mánadagur 16. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Hóskvøldið í farnu viku lat
flytingarvindeygað aftur í
føroyskum fótbólti. Fleiri
feløg hava gjørt broytingar,
meðan aðrar ikki blivu til
nakað. Millum annað ar
beiddi HB hart fyri at fáa
Patrik
Johannesen
aftur
til føroyskan fótbólt. Hann
skifti undan hesum kapp
ingarárinum til Florø í næst
bestu deildini í Noreg, men
hevur í seinastuni verið
skaddur. Hann hevur millum
annað vant við HB í summar.
Sum skilst, so var tað ikki so
nógv sum skilti partarnar,
men millum annað fór ongin
spælari úr hópinum hjá HB.
Eitt nú ljóðar, at 07 Vestur
vildi leiga John Frederiksen.
Hann spældi við felagnum
í fjør, men skiftið bleiv ikki
til nakað. HB legði fyrr
í
summar
Grétar
Snær
Gunnarson afturat í hópi
num.
Suðringar missa
týðandi spælara
Isaac Shaze heldur ikki fram
hjá Suðringunum. 28 ára
gamli ganesiski miðvallarin
er farin aftur til Svøríki, fyri
at uppfylla treytirnar fyri at
fáa svenskan borgaraskap.
- Sáttmálin er uppsagdur
í sátt og semju. Hann hevur
søkt um fast uppihaldsloyvi
í Svøríki, men hevur fingið
noktandi svar, síðani hann
flutti til Føroyar. Sakin er
uppaftur tikin, men fyri at
lúka treytirnar, so skal hann
hava bústað í Svørík, sigur
Julius Vest Joensen.
Bólttryggi
miðvallarin
hevur spælt 16 dystir í ár.
Onkrar av teimum hevur
hann verið sjónligur, men
samanlagt hevði leiðslan
hjá suðringum ynskt at sæð
meiri frá honum.
- Høvdu vit vita støðuna,
so høvdu vit møguliga ikki
tikið hann til felagið. Hann
vísti í summum dystum, at
hann hevur góð evnir, men
kanska var høvdið ikki heilt
her til seinast, sigur Julius
Vest Joensen.
Suðringar
hava
fingið
tilgongd av Papa Faye úr
Íslandi,
og
Jón
Krosslá
Poulsen,
sum
er
komin
heima aftur frá 07 Vestur,
og Reidar Dahl Joensen.
Hartil eru Rógvi Joensen,
Teitur Justinussen og Heini
Mortensen komnir heim,
men fara at spæla í 1.deild.
Orsøkin er, at um teir gera
sáttmála kunnu teir ikki
skifta aftur til ÍF Føroyar,
fyrr enn eftir ársskiftið.
Skála styrkir álopið
Skála hevur
skrivað
undir sáttmála við Søren B.
Nielsen, sum um vikuskiftið
kemur
úr
Danmark
og
til Føroya, og sum skal
spæla við Skála fram til
kappingarlok.
-Tølini siga, at tað hevur
verið torført hjá okkum at
skjóta mál. Nú eiga vánir
nar at verða betri fyri tí.
Jákup Johansen, sum var
skaddur inntil stutt undan
summarsteðginum,
hevur
longu víst, at hann framveg
is hevur máltev, og í Søren
B. Nielsen halda vit okkum
at hava fingið spælara, sum
kann vera við til at hvessa
og fjøltáttað framrættaða
partin, sigur Eyðun Klak
stein, venjari hjá Skála.
27 ára gamli Søren Nielsen
spældi við 07 Vestur í 2016
og 2017. Sambært faroe
soccer.com spældi hann
í 2016, tá ið 07 Vestur
vann sær uppflyting úr
næstbestu deildini, 20
landskappingardystir
og
skoraði
26
mál. Í fjør
spældi hann 20 dystir í Betri
Deildini og skoraði níggju
mál.
Fleiri onnur skifti
Av øðrum kunnu nevnast,
at Víkingur hevur fingið til
gongd av Karl Løkin, meðan
KÍ hevur skift Marko Dusk
um við 32 ára gamla kroatan,
Predrag Pocuca. B36 hevur
leigað Michal Przybylski,
meðan EB/Streymur hevur
leiga unga klaksvíkini Aksel
Danielsen. Argjamenn hava
eisini leiga ein ungan áleyp
ara, nevniliga Hans Jákup
Annfinsson. Eisini er Andri
Benjaminsen farin aftur til
NSÍ, eftir at hava verið útl
eigaður til Skála.
Flestu broytingarnar eru
farnar fram á Dungasandi,
har Jón Krosslá Poulsen,
Gilli Samuelsen og Nikola
Krcmarevic
eru
farnir,
meðan Sonny Jakobsen og
Charlie Machell eru komnir
til.
Flytingarvindeygað
er
nú latið aftur, og spælarar
kunnu ikki skifta millum før
oysk felag aftur hetta kapp
ingarárið.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Russland
tók av
– hóast
nógvar
fordómar
HM-endaspælið í Russlandi er komið at enda, og
tíðin er komin at taka samanum. Síðani boðini
komu í 2010, at HM skuldi verða í Russlandi, so
hava ræðusøgurnar og atfinningarnar verið
nógvar, men eftir stendur eitt HM-endaspæli, sum
fer í søguna sum eitt av teimum bestu og mest
spennandi.
Eitt HM-endaspæl er ikki ein mynd av, hvussu
eitt land hevur tað. Tað sóu vit í 2010, tá HM var í
Suðurafrika. Tá bleiv HM nærmast innballað og
vart frá øllum, sum kundi geva eina ábending um,
at landið ikki hevur tað so gott.
Millum annað verða økir sperraði av, har tú
bara sleppur inn sum áskoðari, um tú ert FIFA-
góðkendur. Soleiðis hevur tað eisini verið í
Russlandi, so tú kundi sagt at vertstjóðin verður
ílatin ein FIFA-hat, eins og McDonald’s er næstan
tað sama kring allan heimin.
Tá alt tað er sagt, so ber illa til at siga annað enn,
at HM-endaspælið í Russlandi spældi væl av. Í
hvørtfall, so hevur lítið verið at hoyrt til nakran
ófrið, meðan spælið á vøllinum hevur verið nakað
av tíð besta, sum vit hava sæð.
Tað er nú ikki bara Russlandi at takka, tí
fótbólturin hevur flutt seg til eitt spennandi stað,
har nógv fokus er á spælinum við bóltinum. Tað
sæst eisini aftur á vøllinum, har spenningurin í
fleiri dystum hevur verið stórur.
Gølurnar hava verið fáar, men vit vita ikki hvat
prísurin hevur verið fyri tað. Vónandi megnar
russiskur fótbóltur at fáa gagn av teimum nógvu
íløgunum, sum eitt HM-endaspæl hevur við sær.
Hetta hevur serliga Suðurafrika havt trupult við.
HM 2018 fer í søguna sum eitt gott HM-endaspæl.
Stóra søgan hevði verið, um Kroatia vann HM, men
tað ber illa til at fílast á franska avrikið.
Til lukku, Frakland!
Fleiri spælaraskifti vóru í stoypiskeiðini, men blivu ikki til nakað í summar
HB royndi at
fáa Patrik heim