Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Seinasta summar var spælstýrarin á U21 landsliðnum í hondbólti, Jónas Gunnarsson Djurhuus, millum mest eyðsýndu føroysku leikar­arnar, sum fyri fyrstu ferð í før­oyskum hondbóltssamanhangi lut­tóku til eitt HM-endaspæl, tá HM-endaspælið fyri U21 landslið var í Algeria. Men vegurin hjá Jónasi Gunnarsson Djurhuus til HM-enda­spælið í Algeria var ikki bert ein dansur á rósum við við­ gongd á hondbóltsvøllinum. Stutt undan kappingarbyrjan í 2014 – trý ár undan HM-endaspælinum, sleit Jónas Gunnarsson Djurhuus nevni­liga krossbandið, soleiðis at hann sum 18 ára gamal sat eitt heilt ár uttanfyri við álvarsomum knæ­skaða. At gerast so álvarsliga skaddur sum so ungur, var hart fyri Jónas Gunnarsson Djurhuus. Men við miðvísum arbeiði er evnaríki hoy­víkingurin komin væl fyri seg eftir álvarsama knæskaðan. Jónas G. Djurhuus, sum nú er 21 ára gamal, spælir nú í donskum hondbólti. Tað ger hann fyri felagið HØJ, ið spælir í næst­bestu donsku deildini og sum heldur til í Ølstykke. Sleit krossbandið seinasta venjingardystin undan kappingarbyrjan Jónas Gunnarsson Djurhuus minn­ist aftur á, at tað vóru tung boð at fáa, tá hann fekk at vita at krossbandið varð slitnað. Tó minnist hann eisini aftur á, at hann búnaðist nógv meðan skaðin stóð á. - Eg minnist aftur á skaðan, at eg fekk ein stóran skelk. Tað var seinasti venjingardystur undan kapp­ingar­byrjan í 2014, og tá tað var staðfest at krossbandið varð slitnað, visti eg beinavegin at eg ikki kundi spæla hondbólt í eitt heilt kappingarár. Sum 18 ára gamal og ávegis at vinna mær fast pláss á besta liðnum hjá H71, vóru tað ógvuliga tung boð at fáa. - Serliga var tað hart at brádliga ikki kunna gera nakað, ið fyllir so nógv í gerandisdegnum. Tá tú gert ítrótt á hægsta stigið, so eru flest allir, sum tú spælir saman við, tínir vinir. At brádliga ikki kunna vera part­ur av tí eins og eg hevði verið, var serliga hart. Mínir liðfelagar og venjarar vóru tó sera áhaldandi við at fáa meg við til sosial tiltøk, og venjararnir kravdu, at eg skuldi sita og súkkla til hvørja venjing sum liðið hevði. Á tann hátt góvu teir mær lættari trúnna uppá, at eg kundi koma fyri meg aftur. Eisini búnaðist eg nógv, meðan eg hevði skaðan. Gjøgnum tann harða vegin lærir tú at lívið kann vera annað enn hondbóltur, og at tú mást hava onnur áhugamál eisini. Og so var dama mín sera stuðl­ andi og gjørdi, at eg hevði lættari við at koma ígjøgnum árið, har eg sat uttanfyri, greiðir Jónas Gunnars­son Djurhuus frá. Slapp skjótt framat til viðgerð Í Føroyum eru tað fleiri, ið hava havt knæskaðar, ið hava havt á orð­ið at viðgerðin og tíðarskeiðið, sum tað tekur til at sleppa framat til at fáa framt tað, ið skal til fyri knæskaðar, ofta gongur ov seint fyri ítróttarfólk. Serliga er bíði­tíð­in long til MR-skannara og skurð­við­ gerðir. Men hjá Jónasi Gunnarsson Djur­huus gekk skjótt fyri seg í báð­ um førum, og hoyvíkingurin hevur bert gott at bera føroyska sjúkra­ hús­verkinum. - Tað var beinavegin illgruni um, at skaðin var álvarsamur, tá eg fekk hann. Fyri at síggja nágreiniliga hvat var galið, var neyðugt við eini MR-skanning, og eg var so mikið heppin, at eg slapp framat longu 6 dagar aftaná skaðin hendi, av tí at eitt avboð var komið. Tá fekk eg boðini at krossbandið var slitnað. Sjálv skurðviðgerðin fór fram á ítróttarmedisinkari klinikk á Bispebjerg hospital. Tí havi eg bara gott at bera føroyska sjúkra­ húsverkinum. Tey bóru seg skjótt at, og skiltu hvussu stóran týdn­ing tað hevði fyri meg, at eg kundi sleppa at spæla hondbólt aftur á hægsta stigið, sigur Jónas Gunnars­son Djurhuus. Fleiri orsøkir til at vera komin so væl fyri seg Jónas Gunnarsson Djurhuus held­ ur, at fleiri orsøkir eru til, at hann í dag er komin seg so væl eftir drúgva skaðan, sum hann fekk beint áðrenn kappingarbyrjan í 2014. Alt frá hvussu álvarsamur skað­in var, hvussu uppvenjingin var, og hvussu hann dugdi at takkla tíðarskeiðið, meðan hann sat uttan­fyri. - At eg eri komin meg so væl eftir skaðan, er ein blanding av góðari skurðviðgerð og góðari og seriøsari uppvenjing. Eg sleit ”bert” fremra krossbandið, soleiðis at meniskarnir og liðbondini vóru in­ takt. Tað ger longu fyritreytirnar betur fyri at koma seg. Og so gekk eg til góða og seriøsa uppvenjing hjá fysioterapeutinum, Brian Fossa­brúgv, á hansara knæliðið. Eisini hevur tað hjálpt, at eg helt nóg langan steðg og var tolin. Tað er freist­andi at byrja ov skjótt aftur eftir slíkar skaðar. Eg minnist at eg tók ein stóran Nema kalendara og útfylti hann. Skrivaði skaðadag, skurð­viðgerð, allar venjingar og mark­eraði nær eg kundi byrja at renna aftur, og nær eg kundi byrja at spæla aftur. Tað hjálpti mær, tí tað gjørdi tað eitt sindur lættari at yvirskoða og gjørdi, at eg kundi Jónas G. Djurhuus: FLEIRI ORSØKIR TIL AT EG ERI KOMIN SO VÆL FYRI MEG AFTUR Sum 18 ára gamal ávegis at vinna sær fast pláss á besta H71 liðnum fyri fyrstu ferð, sleit Jónas Gunnarsson Djurhuus fyri fýra árum síðani krossbandið. Men ungi hoyvíkingurin er komin seg væl eftir skaðan. Jónas Gunnarsson Djurhuus sigur, at fleiri orsøkir eru til, at hann er komin seg so væl eftir álvarsama knæskaðan Eg minnist at eg tók ein stóran Nema kalendara og útfylti hann. Tað hjálpti mær, tí tað gjørdi tað eitt sindur lættari at yvirskoða og gjørdi, at eg kundi síggja ljósið fyri framman