týsdagur 17. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2018 · Nr. 81
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Føroyskur fótbóltur er komin
langt í mun til startpunktið í 1991,
tá føroyskur fótbóltur á fyrsta
sinni luttók í altjóða kapping. Av
bjóðingin er, at flyta seg skjótari
enn londini vit kappast við. Í ein
um spæli, har mótstøðuliðini í eina
førinum spældu við ellivu útlend
ingum, er týdningarmikið hjá før
oyskum fótbólti at halda fram við
menningini.
NSÍ fekk eina sanna ávaring í
Skotlandi, meðan KÍ hevur ótrúliga
langt á mál. Bestu kortini hevur
B36, sum eftir ein góðan fyrra
hálvleiki bleiv trýst, men megnaði
at standa ímóti og spæla málleysan
javnleik í Gundadali.
Europa League:
Titigrad (0) – B36 (0)
Hósdagin klokkan 19.30
B36 í nógvum hita
Í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum í
Gundadali, sá Titograd ikki út sum
eitt lið, ið fór at renna B36 um koll.
Heimaliðið hevði størsta møgu
leikan, tá Meinhard E. Olsen var
nær við at leggja B36 á odda, tá
Lukasz Cieslewicz spældi vongin
leysan inn um verjuna. Tíverri fór
skotið beint uppum.
Í seinna hálvleiki hevði B36 tað
torført. Bara hendinga ferð kom lið
ið í álopsstøðu, men tú sat við einki
kenslu av, at tað bar til. Hinvegin,
so høvdu gestirnir úr Montenegro
meiri orku og høvdu bóltin.
Nú skal B36 spæla í nógva
summarhitanum í Montenegro. Til
fyrstu venjingina hjá B36 vóru ikki
færri enn 33 hitastig. Tíbetur fyri
B36, so verður dysturin spældur
klokkan 20.30 lokala tíð. Tað er
klokkan 19.30 føroyska tíð. Tá er
hitin nærri 20 til 25 hitastigum.
Tað er heimaliðið, sum ásetur nær
dysturin skal spælast. So helst
dámar teimum heldur ikki at spæla
í alt ov nógvum hita.
-Tað ávrikar eisini teir, at tað er
so nógvur hiti. Tí vænti eg ikki, at
leikferðin verður so høg í dystinum,
segði Jákup á Borg, venjari hjá B36,
við FM1 eftir málleysa javnleikin í
Gundadali.
Vit plaga at skora
Málleysur javnleikur kann tykjast
sum eitt minni gott úrslit á heima
vølli, men fyrsta málið hjá B36 í
Montenegro – um teir fáa eitt –
telur næstan tvey.
-Vit plaga at skjóta mál, so eg tað
vóni eg at vit eisini klára í hitanum
í Montenegro. Gera vit tað, so skulu
teir hava tvey, sigur Jákup á Borg.
Ferðalagið hjá B36 fór longu av
stað sunnudagin. Venjarin hjá B36
vil hava, at hansara spælarar skulu
venja seg mest møguligt við hitan.
Andrias H. Eriksen er ikki við á
ferðini. Hann hevur verið plágaður
av skaða, og skal verða pápi á
fyrsta sinni fyrsta dagin. Hannes
Agnarsson hevur ein fiburskaða,
meðan Michal Przybylski ikki bleiv
innlimaður í Europa League hópin
til tíðina, tí loyvini komu ikki pláss
á pláss til tíðina frá polska fótbólts
sambandinum.
Europa League:
Zalgiris (2) – KÍ (1)
Hósdagin klokkan 18.00
Taka tað sum eitt upplivilsi
Eitt mál í seinastu minuttunum
í fyrra dystinum ger, at KÍ skal
skjóta tvey mál, fyri at hava nakran
møguleika at koma víðari. Tað var
heilt móti endanum í fyrra dysti
num í Gundadali, at Mamadou
Mbodj stútaði Zalgiris, úr Villinus
í Litava, á odda 2-1, sum eisini bleiv
úrslitið.
Undan hesum hevði KÍ vart væl,
og hevði eisini onkran møguleika at
hótta málið hjá gestunum. Við 1-1
hevði eitt mál verið nokk á útivølli,
um KÍ kláraði at halda málið reint.
