týsdagur 17. juli 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 17. juli 2018 · Nr. 81
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
num, meðan Betuel Hansen, Árni
Frederiksberg og Jóhan Troest
Davidsen allir fóru út við skaða,
áðrenn seinni hálvleikur byrjaði.
Ævintýrið í Evropa er av á hes
um sinni, men klárar NSÍ at skava
eitt stig í returdystinum, so kann
hetta fáa stóran týdning fyri før
oyskan fótbólt í styrkismetingini
hjá UEFA. Hon er avgerandi fyri,
um vit fáa trý ella fýra lið við í
Evropa. Vónandi kann NSí brúka
hetta sum motivatión.
Standa í mótbrekku
Føroyskur
fótbóltur
stendur
í løtuni í mótbrekku í Europa
League. Víkingur verður undir
øllum umstøðum við í 2. undan
umfarinum í Europa League, um
teir ikki taka øll á bóli og vinna á
HJK Helsinki. Luturin hjá einum
meistaraliði er nú, at tapandi
meistaraliðið í 1. undanumfari í
Champions League, sleppur í 2.
umfar í undankappingini í Europa
League.
Veddingarfyritøkurnar halda
ikki, at NSÍ, KÍ og B36 koma
víðari. Sostatt stendur føroyskur
fótbóltur í hesi vikuni í mótbekku,
men tað hava vit klára fyrr. Lykilin
er tó, at føroyskur fótbóltur heldur
fram at mennast.
Vert er eisini at nevna, at
Gunnar Nielsen, Brandur H. Olsen
og Jákup Thomsen, sum allir spæla
við FM í Íslandi, helst koma víðari,
eftir at hava vunnið 3-0 á finska
FC Lahti. Hinvegin fáa Kaj Leo í
Bartalsstovu og ÍBV tað torført, tí
teir taptu 3-0 á heimavølli í fyrra
dystinum móti Sarpsborg 08 úr
Noreg.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Hallur Hansson og AC Horsens
fingu eina dreymabyrjan upp á
kappingarárið, tá AC Horsens
vann 2-1 á FCK í sjálvari Parkini.
Føroyski
landsliðsspælarin
legði AC Horsens á odda
”Hatta var eitt lekkurt spark!”
Soleiðis segði serfrøðingurin á
TV3 Sport, Jesper Thygesen, tá
ið føroyski landsliðsspælarin
óvæntað legði AC Horsens á
odda 1-0, eitt lítið korter inn í
seinna hálvleik í dystinum.
Talan var um fyrsta dystin
í nýggja kappingarárinum í
Superliguni. Hallur Hansson
hevði fáar minuttir framman
undan rakt tvørtræið, men nú
bragdaði hjá Halli, sum gjørdi
skjótt av og við einum knapp
ligum skoti av brotsteigar
markinum legði AC Horsens á
odda 1-0.
Fjáltur var í FCK-leguni, og
fáar minuttir seinni versnaðu
útlitini hjá stóra høvuðsstaðar
felagnum. Eitt av mongu longu
innkøstunum hjá Mikkel Qvist
lógu væl í brotsteiginum, og
Bjarke Jacobsen var hægstur og
stútaði AC Horsens á odda 2-0.
Fimm minuttir fyri leiklok
minkaði Rasmus Falk til 2-1, og
FCK, sum legði stórt trýst á,
fekk eisini tillutað brotsspark
í seinastu sekundunum, men
nýggi kroatiski málverjin í AC
Horsens-málinum, Matej Delac,
bjargaði.
Tað komu ikki fleiri mál í
dystinum, og við 2-1-sigri í Park
ini má sigast, at AC Horsens
hevur fingið dreymabyrjan upp
á nýggja kappingarárið. Næsti
dystur hjá AC Horsens verður
sunnudagin á heimavølli ímóti
Randers FC.
albinus@sosialurin.fo
Hallur
Hansson
søkti FCK