týsdagur 17. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæri
Absalon í Buð
f. 06.01.1948 d.05.05.2018
Doyði og fór til grava.
Familjunnar vegna.
Heini, Hannegreta, Hallbjørg og Leivur
Tøkk
Eg takki hjartaliga børnum mínum, versynunum og
abbabørnunum, sum gjørdi 75 ára føðingardag mín
so ógloymandi. Takk til abbabørnini fyri sangin,
og takk til streingjakórði fyri góðan sang. Takk fyri
allar heilsanirnar og gávur, og takk til øll, sum
vóru við til at hátíðarhalda dagin saman við mær.
Takk til kokkarnar og øll sum hjálptu til á ymiskan
hátt.
Heilsan Henning Stenberg
Takk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín,
pápi, verpápi og abbi okkara
Jørleif R. Kúrberg
f. 5. sept. 1941 d. 22. apríl 2018
andaðist og varð jarðaður
Eisini vilja vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum
vitjaðu, ringdu, við heilsanum, bønum og á annan
hátt sýndu Jørleifi og okkum umsorgan, vinalag,
hjartalag og troyst ta síðstu tíðina og í tíðini eftir
andlátið. Starvsfólkið á sjúklingahotellinum og
palliativa toymið á B6 eiga serliga tøkk fyri linna
og førleikar at gera svárar umstøður so lagaligar og
virðiligar sum til ber.
Takk, Jógvan Fríðriksson bispur, fyri góð og
fløvandi orð bæði í kapelli og kirkju. Takk,
kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk, Regin
og sangarar, fyri harmonikuspæl og eyðkenda
kyndlasangin frá losjutíðini. Eisini takka vit fyri
prýdda kirkju.
Takk fyri hjálp og stuðul til ervið og jarðarferðina.
Takk, øll tit, vinir, kenningar og skyldfólk frá
nær og fjar, ítróttafeløg og felagsskapir, ið fylgdu
Jørleifi til hansara seinasta hvíldarstað og mintust
hann við minnisgávum til sjúklingahotellið,
blómum, kransum og minningarorðum.
Familjunnar vegna
Thora, Randi og Hanus við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara elskaði maður, pápi, verðfaðir og abbi
Jákup Marnar Klein
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús, Betri Trygging,
donsku sendistovuna og reiðaríð.
Takk til talarar, spælara og kór í Betesda
Takk fyri minnisgávur til Zarepta
Hjatans tøkk til tykkum, ið vitjaðu, ringdi, sendi
heilsu og á annan hátt vóru um okkum.
Takk fyri allan mat og bakstur og hjálp í samband
við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Óluva, Harriet og Mary v/fam.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu, tá
okkara elskaða systir, svigarinnna, mostir, fastir,
ommu- og abbasystir
Marita Christiansen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
palliativa toyminum,
tøkk til prest og kirkjutænarar,
tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað,
tøkk til tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til við
ervinum,
tøkk fyri minnisgávur til sambýlið.
Ein serlig tøkk til starvs- og búðfólk á
Búðstovninum á Rúnarvegi 3. Vit hava ikki orð.
Familjunnar vegna
Óluva, Kristian, Eyðstein og Hans Jákup
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Poul Reidar Mohr
f. 22. august 1929 d. 16. juni 2018
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Tjarnargarði fyri umsorgan
og somuleiðis tøkk øll tit, ið vitjaðu hann.
Takk fyri heilsanir, minningarorð, blómur, kransar
og minnisgávur til Tjarnargarð.
Tøkk til Hera prest, kirkjutænarar,
Tórshavnar Manskór og tykkara, ið hjálptu
til við jarðarferðina og ervið.
Hjartans tøkk øll tit mongu,
ið fylgdu honum til gravar.
Familjunnar vegna
Anna, Brynhild, Mona, Gunnar og Dánjal Pauli