hósdagur 19. juli 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Kanska meiningarnar ikki eru so
nógvar – men nógv hava meiningar
um Donald Trump, forseta USA
Eisini í Føroyum verður Donald Trump vig
aður og í nógvum førum funnin ov lættur.
Tað er serliga ein fyrrverandi løgmaður, sum
hálovar manninum, ið fær sinnini í kók.
Í vikuni hava leiðararnir báðir í stórveld
unum, Vladimir Putin, forseti Russlands, og
Donald Trump, forseti USA, hitst á toppfundi
í finska høvuðsstaðnum Helsinki.
Onkur heldur fyri, at Putin sjálvur hevur
valt Donald Trump í embætið sum »heimsins
máttmiklasti maður«.
Evropa hevur seinastu vikuna lært, at
viðurskiftini millum ES og USA eru vánalig.
Men tað er ikki eindømi fyri evropar, tí við
útsøgnum sínumá tíðindafundinum sam
an við Putin mánadagin fekk hann eisini
nærmastu stuðlar sínar upp á nakkan – so
nógv, at hann mátti snúgva sær undan sínum
egnu orðum og siga, at hann »gloymdi« eitt
»ikki«, tá hann segði, at Putin var ósekur
í at hava blandað seg upp í amerikanska
forsetavalið í 2016. Men tað hevði ikki so
stóran týdning, tí tað at russar blandaðu
seg, »hevði onga ávirkan á valúrslitið«, segði
Donald Trump.
Serliga øsir tað amerikanarar, at forseti
teirra stólar meira upp á Putin enn upp á am
erikansku fregnartænastuna.
Sjálvt tann Trump-vinarliga sjónvarpsrás
in Fox News hevur havt søgur um, at Trump
er í lummanum hjá Putin. Ja øll halda tað
vera sera løgið, at Trump velur at trúgva fyrr
verandi KGB-agentinum Putin heldur enn
síni egnu fregnartænastu.
Fyrrverandi CIA ovastin John Brennan
kallar framferðina hjá Trump fyri landasvik.
Sjálvt republikanski leiðarin í Umboðsmanna
tinginum, Paul Ryan, hevur nú talað ímóti
forsetanum og sagt, at tað er eingin ivi um, at
russarar blandaðu seg upp í valstríðið í 2016.
Vóru tað evropar, sum í síðstu viku
gramdu seg um forsetan, so eru tað nú am
erikanarar. Tí um Trump veruliga er valdur í
»heimsins máttmiklasta embæti« við hjálp frá
Putin, hvat er so Putin?
Hesum spurningi hava amerikanarar ikki
svarað enn. Fyribils tosa teir bara um, hvat
alt hetta ger við Donald Trump. Onkur sigur
landasvíkari, annar sigur bløka ella deyda og
onkur annar sigur skammblettur.
Vit kunnu bara ímynda okkum Vladimir
Putin sita í Kreml við sínum egna boðið:
– Ein hentur idiotur!
Leygardagin
21. juli klokkan
11:30 verður
matiné í Havn
ar kirkju við
Guðrið Hans
dóttir
Í morgin, leygardag
in, verður matiné
við Guðrið Hans
dóttir, sangara og
guitarleikara.
Guðrið Hans
dóttir er kend í føroyska tónleikaumhvørvinum
og framførir og gevur út fløgur við tónleiki, sum
hon sjálv hevur skrivað. Til hesa matinéina fer
hon at spæla nýtt og eldri tilfar.
Tónleikurin hjá Guðrið er poppur við íblástri
úr fólkatónleiki. Hon hevur givið út fimm solo
fløgur, og hon er við í millum annað elektro
bólkinum Byrta og kórinum Kata. Eisini hevur
hon seinastu árini staðið fyri tiltakinum Vøggu
sangur í Havnar kirkju, har mammur við pinku
børnum koma saman
og syngja og spæla.
– Vælkomin til
matiné í Havnar kirkju
leygardagin, heilsa
fyrireikararnir.
Er Trump ein hentur idiotur hjá Putin?
Matiné við Guðrið
Hansdóttir
HAVNAR KIRKJA
Les eisini blaðið
á telefonini
Systrar fara av
landinum við
presti
Siðsøga síða 26-27
Bókhandilin 100 ár
á Vaglinum í Havn
Sìða 10-12
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tá í Tórsfest verður í Havn í annað
kvøld, fara plastgløs ikki at liggja
og rekast á vegnum, so sum vanligt
hevur verið
Eta, sum hevur útskeinkingina um hendi á
Tórsfest, fer eins og á G!Festivalinum ikki at
taka ímóti reiðum peningi og bara at selja
drykkir í endurnýtslugløsum.
– Eftir góða undirtøku og ynski frá fyri
skiparunum fara vit aftur at nýta pantskip
anina á Tórsfest 2018. Men hvussu skalt tú
bera teg at, um tú vilt savna gløs og vinna
tær pening?
Pantskipanin riggar á tann hátt, at 10 kr.
verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið.
Næstu ferð, farið verður í barrina, kunnu
tómu plastgløsini latast inn, og tú sparir
pantið.
Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, kunnu
gløsini latast inn í kioskini hjá Astu, har
peningurin verður
útgoldin ella settur
inn á Meira av tí
góða kortið.
– Afturat hes
um verður ársins
Tórsfest eisini eitt kontantfrítt tiltak. Tí
heita vit á øll, ið ikki eiga Visa ella onnur
líknandi gjaldskort, um at fylla á sítt Meira
av tí góða kort, áðrenn tey fara á Tórsfest,
skrivar Eta í tíðindaskrivi.
Á heimasíðuni hjá www.meiraavtigoda.
fo ber til at fylla á títt kort, áðrenn og undir
festivalinum og keypa/fylla á kort til børnini.
– Hevur tú eina restupphædd á kortinum
eftir festivalin ber til at nýta kortið á øllum
støðunum hjá Gist & Vist, at fáa útgjald í
reiðum peningi ella við flyting til tína banka
konto.
– Tað verður sjálvandi eisini møguligt at
keypa sær eitt Meira av tí góða kort inni á
sjálvum økinum, skriva tey.
Tað er altso bara nú á Tórsfest, at Kioskin
hjá Astu verður endurnýtslubúð. Í heyst
letur kioskin uppaftur við vanligum kiosk
vørum umframt við gongumati og gongu
kaffi.
Endurnýtsla í Kioskini hjá Astu
Asta Jacobsen er
nú givin í kioskin
á Vaglinum. Gist
& Vist hevur
keypt kioskina,
sum letur upp
aftur í heyst við
vanligum kiosk
vørum umframt
gongumati og
gongukaffi
19. JULI 2018