týsdagur 17. juli 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81
Kliniskur útbúgvingarsamskipari
til sjúkrarøktarfrøðilesandi
í sjúkrahúsverkinum.
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 22.07.18
Sjúkrarøktarfrøðingur til
medisinsku seingjardeild, B6
LANDSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 23.07.18
Fysioterapeutur til Fysioterapideildina
á Landsjúkrahúsinum
LANDSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 23.07.18
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar
til Psykiatriska depilin
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 23.07.18
5 KBU størv til Landssjúkrahúsið
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 25.07.18
Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska
depilin/Reumatologiskt ambulatorium
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
X
X 25.07.18
Starvsfólk til stuðulsfyriskipan
í Eysturoy
ALMANNAVERKIÐ
X
X 25.07.18
Starvsfólk til Bú- og Virkistilboð
í Børkugøtu 2a og 2b
ALMANNAVERKIÐ
X
X 26.07.18
Ergoterapeutur ella Fysioterapeutur
til deildina fyri Hjálpartól
ALMANNAVERKIÐ
X
X xx
STARVSMARKNAÐUR
Um
Starvsmarknaðin:
Starvsmarknaðurin er nýtt átak í Mikudags-Sosial
inum. Talan er um fleiri samanhangandi síður í
blaðnum við starvslýsingum, og eisini er ein teigur
við starvslýsingum, har tær eru listaðar alt eftir,
nær umsóknarfreistin er.
Mikudags-Sosialurin verður prentaður í gott
og væl 19.000 eintøkum og borin út til øll
húsarhald í Føroyum, so við eini starvslýsing í
Starvsmarknaðinum kemur tú út í hvørt heim í
landinum.
Hevur tú áhuga í at lýsa í Starvsmarknaðinum, so
ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Bartal í Gongini,
søluráðgeva
Tlf. 270600
bartal@sosialurin.fo
STØRV
Seinasta
freist
Fysioterapeutur til
Bú- og
Heimatænastuna
í Suðuroy
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
søkir eftir einum fysioterapeuti í
farloyvisstarv
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum
tvørfakligum toymi við serkunnleika innan
fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir
eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika,
yvirskot og orku til gerandisdagin.
Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í farloyvisstarv í starvsbrøki 1.0
svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1.august 2018 til
30.juni 2019 ella eftir nærri avtalu.•
Uppgávur:
Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til
heimabúgvandi borgarar
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá
eldri
• heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar
fyri eldri +65
• at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á
stovni.
Útbúgving og førleikakrøv:
• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
• dugir væl at samskifta
• vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
• dugir at vegleiða og undirvísa
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja
venjingarætlanir til rættis
• hevur góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við
góðum umstøðum
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú
kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi tann 25.juli 2018.
Porkeris Kommuna
Við Á 8
950 Porkeri
E:mail: porkeri@porkeri.fo
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara til Porkeris Kommunu.
Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 1. juli
2019.
Starvið verður sett frá 13..august 2018.
Tann íð settur verður má :
•
Hava góðar umstøður at hava børn, bæði
inni og úti
•
Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka
ábyrgd
•
Verða við til at geva børnum ein mennandi
og tryggan gerandisdag
•
Hava virðing og umsorgan fyri børnum,
foreldrum og starvsfeløgum
•
Verða fyrikomandi og tolin
•
Verða álítandi og hava góð
samstarvsevnir
Arbeiðistíðin er millum kl 7.30 – 17.15
Setanarøkið er Porkeris Kommuna.
Starvið er lønt sambart sáttmála millum
Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala
arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn, cv og møgulig viðmæli skulu verða
okkum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl
12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til leiðaran í dagrøktini Ásu Holm á tlf. 282577
Umsóknin skal sendast til:
Porkeris Kommunu
Dagrøktarskipanin
Við Á 8
950 Porkeri
Email: dagrokt@porkeri.fo
Frámerki dagrøktin, leys størv
Vikarstarv sum
laborantur á
Fróðskapar setrinum
Søkt verður eftir vikari frá 1. oktober 2018 til 1. september
2019 fyri laborant í farloyvi.
Starvið er fulltíðar starv á Náttúruvísindadeildini, ið hevur
mesta av sínum starvsstovuvirksemi í Sjóvinnuhúsinum
og í iNOVA í Tórshavn.
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. august 2018.
Nærri kunning um starvið sæst á www.setur.fo.