Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70 Vit hjálpa eisini við flutningi frá og til føroyar Kistur Líkverja Kistuprýði og kransar Prenta sangheftir Líkvogns koyring Skipa fyri ervi Gravsteinar Røkt av gravstað Samskifti frá byrjan til enda Les meira www.sh.fo Vit røkka allar føroyar - Norðoyggjar, Eystur og Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy KJAK Skulu fleiri pengar rindast út so má eisini meira koma inn Helgi Abrahamsen Tann eini samgongu­flokk­ur­ in hevur lagt eitt videobrot út á sosialu miðlarnar, har víst verður á, hvussu nógvar pengar sitandi samgonga hev­ur givið borgarunum í Føroyum. Sambært video­ brot­inum er tað ikki smá­ vegis, sum øll hava fingið frá hes­um gávumildu fólk­un­um, ið hava verið so fitt og hjálp­ som at býta út av lands­ins ogn­um. Og so fáa vit eisini at vita, at samgongan arvaði eitt undirskot, sum tey hava vent til avlop. Frálíkt! - Men hov!... - Har manglar okkurt! Hatta kann ikki vera allur sannleikin! Hvar eru inntøkurnar? Tað ber ikki til, at so nógvir borg­arar hava fingið so nógv­ ar pengar, samstundis sum hallið er vent til avlop, uttan so at okkurt annað eisini er hent. Skulu fleiri pengar rind­ ast út, so má eisini meira koma inn, um útslitið skal blíva tað sama. Og skal undirskot harafturat vend­ ast til avlop, so má upp­aft­ur meira krevjast inn. So hvat er tað, sum has­in sam­gongu­ flokk­urin gloym­ir at siga okkum í video­brot­in­um? Har eru tveir møguleikar: Annaðhvørt eru skattir og avgjøld sera nógv hækkað, ella er tað tann nógva ferðin á búskapinum, sum fær fleiri pengar at renna í kassan í løtuni? Helst er talan um eina blanding av báðum. Avgjøldini eru nógv hækkað Vit vita, at avgjøldini á bens­ in og diesel eru hækkað nógv, eins og vektgjøld á ak­før, avgjald á smyrjiolju, heilsu­trygdargjald, ting­lýs­ ingargjald, umhvørvis­av­ gjald, barsilsgjald, kring­ varps­gjald, Samhaldsfasti og onn­ur gjøld eisini eru hækkað. Einki av hes­um verð­ur nevnt í videobrot­ in­um hjá sam­gongu­flokk­ in­um. Vit vita eisini, at sera nógv kemur inn í skatti og avgjøld­um, nú tíðirnar eru góð­ar og arbeiðsloysið er søgu­liga lágt. Hvør fær rokningina? Alt hetta reisir ein annan spurn­ing: Hvør fær rokn­ ing­ina, tá búskapurin vendir aftur, soleiðis at tað ikki long­ur rennur so nógv í kass­ an? - Verða tað tá tey somu, sum nú hava fingið peng­ar, sum tá fáa eina rokn­ing? Og hvussu verð­ur við avlop­in­ um hjá lands­kass­an­um tá? Í hesum søguliga góðu tíð­ un­um vísa fíggjar­karmarnir fyri 2019 eitt avlop á 400 mió. krónur. Tá eru 300 mió. krón­ur í forskattaðum pen­ sjón­um taldar við. Krist­ina Háfoss sigur, at hesir peng­ ar­nir eiga ikki at telja við, tí hetta er ”lán frá okkara eft­ir­komarum”. Eisini eru 642 mió. krónur í donskum blokk­stuðli taldar við, um­ framt at ríkiskassin rindar aðrar almennar útreiðslur í Føroyum. Risastóra til­ feingis­gjaldi, sum einaferð skuldi klára at fíggja eitt heilt fullveldi, er eisini brúkt. Eg spyrji bara, hvør fær rokn­ingina, um sitandi sam­ gonga sleppur at halda fram aftaná komandi løgtingsval? Ætlanir hava longu verið frammi í samgonguni um at fara miðvíst undir at minka rikisveitingina burtur í komandi valskeiði. Man ætlanin enn eina­ ferð vera at