týsdagur 17. juli 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STARVSMARKNAÐUR
HANDVERKARABÚÐIN
Klæðir á heilanum?
Vit sóknast nevniliga eftir sølufólki til
klædnadeildina í Handverkarabúðini!
Vit gleða okkum til at fáa eitt starvs fólk,
sum er við til at taka ábyrgd og vísa áhuga í
at arbeiða. Gott lag og lætt sinni er góður
eginleiki at hava við, tí vit skulu eisini hava
tað stuttligt, tá vit arbeiða.
Saman við góðum starvsfeløgum, skalt tú
vera við til at tryggja okkara kundum bestu
tænastu í einum nútímans virki í stórari
menning.
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit
bíða fegin eftir rætta persóninum .
Send eina umsókn til hn@balslev.fo í
seinasta lagi fríggjadgin 3. august.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Hera í Handverkara búð ini á
tlf. 34 50 80 ella hn@balslev.fo
Starvslýsing
Vegurin Langi · tel 34 50 00
balslev@balslev.fo · www.balslev.fo
So er tað kanska tær vit leita eftir!
Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 100 mkr og virksemi kring alt landið.
Vit sóknast eftir einum fólki at arbeiða í
tollingini á Posta, at byrja skjótast til ber.
Í høvuðsheitum snýr starvið seg um at tolla
og fakturera postpakkar, og at samskifta við
kundar og avvarðandi myndugleikar. Talið
av postpakkum er í vøkstri, og Posta tørvar
dugnalig og skipað fólk, at tryggja tað sera
høga tænastustøðið, sum miðað verður
eftir. Tú kemur at arbeiða saman við øðrum
ágrýtnum, royndum og dugnaligum fólki á
Posta.
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvs- og
samskiftisevni, og at tú vísir ábyrgd. Tú kemur
at handfara nakað av vøru, og tí er neyðugt,
at tú ert hampiliga væl fyri kropsliga.
Tú:
• ert ágrýtin og jalig/-ur
• ert skipað/ur
• hevur telduførleika á brúkarastigi
• tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir
við Navision, men er hetta ikki eitt krav.
Vit:
Kunnu bjóða tær eitt spennandi og av-
bjóðandi starv í einum jaligum umhvørvi, har
øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal
bera nýggja Posta fram.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn sambært
sáttmála við Starvsmannafelagið.
Spurningar:
Spurningar um starvið kunnu setast Ian
Dam, framleiðslu- og útberingarleiðara á
telefon 23 60 67 ella til ian@posta.fo
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Posta
Att.: Ian Dam
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Viðmerk “Umsókn”
ella til posta@posta.fo og verða okkum í
hendi í seinasta lagi hin 30. juli 2018.
Fólk at tolla á Posta
SUMMARFRÍ
BILVERKSTAÐURIN HJÁ
NORDCAR OG NORÐBIL Í
SMIÐJUGERÐI ER STONGDUR
FRÁ 17. JULI TIL 13. AUGUST
N & N SERVICE
SMIÐJUGERÐI 4
100 TÓRSHAVN
TEL 30 80 80