum hevur ligið undir berg
inum á Gomlurætt og suður ímóti,
har tunnilsmunnin til Sandoyar
tunnilin skal verða, ruddað burtur.
Tað var fyritøkan, P/F HV
Lützen, sum gjørdi hetta ar
beiðið, og her var talan um 1500
rúmmetrar av gróti, sum lá undir
berginum.
Nú er so eftir at flyta parker
ingsplássini eystaru megin oman
koyringina vestur um vegin.
Seinasta fríggjadag komu bilar,
trumlur og onnur akfør hjá entre
prenørfelagnum Kreton oman á
økið.
- Í fyrstu syfti skulu vit slætta
økið við skervi, og síðan verður
alt asfaltterað, sigur umboð fyri
Kreton.
Kreton legði aftrat, at samlaða
økið, sum skal javnast út og av
faltterast, liggur um 3.500 fer
metrar, og her skulu brúkast um
leið 500 tons av skervi og 500 tons
av asfalti.