mánadagur 16. juli 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
síggja ljósið fyri framman, sigur
Jónas Gunnarsson Djurhuus.
Kunnu venja meira
fyribyrgjandi venjingar
Í Føroyum er seinastu árini størri
og størri dentur lagdur á, at hava
skaðafyribyrgjandi venjingar. Tað
merkir Jónas Gunnarsson Djur
huus eisini, men kortini heldur
hann, at fyribyrgjandi venjingar
kundu verið raðfestar eitt sindur
meira, enn tær eru nú.
- Tey seinastu árini er størri
dentur lagdur á fyribyrgjandi venj
ingar. Men eg haldi, at trupulleikin
skal takast í størri álvara. Fyribyrgj
andi venjingar skuldu verið ein
fastur partur av dagligu venjingini.
Eisini er umráðandi ikki at ovbyrja
leikararnar. Hjá mær hendi skaðin
í 2014 helst orsakað av, at eg var ov
troyttur og hevði spælt ov leingi,
sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus.
andre@sosialurin.fo
André Olsen
Núverandi venjarin hjá Víkingi, Sigfríður
Skaale Clementsen, var fyrst í 90’unum millum
evnaríkastu føroysku fótbóltsspælararnar, tá
hann tørnaði út fyri høvuðsstaðarfeløgini,
HB og B36. Men longu sum 26 ára gamal í
1999, spældi Sigfríður Skaale Clementsen fyri
seinastu ferð í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Eftir kappingarárið í 1999, mátti Sigfríður
Skaale Clementsen steðgað orsakað av einum
knæskaða. Sigfríður Skaale Clementsen at tað
ikki var ein krossbandsskaði hjá sær, men ein
annar knæskaði, ið gjørdi tað ómøguligt hjá
sær at spæla víðari við fullari ferð.
- Gamaní sleit eg ikki krossbandið tá eg
spældi, tað gjørdi eg fyrst seinni. Men eg hevði
trupulleikar av knæskelini. Og so breyt eg eitt
lítið petti av skinnabeininum, soleiðis at eg
misti bróskið í knænum, og til ber ikki at fáa
nýtt brósk inn í knæðið. Tí mátti eg bara viður
kenna, at eg ikki fekk spælt meira, og tað var
hart, sigur Sigfríður Clementsen.
Sleit krossbandið seinni
Sigfríður Skaale Clementsen sigur, at hann
nøkur ár seinni so eisini sleit krossbandið.
- Eg sleit eisini krossbandið, men tað var
fyrst nøkur ár aftaná at eg var steðgaður at
spæla. Læknarnir hildu at krossbandið hjá
mær var slitnað umleið í 2001, men tað havi
eg ongantíð verið skurðviðgjørdur fyri, sigur
Sigfríður.
Hevur upplivað fáar knæskaðar
Eftir
at
hava
verið
steðgaður
sum
fótbóltsspælari, raðfesti Sigfríður Skaale
Clementsen seinni venjaravegin, har hann
hevur verið venjari í bestu føroysku fótbólts
deildini á hvørjum ári síðani í 2004. Sigfríður
Skaale Clementsen sigur, at hann sum venjari
í veruleikanum ikki hevur upplivað at havt
so nógvar leikarar sum hava havt knæskaðar.
Sigfríður heldur, at ein av orsøkunum til tað
er, at hann hevur havt Magna Mohr at hjálpt
sær við tí kropsliga og fyribyrgjandi partinum.
- Í veruleikanum havi eg havt ógvuliga
fáar, og veit meg ikki at minnast nakran
leikara, ið hevur havt stórar trupulleikar
við knæskaðum. Men frá byrjan tíð av sum
venjari, havi eg havt Magna Mohr at hjálpt
mær við tí kropsliga og fyribyrgjandi parti
num, og tað hevur heilt sikkurt verið ein orsøk
til at eg ikki í sama mun havi upplivað slíkar
skaðar.
- Í løtuni er Magni Mohr tó ikki knýttur
afturat mær í Víkingi, og tí raðfesta vit ikki í
sama mun fyribyrgjandi venjingar. Men tað er
nakað, sum eg kundi tonkt mær at fingið upp
at koyrt aftur, og eg veit at tað eru onnur feløg,
ið raðfesta tær venjingarnar høgt.
Snýr seg um raðfestingar
Sigfríður Skaale Clementsen sigur tó at tað
í síðsta enda snýr seg um raðfestingar fyri
feløgini at fáa ein kropsligan venjara inn at
hava fyribyrgjandi venjingar.
- Í síðsta enda er tað eisini torført at fáa
tílíkt at koyra 100% í føroysku fótbóltsverðini.
Ofta kann tað standa ímillum at raðfesta ein
kropsligan venjara, ella ein leikara afturat í
hópinum, og tá vísir tað seg í flestu førum at
vera lættari fyri feløgini at raðfesta ein leikara
afturat. Men seinast eg var í Víkingi – frá 2013
til 2015, hevði eg Magna Mohr inni í byrjanini
at leggja lag á við fyribyrgjandi venjing, og so
útførdu leikararnir tær venjingarnar sjálvir
nakrar mánaðar seinni. Tað høvdu vit góðar
royndir av, sigur Sigfríður Skaale Clementsen,
ið eisini leggur dent á, at hvíld hjá leikarunum
hevur nógv at siga fyri at fyribyrgja skaðum.
andre@sosialurin.fo
Ein annar leikari, sum ikki kom so væl fyri seg eftir knæskaða og mátti steðga sum
heilt ungur fótbóltsspælari, er núverandi Víkinga venjarin, Sigfríður Skaale Clementsen
Sigfríður steðgaði
av knæskaða
Frá byrjan
tíð av sum
venjari, havi
eg havt Magna
Mohr at hjálpt
mær við tí
kropsliga og
fyribyrgjandi
partinum, og
tað hevur
hjálpt