Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðindaskriv Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu leygar­dagin. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kapp­ ingin - útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu før­oysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara lands­lið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst. Indiski stórmeistarin Srinath Narayan­an var flúgvandi í Vág­um og vann kappingina sann­førandi. Helgi Dam Ziska, sum var styrkis­ mettur sjálvurannar numm­ar tvey, endaði á deildum fjórða plássi við seks av níggju møguligum stigum. Helgi missir tvey ratingstig, talan var tí um miðarúrslit hjá okkara stórmeistara. Í níggjunda og síðsta umfari í gjár vann Helgi við svarta fólkinum á John Arna Nilssen. Høgni Egilstoft Nielsen, sum nú hevur vunnið seg upp á styrkitalið 2400 sum triði før­ oyski telvari nakrantíð - Helgi og John Arni eru hinir - tapti leygar­ dagin fyri toppseedaða enska stór­meistaranum Gawain Jones. Úrs­litið hjá Høgna rakk ikki til nakran IM-norm. Hjá føroysku topp­telvarunum gekst yvirhøvur tolu­ligt, men eingin gjørdi veruliga hol í sjógvin uttan kanska nakrir av teimum yngru. Nevnast kunnu Einar Gregersen úr Klaksvíkar Talv­felag, sum eitt nú vann á til­ komna danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, og Suni í Horni Niel­sen úr Sandavágs Talvfelag. Teir ganga báðir eini 70 ratingstig fram eftir kappingina. STUTTSØGD Levi Hanusarson hevur um vikuskiftið vunnið gull í danskari kapping í racerunning, og í svimjing hevur Magnus Jákupsson aftur vunnið gull og er danskur meistari Stór talvkapping hevur verið í Føroyum seinastu vikuna, og tað var indiski stórmeistarin, Srinath Narayanan, ið fór avstað við sigrinum Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Danski Jannik Vestergaard skiftir úr týska Borussia Mönchengladbach til Southampton í Premier League, har hann hevur fingið sáttmála fram til 2022 og gerst dýrasti danski spælarin nakrantíð. Tað hevur nevniliga kostað Southampton 151 milliónir krónur at keypa 25 ára gamla verjuleikaran leysan, og tað er eitt vet meira enn Thomas Delaney kostaði Borussia Dortmund at keypa úr Werder Bremen fyrr í summar. Hann kostaði 150 milliónir krónur. Jannik Vestergaard, sum er tveir metrar høgur og uppvaksin í Brøndby IF, kann enda við at kosta heilt upp til 180 milliónir krónur alt eftir hvussu hann klárar seg í Southampton. HONDBÓLTUR Team Klaksvík hevur fingið ein nýggjan danskan leikara í hópin. Talan er um Christoffer Madsen, ið spælir vinstri bakkur ella spælskipari. Tað skrivar Norðlýsið. Christoffer Madsen er 27 ára gamal og úr Hillerød. Hann er komin til Føroya tí at hann skal vera høvuðsungdómsvenjari hjá Tjaldrinum í Runavík. Christoffer verður ikki einasti danin í Team Klaksvík-hópinum næsta kappingarár, tí fyrr í ár gjørdi felagið eisini sáttmála við Mathias Astrup, sum – umframt at vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum – eisini skal vera málverji á besta mansliðnum, har danski Mark Dahl er skiftur til StÍF. PARASPORT Teir báðir føroysku Racerunning- íðkararnir, Levi Hanusarson og Martin Johannessen, hava seinastu vikuna verið í Danmark, har teir vegna Parasport Føroyar, saman viđ venjaranum, Gunnari Sivertsen, hava umboðað Føroyar í RaceRunners Camp & Cup á Fredriksberg í Danmark. Tað gekk framúr væl hjá Levi Hanusarson, sum kom aftur við tveimum gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki. Tað gekk ikki eftir ætlan hjá Martini Johannessen, sum tó kann halda høvdið høgt, tí umstøðurnar gjørdu at tað var flott at klára á mál. - Fyri mítt viðkomandi gekk kanska ikki sum ætlað, tí eg bleiv skaddur. Men eg eri stoltur av, at eg á serliga 400 metrum stríddi meg á mál, hóast nógva pínu, sigur Martin Johannesen, sum letur væl at makkaranum. - Levi gjørdi eitt hál við tveimum gull og einum silvuri í trimum teinum. Eg eri heilt ótrúliga stoltur av honum, sigur Martin Johannesen og leggur afturat: - Hetta er meiri enn góðkent. Í morgin ferðast vit heim aftur til Føroya við høvdinum høgt. Sjálvur komi eg sterkt aftur komandi ár, sigur Martin Johannesen at enda. SVIMJING Magnus Jákupsson gjørdist í síðstu viku danskur meistari í 50 metrar ryggsvimjing. Magnus, sum svimur fyri Farum Svømmeklub, svam finaluna við tíðini 25.85 og var væl frammanfyri mótstøðumenninar, sum vóru Andreas Kaas Elmgreen (Lyngby) við tíðini 26.67 og Kasper Schultz (Agfs Svømmeafdeling) við tíðini 26.95. Magnus Jákupsson eigur sjálvur danska metið á hesum teininum. Metið er 25.43, og að setti hann afturi í apríl í 2016. Levi vann gull í Danmark Úrslit: 1. GM Srinath Narayanan, India 2549, 7 stig 2. GM Vitaly Kunin, Týskland 2538, 6½ 3. GM Gawain Jones, Ongland 2670, 6½ 4. IM Maksim Vavulin, Russland, 2552, 6 5. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 2552, 6 stig 9. IM John Rødgård, Føroyar 2319, 5½ 13. Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 2397, 5 14. Rógvi Egilstoft Nielsen, Føroyar 2337, 5 15. IM John Arni Nilssen, Føroyar, 2301, 5 stig Indari endurvann Faroes Open Srinath Narayanan vann Faroes Open Levi Hanusarson vann gull í Danmark Sleppa ikki at spæla í Havn ella Klaksvík – Sjálv Marghøllin verður møguliga góðtikin av EHF, men eg ivist, um alt annað verður góðtikið Tað er ógvuliga ivasamt, um Mikkel Hansen, Landin og aðrar danskar hondbóltsstjørnur koma til Føroya í heyst at spæla móti føroysku landsliðsmonnunum. Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, hevur nú tikið støðu um hallarviðurskiftini í Føroyum. HSF hevði sent umsókn um undantaksloyvi at brúka Badmintonhøllina í Klaksvík, Høllina á Hálsi í Havn og Marghøllina í Vági til EM- undankappingardystirnar hjá Føroyum. Um vikuskiftið kom endaligt skriv frá EHF, at Badmintonhøllin í Klaksvík og Høllin á Hálsi fáa ikki undantaksloyvi. EHF vil tó vita meira um Marghøllina í Vági. Tað er millum annað, hvussu høllin kann hitast, ferðing til Suðuroynna og gistingarmøguleikarnar í oynni. – Sjálv Marghøllin verður møguliga góðtikin av EHF, men eg ivist, um alt annað verður góðtikið, tí tað eru ógvuliga høg krøv til eitt nú ferðingina og gistingina. Hinvegin hevur HSF heldur ikki fíggingina til at hava dystin í Vági. Tað fer at kosta ov nógv at keypa ein hondbóltsvøll og áskoðarapallar við plássi fyri í minsta lagi 2000 áskoðarum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF. Hondbóltssambandið fer nú at taka støðu til, hvussu leikur víðari fer. Fyrsti EM-undankappingardysturin á heimavølli er móti Danmark síðst í oktober.