Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 10 Sosialurin Oddur Dimon farin 57 ára gamal Gravtalan sum Jónsvein Bech, prestur, helt yvir Odd Dimon í Tvøroyr kirkju 12. juli Sorrig og glæde de vandre til hobe Lykke, ulykke de gange på rad. Soleiðis syngur gamli Kingo í einum av sínum sálmum. Í einum yngri sálmi frá øðr­um umhvørvi kemur sama lýsing av okra lívsvilkorum til orðanna. Í sínari umseting av yngra sálminum gevur Mikkj­al av Ryggi honum ein meira heimligan dám: Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, Byrur og andróður skiftast um høv. Í hesum báðu sálmunum verða okur mint á, hvussu sár­bar og útsett okur menn­ iskju eru, og hvussu skjótt gleðin kann skifta til svíð­ andi sút. Tvær ferðir seinastu vik­ ur­nar hava okur upplivað hetta, tá menn, enn í góðum ár­um, bráddliga eru ryktir burt­ur. Í fyrra førinum í eini ar­beiðs­vanlukku. Og so aftur nú fríggja­dag­ in, tá okur fingu deyðsboðini av Oddi. Ikki minst í hesum føri upplivdi okur, hvussu brád­ligt skifti ímillum gleð­ ina og ta svíðandi sútina kann vera. Tórsdagin kundu fleiri av ok­um gleðast saman við tyk­um báðum Jonny og Áka, tá tykur hátíðarhildu tykra diamantbrúdleyp – ein dag­ ur, sum bara er lagaður teim­ um fáu. Sjálvandi var Oddur við til tað. Og fyri okum øðr­ um var hann ikki øðrvísi, enn hann altíð var vanur at vera. Og sum tú Áki segði tað, at tá hevði tú hugsað um at sagt nøkur orð við tað høvi, um hvussu heppin tykur høvdu verið at fingið so nógv ár saman. Hvussu góð tey høvdu verið og alt tykur vóru sloppin undan, í mun til so nógv onnur. Og so vakna upp aftur fríggj­a­dag­in til hesi sorg­ar­boð­ini, at Oddur ikki meira var tykra mill­um. Eftir hann stendur eitt stórt tómrúm, báði hjá tykum og í býarmyndini yv­ir­høvur. Tí Oddur fylti nógv, har hann var. Mær er sagt um hann, at hann sum smádrongur var sera kúll­a­s­ lig­ur og eru nógva søgur um hans­ara skálkagerðir. Á ein góð­an hátt varðveitti hann nakað av hesum dreingj­a­ lynd­i­num í sær. Var hetta nak­að av tí, sum gjørdi, at hann fylti so nógv sum hann fylti, har hann var. Men har komu eisini allir hansara góðu eginleikar til sín rætt. Í tí virkna lívinum byrjaði Odd­ur sína lívsleið við at fylgja í abbans og faðirs fót­ a­sporum. Hann byrjaði at ar­beiða á kondittarínum. Fór síð­an til Danmarkar at fáa sær út­búgv­ing sum kon­ ditt­ari, fyrstu tíðina í Vir­um, seinni á kenda kon­ditt­ar­í­ num Glace. Har var hann m. a. við til at gera køku til at fagna bat­met­on­spælaranum Lene Køp­ken, tá hon gjørd­ ist heimsmeistari, og fekk premiu fyri tað. Heima­aft­ ur­kom­in kom hann aftur á kon­ditt­ar­í­ið og yvirtók tað síð­an. Og dreiv hann tað inn­ til 2006, tá tykur seldu tað. Men hann var eisini virk­ in á øðrum økjum. M. a. var hann við í brandliðnum og nú hann fór, var hann brand­ meist­ari ella átaksleiðarin, um­framt at hann eisini hevði aðrar kommunalar upp­gáv­ur. Oddur var ein eldsál, har hann var við. Tá hann setti sær nakað fyri fór hann heil­ hjart­að­ur til verka og dugdi væl at skipa fyri. Nýggj­árs­ haldið var eitt av hes­um, var formaður í nýggj­árs­nevnd­ ini. Var eisini íðin í nevnd­ar­ ar­bei­ð­num í TB. Sum yngri íðkaði hann eis­ini ítrótt. Var á lands­lið­ num í borð­tenn­is og hond­ bólti. Var eisini Før­oy­am­eist­ ari í Billiard. Men tað hann fyrst og fremst var, var hann fyri