smoyggja sær í andstøðu, leys av all­ari ábyrgd, tá upptakið skal ger­ ast? Og skulu vit enn eina­ ferð hoyra teirra at­finn­ing­ ar­somu røddir móti teim­um sum tá taka ábyrgd, meðan tey kunnu vísa á, hvussu nógv betri alt var, meðan tey ráddu fyri borgum. Góði Helgi, tað eitur raðfesting Javnaðarflokkurin “Valdið og virðini skuldu út til fólkið.” Hetta var aðalmálið hjá Tjóðveldi, Fram­sókn og Javn­aðar­ flokk­inum, tá sam­gonga varð skipað í sept­embur 2015. Og hetta hevur samgongan í stóran mun víst í verki fram til dagin í dag. Tað ør­kyml­ ar sam­bandsmannin Helga Abra­ham­sen, sum í lesara­ brævi roynir at tekna eina ræðu­mynd av framtíðar bú­ skap­in­um, nú lág- og miðal­ lønt end­liga hava fingið sín part av kak­uni. Góði Helgi – hetta eitur rað­festing. Hetta eitur javning og hetta eitur, at tey ríkastu bera tyngstu byrðarnar. Lat okkum greiða frá inn­ tøkusíðuni, sum tú spyrt eftir. Tú hevur púra rætt í, at øktu inntøkurnar partvíst koma frá góðu gongdini í bú­skapinum og partvíst frá avgjøldum sum til dømis umhvørvisgjøldum. Seinastu árini hevur tað gingið væl, og hesi fram­ gongd­ini eiga allir føroyingar sín lut í. Vit hava undir ver­ andi samgongu havt met­stór­ an bú­skaparvøkstur, met­- stór­an fólka­vøkstur og met­ stóra ar­beiðs­styrki. Ein or­ søk er okkara fram­úr dugna­ liga vinnu­lív og alt okk­ara skap­andi og arbeið­andi fólk. Onnur orsøk er, at vit hava betrað um livikorini, økt um út­búgv­ing­ar­til­boð­ini og skapt eitt samfelag, sum virð­ir øll – eisini minni­lutar. Hetta er allarhelst eisini ein av orsøk­unum til, at vit í dag kunnu fegnast um, at nýggj­ astu tølini frá Hag­stovuni vísa stóran fólka­vøkst­ur og ser­liga í yngru ættar­lið­un­ um. Skattur og avgjøld eru eisini ein partur av inn­ tøkusíðuni. Tað var tað eisini, tá ið undanfarna samgonga sat við valdið. Men sitandi samgonga hevur valt at rað­ festa inntøkurnar øðrvísi enn undanfarna. Tit valdu til dømis at ríka tey ríkastu við flatskattinum, og vit hava til dømis givið skattalætta til lág- og miðallønt. Tilfeingisvinnurn­ar rinda nú eitt rímuligt gjald fyri atgongdina til ogn­ir­ nar hjá okkum øllum, og um­hvørvis­gjald er lagt á dálkandi virksemi til tess at verja umhvørvið. Hetta eru vit fegin um. Við menn­ing­ ar­kvotum og upp­boðsølu hava vit nú fingið eitt rætt­ vís­ari virðis­býti og eina meira javnbjóðis atgongd til fiski­vinnuna. Og við at vit øll rinda meira í Samhaldsfasta, hava vit møguleika at geva pen­sjónistunum meira at liva fyri hvønn mánað. Hetta eru vit eisini fegin um. Tú hevur eisini rætt í, at tað er nógv ferð á bú­ skap­inum. Tí hava vit ført fíggj­arpolitikk við ansni og skil­vísum íløgum, sum hava flutt okkara samfelag framá, sam­stundis sum vit hava lagt nógv til síðis til framtíðina. Politikkur snýr seg um rað­festingar, og tað vit vísa á í sjónbandinum, sum tú sipar til, eru nakrar av rað­fest­ ingunum, sum sitandi sam­ gonga hevur valt at raðfesta – barnafamiljurnar og tey ungu, sum í framtíðini skulu lyfta okkara samfelag, og tey eldru, sum frammanundan hava lyft, og nú hava uppi­ borið ein góðan og virðiligan ald­urdóm. Sjónbandið er at finna her á facebooksíðuni hjá Javn­að­ ar­flokkinum. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið