Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80 Hetta er tíðin, tá fjøllini verða gingin, og seyðurin verður royttur. Myndin er tikin á Strondum, tá seyður úr Heygshaga varð royttur. Einar’s Gin á ólavsøku Einar's Gin frá Føroya Bjór verður fyrstu ferð selt alment til ólavsøku í ár Vilmund Jacobsen Tá floksmannadagur var í Hattarvík seinasta leyg­ar­ dag, tóku kokkur og hjálp­ar­ fólk ímóti gestunum, tá tey komu aftur av gongutúri. Kjøtið, sum hevði verið niðurgrivið og hevði staðið og stokt í nakrar tímar, varð nú uppafturgrivið, meðan fólk stóðu og hugdu at, og síð­an varð borðrreitt. Afturvið kjøtinum fingu gestirnir eisini før­oyskt fram­leiddan Gin-snaps og ser­fram­leidda Floks­manna­ bjór, kryddað við góðum før­ oysk­um urtum. Hetta var fyrstu ferð, at Einar's Gin frá Føroya Bjór varð skonkt, og so­leiðis kunnu vit siga, at nýggja bryggið her hevði sína primi­ eru á floks­manna­degn­um. Í Hattarvík greiddi stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, frá virk­seminum hjá fyritøkuni í Klaksvík, og Ingvar Joensen, stjóri, greiddi eisini frá virk­ seminum hjá Tavuni, sum í Hattarvík borðrreiddi við sild og brislingi. Johan Mortensen, íbirt­ ari, veit at siga, at Einar's Gin frá Føroya Bjór fyrstu ferð verður selt alment til ólav­søku í ár, og tá verður før­oysk gin, kryddað við før­ oysk­um urtum, at fáa hjá Rús­drekkasølu Landsins. Soleiðis gongur fiskiveiða Vilmund Jacobsen Í dag landar eitt ísfiska­ línu­skip, sum hevur fiskað í íslendsk­um sjógvi, og skipið hev­ur mest av toski. Fýra ísfiskalínuskip fiska á Rygginum. Tey fáa mest av toski og so nakað av svart­kalva og blálongu. Tvey ísfiskalínuskip fiska á Byrenbanka, og tey fáa mest av svartkalva og toski. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini trý ella fýra ísfiskalínuskip koma inn at landa hesa vikuna. Um útlitini til útróður verð­ur sagt, at streymurin verð­ur harður, men vænt­andi er, at veðrið verður brúki­ligt. Tí verður roknað við, at nakað av útróðrarfiski verð­ur, tó mest av snellufiski. - Teir, sum fiska við línu, fáa lítið av fiski, men teir, sum fiska við snellu, hava brúki­ligan fiskiskap. Bara fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi koma skipini inn at landa miðskeiðis ella seinni í hesi vikuni. Trý partrolarapør fiska fram­vegis gulllaks. Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Annar fisk­ar stinglaks, og hin fiskar svart­ kalva og kongafisk. - Møguliga koma báðir djúp­vatnstrolararnir inn at landa hesa vikuna, verður lagt aftrat. Fýra trolbátar eru til fiskiskap, tveir eru á land­leiðini, og tveir eru norð­anfyri. - Teir, sum eru á land­leið­ ini, koma inn at landa í dag, og hinir báðir koma helst inn at landa miðskeiðis í hesi vik­ uni, verður lagt aftrat. MENTANARNÁTT: Mentanarnáttin, sum upprunaliga skuldi verða á Tvøroyri hin 6. juli, verður í staðin fríggjadagin 20. juli. Fyrireikararnir siga, at rúgvusmikil skrá verður kunngjørd í dag, mánadagin 16. juli á middegi. Ólavur kryddar og turkar grind Um jóltíðir í fjør, tá Tavan kryddaði brisling, kom Ólavur Sjúrðarberg inn á gólvið, og hesum spurdist okkurt forkunnugt burturúr Vilmund Jacobsen Umframt góða og væl­ smakk­andi kjøtið hjá Sím­ uni Gullaksen, sum fólk fingu at eta í Hattarvík á floks­manna­degnum seinasta leygar­dag, var eisini høvi hjá gestunum at royna kryddsild og brisling, sum Tavan í Leir­ vík framleiðir og sum út­ lendsk­ir keyparar lata so sera væl at. Á floksmannadegnum varð eisini borðrreitt við turr­ ari grind, kryddað við sama svenska kryddi, sum Tavan í Leirvík kryddar sildabitar við. Tað var formaðurin í Grinda­mannafelagnum, Ólav­ur Sjúrðarberg, sum hevði kryddað og turkað grind­ina. - Um jóltíðir í fjør, tá Tav­an kryddaði brisling, kom Ólavur Sjúrðarberg inn á gólvið í Tavuni. Hann gjørdist hugtikin av svenska krydd­inum og gjørdi av at royna hetta við grinda­likk­ um, sum hann hevði skorið og ætlaði sær at turka. Likkj­ ur­nar vórðu marin­er­að­ar í kryddi og hongdar upp at turka. Johan Mortensen, íverk­- seti sigur, at á floks­manna­ degnum var hetta gastro­ nom­iska íkastið, sum krydd- ­að­ar og turkaðar grinda­ likkjur eru, roynt og fólk, sum vóru í Hattarvík henda dagin, lótu sera væl at smakkin­um. - Turra grindin smakkaði væl og hevði fingið ein heldur bleytari konsistens. Likkjurnar vóru skornar í sera tunnar grindabitar og lagdar oman á rósubløð av rósuni, Rosa Ragusa, sum smakkar sera væl og sum nú stendur í blóma kring landið. Aftur við turra og kryddaða grindabitanum var eisini ein lítil spikbiti og eplabiti. Johan Mortensen sig­ur, at bæði føroyingar og út­lend­ ingar, sum vóru í Hattarvík henda dagin, dámdu væl “rósu-grindina”, sum hann róp­ar hana. - Tað er slett ikki óvist, at hetta ikki kann gerast ein summarrættur, sum vit fara at síggja meira til í fram­tíðini, sigur íverksetin sum heldur, at tað verða slík­ar øðrvísi stevnur sum floksmannadagurin í Hatt­ ar­vík, sum fara at menn­ast í Føroyum í framtíðini. Ólavur Sjúrðarberg og Johan Mortensen – her við toski og hýsu av Føroyabanka. Nú hevur Ólavur eisini gjørt royndir við at turka kryddaða grind