tyk­um hansara kæru. Tí vant­aðu tykum heldur ikki lýs­ing­ar­orð, fyri skuldu lýsa hann, hvat hann var fyri tyk­ um. Fittur, hjálpsamur, um­ sorg­an­ar­full­ur, góð­ur, sjar­ merandi, ein góður maður, pápi og ein fan­tast­isk­ur abbi. Ida er fyrsta abbabarnið, og er tískil eisini so heppin, at hon hevur kent abban longst og fingið mest gleði av hansara blíðliga lyndi. Lisa, ið bara er tvey ár, hevur eis­ ini havt stóra gleði av abb­a­ num og vóru eisini tey bestu vinir. Og sluppu tær al­tíð við abbanum Abbin var eisini sera góður við lítla Heina, sum tíverri enn er ov lítil til at uppliva, hvussu góð­an abba hann hevur átt. Sami kærleikin og vin­ar­ lag rakk eisini til tykum onn­ ur í familjuni, bæði hans­ara egnu og tínari, Majk­en. Eri eg tí eisini biðin um at bera eina heilsan frá sys­t­k­ina­ børn­u­num hjá tær í Íslandi, sum tí­verri ikki høvdu møg­ u­leika at vera við her í dag, Maiu, Ragn­heiður og Jóna Báru við familjum. Hóast okur vita at skiln­ að­ar­stund­in fyrr ella seinni kem­ur, og okur sleppa ikki at av­gera nær ella hvussu hon kem­ur, so kennist tað al­tíð svárt at siga farvæl. Tí vilja eisini tykur, sum stóðu Oddi nær, kenna stóra sorg og sakn, nú hann ikki er meira. Men væl­sign­il­s­ini, kærleikan og tey góðu minnini og harvið takk­semi fyri tað, hann var fyri tykum, eiga tykur eftir. Harr­in troysti og styrki tykum við tí troyst og tí vón, hann við Jesusi Kristi hevur givið okum. Ják. 4, 13. 14. Og nú tit, sum siga: »Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinn­ing,« tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørj­um er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjón­lig­ur og so hvørvur burt­ ur. “Í veruleikanum er tað bara eitt ok­ur menniskju skulu. Ok­ur skulu øll doyggja. Alt annað okur náa og fáa, áðrenn okur koma so langt, er nakað okur fáa loyvi til.” Nakað soleiðis hoyrdi eg einaferð ein dansk­an prest taka til í eini præd­iku. Hon helt á við at end­ur­gev­a úr eini grein, har høv­und­ur­ in nevndi nøkur ráð, pápi hansara hevði givið hon­um. M. a. hvønn morgun at vera stillur í 5 min., fyri at minna seg sjálvan á, hvussu stórt tað var, at hann enn ein­a­ferð fekk loyvi til at fara und­ir ein nýggjan dag. Ikki fyri at tankin um tað skuldi ræða hann. Men fyri at á­sanna, at tað er eingin sjálv­fylgja,og fyri at hann skuldi gerast enn meira til­ vit­andi um at brúka tíðina og møg­u­leik­arnar, júst hesin dag­ur­in gav honum, á ein slí­k­an hátt, at hann kundi gleðast um tað, og onnur –fyrst og fremst hansara kæru kundu takka fyri tað. Nógv av okum hava lært hetta sama, tá okur sum børn vóru lærd at biðja morg­un­ og /ella kvøldbøn, at signa ok­ um og befalla okum í Guds hendur. Og vónandi eru okur ikki blivin vaksnari enn so, at okur framvegis gera tað. „Tað einasta okur øll skulu, tað er at okur skulu øll doyggja.“ Einasti munurin er tíð­ar­s­keiðið okum er lagað at liva. Eisini er ymiskt, hvussu lívið lagar seg hjá ok­um, og undir hvørjum um­støð­ um okur koma at liva tað. Tí verður tað eisini ym­iskt hvussu tey, sum eft­ir eru, uppliva seinastu frá­ferðina hjá einum av teirra kæru. Í nøkrum førum kemur tað óvæntað og dátt við, og eftir okra metum alt ov tíðliga, soleiðis sum tað gjørdist í hesum føri. Í øðr­ um førum unna okur tí, sum farin er, endiliga at hava fing­ið frið, um enn tað eisini tá kenn­ist svárt og tungt at siga einum av okra kæru far­ væl. „Tað einasta okur øll skulu, er at einaferð skulu okur doyggja.