Nú skulu klaksvíkingar skjóta tvey
mál. At døma eftir fyrra dystinum
verður tað torført, men hvørki mál
skjúttin frá fyrra dystinum, Jóan
nes Bjartalíð, ella venjarin, Mikkjal
Thomassen. ætla at leggja kongin,
hóast KÍ nú skal skjóta tvey mál í
Litava.
-Eg standi eftir við eini tómari
kenslu, tí vit halda teimum frá tí
mesta. Nú mugu vit bara fara til
Litava og vinna, segði málskjúttin
við FM1 eftir dystin.
Venjarin hjá KÍ er eisini vón
brotin eftir fyrra dystin, men
hann ætlar als ikki at leggja
kongin í hesi uppgerðini.
-Eg eri heilt øgiliga
vónbrotin. Vit gera ein
góðan
innsats
móti
einum sterkum liði,
sum vit fáa at síggja út
sum eitt miðal lið tað
mesta av dystunum.
Tað stendur eftir, at
teir skora upp á tvey
hornaspørk og tað
svíður, sigur Mikkjal
Thomassen, og leggur
afturat:
-Tað verður torført,
men
vit
leggja
ikki
kongin bara tí tað er eitt
sindur torført. Nú fáa vit eitt
upplivilsi í Litava, sigur Mikkjal
Thomassen at enda.
Onkur ivamál eru í hópinum hjá
KÍ. Bíðað verður eftir loyvunum
hjá nýggja miðverjanum, 32-ára
gamla kroatanum, Predrag Pocuca.
Deni Pavlovic, Semir Hadzibulic
og Jóannes Bjartalíð vóru allir
ivasamir undan fyrra dystinum.
Deni Pavlovic bleiv skiftur út tíð
liga í fyrra hálvleiki.
-Deni Pavlovic hevur verið yvir
belastaður í lýskini í seinastuni. Vit
vildu ongan kjans taka við honum,
segði Mikkjal Thomassen við FM1
eftir fyrra dystin.
Jóannes Bjartalíð kom inn fyri
Deni Pavlovic, men fór av vøllinum
aftur stutt fyri tíð. Dysturin hjá
verður hóskvøldið klokkan 18.
Europa League:
NSÍ (1) – Hibernians (6)
Hósdagin klokkan 19.45
NSÍ fekk torførasta lutakastið, og
hevur seinnu árini ikki havt hepnið
við sær, hvørki í lutakastinum ella
á vøllinum í Europa League. Hesa
ferð “slapp” NSÍ undan at spæla í
undanumfarinum til undankapp
ingina, tí liðið er styrkismett hægri
enn B36 og KÍ.
Veruleikin er nokk, at NSÍ hevði
havt gott av at spæla móti onkum
lægri, ella javnt styrkismettum
liðið, í einum undanumfari. Kapp
ingarárið hevur ikki gingið sum
ætlað, har bæði FM og steypagull
er gloppið av hondum.
Tey vóru tó fá, sum væntaðu
at eitt at lið, við fleiri núverandi
og fyrrverandi landsliðs
spælarum, fór at verða
aftanfyri 4-0, longu í hálv
leikinum. Einasta ljóspunkið í
dystinum var frísparksmálið hjá
Peturi Knudsen. Hetta er aðru ferð,
at hann hevur skorað upp á bein
leiðis fríspark í Europa League. Tað
gjørdi hann eisini í 2-1 tapinum í
Hvítarusslandi
móti
Dinamo
Minsk í fjør.
Sermerkt fyri dystin í Skot
landi var hvussu nógvir av lykla
spælarunum ikki traðkaðu til.
Einar Tróndagjógv gjørdi brots
spark, og bleiv seinni útvístur fyri
ógvusliga takling. Tórður Thomsen
hevði stórar trupulleikar í máli
FÓTBÓLTUR
Europa League:
NSÍ, KÍ og B36 eru øll í mótbrekku undan seinna dystinum í
1. undanumfarinum í Europa League. B36 stendur við bestu kortunum
á hondini undan seinnu dystunum, sum allir verða hósadgin
SPÆLA Í
MÓTBEKKU