mánadagur 16. juli 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Frakland vinnur HM-
finaluna við 4-2 sigri
á Kroatia í Moskva
í Russlandi. Antonie
Griezmann, Kylian Mbappé,
Paul Pogba og eitt sjálvmál
tryggjaði Fraklandi annað
HM-heitið í søguni.
Luka Modric, liðskiparin
hjá Kroatia, bleiv eftir HM-
finaluna valdur til besta
spælaran í kappingini.
Hetta er fimtu ferð upp
í slag, at ein spælari frá
tapandi liðnum í finaluni
verður kosin til besta
spælaran í kappingini.
19 ára gamli Kylian
Mbappé bleiv bara annar
tannáringurin, sum hevur
skorað í eini HM-finalu,
tá hann í gjár skoraði til
3-1. Hin er ongin minni enn
brasilska heimsstjørnan,
Pelé.
Víkingur tapur 2-1 á
Svangaskarði í Champions
League dystinum móti
HJK Helsinki. Nú verður
torført at koma víðari, men
Víkingur skal óansæð sigur
ella tap spæla tveir dystir í
Evropa afturat.
Í Europa League spælir
B36 0-0 móti Titograd
(Montenegro), meðan
KÍ tapur tepurt 2-1 fyri
Zalgiris (Litava). NSÍ
stendur fyri skrædlinum,
tá teir tapa heili 6-1 fyri
skotska Hibernians.
Hondbóltssambandið fær at
vita, at landsdysturin móti
Danmark ikki kann spælast
á Hálsi ella í Klaksvík,
men EHF vil vita meiri um
møguleikarnar fyri at spæla
í Marghøllini í Vági.
Helgi Dam Ziska blívur
nummar fimm í Faroese
Open. Indiski stórmeistarin,
Srinath Narayanan, vann
kappingina sannførandi.
Firvaldur, Sølmundur, Páll
Fangi, Erla Kongsdóttir og
Argjabáturin vunnu FM í
kappróðri um vikuskiftið.
Cristiano Ronaldo skiftir,
eftir níggjur ár í Real
Madrid, til Juventus.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Petur Reinert
Aldur: 28. feburar 1978
Yrki: Fótbóltsdómari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Mario Zagallo (Brasil)
og Franz Beckenbauer
(Týskland)
2: Harry Kane, Ongland
(6 mál)
3: 1998
4: Hugo Lloris
5: Mario Mandzukic
6: 1966 (Ongland-
Vesturtýskland 4-2, eftir
longdaleiktíð)
7: Katar
8: Kylian Mbappé
1
Bara tríggir venjarar hava vunnið HM sum spælari
og venjari. Tað triði er franski venjarin, Didier
Deschamps. Hvørjir eru hinir báðir?
2 Hvør bleiv toppskjútti í HM-endaspælinum?
3 Frakland hevur eina ferð fyrr vunnið HM, nær var
tað?
4 Liðskiparin hjá Fraklandi lyfti steypið í oysandi
regni, men hvør er liðskiparin?
5 Ein spælari skoraði bæði mál og sjálvmál í finaluni.
Hvør er hann?
6 Nær eru tað seinast komin seks mál í eini HM-finalu,
um vit ikki rokna brotssparkskapping við?
7 Hvar verður HM í 2022?
8 Hesin spælarin er kosin til besta unga spælara í
HM-endaspælinum, men hvussu eitur hann?
Hey Petur. Í gjár fekk
Frakland eitt brotsspark
umstrítt brotsspark í HM-
finaluni. Er tú samdur í
avgerðini hjá dómaranum?
Nei, eg eri ikki samdur í avgerðini. Eg
haldi, at hatta á ongan hátt er tilvitað,
og at Perisic gerst bilsin av, at bólturin
kemur har. Tó keypi eg, at hann
dømir tað - hetta er so grátt, sum
slíkar støður kunnu blíva. Okkurt
talar fyri brotssparki (bólturin
kemur langan veg, og hann hevur
hondina úti), meðan okkurt talar
ímóti brotssparki (Hatta er als ikki
tilvitað, og hann væntar ikki, at
bólturin fer at koma har). Eg haldi
eisini, at tað sær keðiligt út, at
dómarin fer yvir aftur til skermin
eftir at hava hugt at støðuni. Tá sær
út til, at hann ivast, og tað vænti eg,
at hann hevur gjørt. Tá haldi eg ikki,
hatta skal dømast!
Hvat helt tú um dómara
avrikið í finaluni?
Eg haldi, at hann dømdi fínt. Hann
hevði fult tamarhald frá byrjan
til enda, fekk fulla virðing frá
leikarunum, og hann dømdi nógv
"uppá avstand". Í mun til evropisku
dómararnar, haldi eg, at hann ofta var
nakað langt vekk frá spælinum, men
hetta merkti ikki avrikið negativt.
1-0 málið sá út til at vera film frá
Griezmann, og hetta fer helst at níva
dómaran, tá hann sær støðuna aftur.
Heldur tú í dag, at tað
var rætt at brúka VAR til
hetta HM-endaspælið?
Nei! Tað haldi eg ikki. Hetta varð
skundað ígjøgnum, og serliga í
bólkaspælinum var heilt galið!
Eisini haldi eg, at reglan um nær
fríspark skal dømast fyri hond,
tykist vera broytt!
Um tú ikki kanst nýta VAR til
at staðfesta, at Griezmann filmar
til 1-0 málið, haldi eg heldur ikki, at
brotssparkið skal dømast!
Um tú skal peika á nakað,
sum tú heldur hevur
verið gott við hesum HM-
endaspælinum, hvat er tað?
Eg haldi generelt, at hetta hevur
verið eitt heilt gott HM. Ongland
kláraði seg væl, og Belgien og
Kroatien hava eisini klárað seg væl,
samstundis, sum Ísland var við. VAR
tóktiskt eisini at rigga betri, aftaná
bólkaspælið, so alt í alt ok. Eisini
haldi eg, at tað er SERA, SERA jaligt,
at hesir leikararnir, sum yvirspæla
støður og filma, verða útstillaðir, so
akkurát hesum viðvíkjandi dámar
mær væl VAR!!!
Er nakað, sum tú hevur hug
at fílast á í samband við HM?
Not really. Eg haldi, at VAR var ov
fremmant fyri okkum, sum ikki
fylgja væl við í Bundesliguni og
Serie A, men tann trupulleikin er so
loystur nú, tí allur heimurin kennir
hetta nú. Man skal læra at hyggja at
fótbólti av nýggjum. Eg stúri tó fyri,
at hetta fer at vinda uppá seg, og so
kemur tað til Premier League fyrr
ella seinni.
Eg havi ført Liverpool til finaluna í Champions
League, og Kroatia til HM-finaluna. Eg haldi
eg havi uppiborið, at verða mettur sum ein av
bestu verjuspælarunum í heiminum.
Til tíðir nógv útskeldaði miðverjin, Dejan Lovren,
undan HM-finaluni
Vit spældu ikki nakra stóra finalu, men vit
vístu stóra mentala styrki. Tað nívdi okkum
nógv, at vit taptu EM finaluna fyri tveimum
árum síðani. Tað hava vit lært av.
Didier Deschamps, franskur landsliðsvenjari,
eftir HM-finaluna
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Franski liðskiparin, Hugo Lloris, tekur móti HM-streypinum í oysandi regni á Luzhniki leikvøllinum í russiska høvðusstaðnum, Moskva