mánadagur 16. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
12 sjálvmál vórðu gjørd í HM-
endaspælinum hesaferð, og tað er
so ruddiliga nýtt met. Gamla metið
stavar frá 1998, tá ið seks sjálvmál
vórðu gjørd, so sigast kann, at metið
varð tvífaldað hesaferð. Metið varð
longu sett í bólkaspælinum, tá ið
Edson Álvarez hjá Meksiko gjørdi
sjálvmál ímóti Svøríki. Hetta var
sjeynda sjálvmálið í HM, og náddi
talið altso at veksa heilt upp á 12.
Teir, sum hava gjørt sjálvmál
í HM í ár, eru: Edson Álvarez,
Aziz Behich, Aziz Bouhaddouz,
Denis Cheryshev, Thiago Cionek,
Oghenekaro Etebo, Ahmed Fathy,
Fernandinho, Sergei Ignashevic,
Mario Mandzukic, Yassini Meriah
og Yann Sommer.
Fimm ferðir Márquez
39 ára gamli verjuleikarin hjá
Meksiko, Rafael Márquez, hevur nú
spælt við í fimm HM-endaspølum
(2002, 2006, 2010, 2014, 2018). Hann
er einans tann fjórði leikarin, ið
hevur rokkið hesum metinum.
Hinir
eru
Lothar
Matthäus
(Týskland), Gianluigi Buffon (Italia)
og Antonio Carbajal (Meksiko).
Eitt met eigur Rafael Márquez tó
einsamallur, og tað er, at hann er
einasti leikari í heiminum, ið
hevur havt liðskiparabandið
í fimm HM-endaspølum.
Skjótasa gula
Jesus
Gallardo
hjá
Meksiko
fekk
í
bólkadystinum ímóti
Svøríki gult kort eftir
bara
15
sekundum.
Hetta var skjótasta
gula
kortið
í
HM-
søguni. Hann takklaði
Ola Toivonen harðliga,
og
Néstor
Pitana,
ið
seinni eisini dømdi HM-
finaluna, gav honum gult
kort alt fyri eitt. Gamla metið
átti russiski Sergey Gorlukovich,
sum fekk gult kort í HM í 1994 eftir
54 sekund.
FÓTBÓLTUR
HM í tølum:
ÓVANLIGA
NÓGV SJÁLVMÁL
Ikki færri enn 12 sjálvmál vórðu gjørd í
HM-endaspælinum hesaferð, og tað er
væl og virðliga nýtt met. Í hesum HM sóu
vit eisini skjótasta gula kortið í HM-søguni
Alireza
Feghani úr
Iran var besti
dómarin í HM
Néstor
Pitana hevur
júst givið
skjótasta
gula kortið í
HM-søguni