“ Tað eru vil­kor­ ini okur liva undir her í tíðini. Okur menniskju kunnu ikki steðga tíðini ella seta okum uttanfyri tað inn­i­hald, okra tíð kann fáa. Hvussu okur inn­rætta okum, og hvussu ok­ur tilrættaleggja okra brúk av tíðini og teimum møg­u­ leik­um, hon gevur okum, tað eru ok­ur fyri ein stóran part harr­ar yvir. Men sjálvari tíði­ ni eru okur ikki harrar yvir. Her liggur tí eisini okra ábyrgd: Hvussu okur liva og brúka okur tað lív og teir møguleikar, okum fáa loyvi til at liva og virka í. Tí sum menn­iskju eru okur ikki bara einstaklingar. Okur hoyra til í ein­um samanhangi. Okra við­ur­skifti viðkoma eisini okra kæru. Okur eru ikki harrar yvir tíð­ini. Tað er Gud. Hann setti sólina á himmalin at lýsa um dagin og mánan og stjørn­ur at lýsa á nátt. Hann er tíð­ ar­innar harri. Tí sigur okra brúk av tíðini og tað inn­i­ hald okur geva henni, í tann mun okur kunnu gera tað, nak­að um okra viðurskifti við hann! Men júst okum, sum liva und­ir hesum korum, hevur Gud í síni náði og kærleika tik­ið sær av. Gud hevur gripið inn í tíð­ ina. Ikki bara við at seta tíð­ ar­inn­a­r ur í gongd, men við sjálv­ur við syni sínum Jesusi Kristi at trína inn í okra tíð, fyri at liva lívið saman við ok­um og vera við okum á okra lívsferð, so at okur ong­ an­tíð standa einsamøll við tí, sum nú einaferð kann fella okum í lut á lívsleiðini. Tá tíðin var fullbúgvin, sendi Gud son sín í heimin, ikki fyri at døma heimin, men fyri at frelsa hann og harvið okum. Og ein dag kemur hann aftur at døma livandi og deyð. Hetta er karmurin kristintrúgvin setir um okra lív og tilveru, og sum ger tíðina virðismikla. Við Jesusi hevur Gud gjørt upp fyri alla okra synd og skuld. Og vegna Jesu sáttargerð, sum hann við sínum deyða og uppreisn hevur fullført okra vegna, er givin okum ein bjarging og vón og ein framtíð, sum sjálvt ikki deyðin kann hótta ella taka frá okum. Í Jesu frelsaranavni er vón fyri framman. Ein livandi vón, sum er troyst og bjarging í lívi og í deyða. Hon er troystin og vónin, tá okur sita eftir við sorgini og sakninum eftir ein av okra kæru. Hon er troystin og vónin, sum kann bera okum, tá boð eru eftir okum, og okur skulu út á okra seinastu ferð. Jesu frelsaranavn og tann vón okum er givin við honum ger, at okur við trúgv og vón kunnu yvirlata okra kæru, sum fara undan okum, í Guds almáttshendur, eisini teg Odd: Friður Guds tær veri við, Eig um ævir Harrans frið. Amen. THORVALD STOLTENBERG DEYÐUR Fríggjadagin doyði fyrrverandi norski uttanríkis- og verjumálaráðharrin, Thorvald Stoltenberg, 87 ára gamal, eftir stutta sjúkra­ legu. Thorvald Stoltenberg var føddur 8. juli í 1931 í Oslo. Hann er útbúgvin løgfrøðingur í 1957, eftir at hava lisið í Noreg, Eyst­ur­ríki, Sveis, USA og í Finnlandi. Hann kom í starv í norska uttanríkisráðnum í 1958 og gjørdist varakonsul í San Fransisco í 1959-1961. Sama ár gjørdist hann sendiharraskrivari í Beograd, har hann var til 1964. Árið eftir vendi hann heim til Noregs og gjørd­ist skrivari hjá uttanríkisráðharranum í 1965. Hann var í sjeytiárunum ráðharri í fleiri javnaðarstjórnum. Thorvald Stolten­ berg er pápi NATO-aðalskrivaran Jens Steltenberg, sum var forsætisráðharri í Noreg frá 2000 - 2001 og frá 2005 til 2013.