Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 3 EIRIKUR LINDENSKOV – Fyrr ella seinni skulu nýggir møblar keypast til húsið. So kundi tað eisini verið fínt við einum nýggj­um bili og kanska ein bát eisini. Ein maður á Tvøroyri vann leygar­dagin 20 milliónir krónur í Lotto. Fyribils heldur hann lágan pro­fil fyri ikki at verða avdúkaður og bíðar við at brúka nógvar peng­ ar, skrivar Danske Spil. – Øll ganga runt og spyrja hvønn­anna, um tað man vera hesin ella hasin, sum hevur vunnið. Tað er eru veruliga undirhaldandi, sig­ ur vinn­arin, sum ynskir at vera ónevnd­ur. – Vit eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll. So tað kann vera, at tey finna út av tí fyrr ella seinni. Men eg satsi uppá, at tað gongur von tíð áðrenn – og so er tað als ikki so spennandi longur, sigur hann við Danske Spil. Vinnarin gjørdist sum vera man bilsin, tá hann mánadagin kannaði, um nakar vinningur var at heinta á Lotto­nummarinum hjá honum. – Eg gjørdist ørkymlaður, men so for eg á heimasíðuna hjá Danska Spil at kanna tølini. Og so mátti eg líka anda djúpt inn. Tað vóru jú sera nógvir pengar, sigur hann. Vinnarin fór síðani aftur til ar­ beiðis og »royndi so vítt gjørligt at halda konsentratiónina«, greiðir hann frá. – Tað var eitt sindur ringt, skal eg viðganga. Men eg haldi sjálvur, at eg tók tað sera róliga. Tú hevur jú heldur ikki hug at fara inn til stjór­an og siga upp, sjálvt um eg sum einki kundi livað av hesum peng­unum restina av lívinum. Tann hepni førohingurin ætlar ikki at brúak pengarnar upp á at ferðast, og teir skulu heldur ikki brúkast til íløgur. Umframt nýggjar møblar og kanska ein nýggja bil og ein bát ætlar hann at hjálpa familju­ni fíggjarliga og stuðula eitt sind­ur í lokalsamfelagnum. – Hesir pengarnir geva jú so nógv­ar møguleikar, og teir eru so nógvir, at eg neyvan klári at brúka allar sjálvur, sigur hann. /RITZAU/ – EG GJØRDIST PÚRA ØRKYMLAÐUR Ein maður á Tvøroyri vann leygardagin stóra lottovinningin upp á 20 milliónir krónur M entanarnáttin, ið varð avlýst á Tvør­ oyri 6. juli, er nú lýst at vera í dag, fríggja­dag, og luttekur savnið í gamla pakkhúsinum á havna­lag­ num við fjølbroyttari skrá. Dyrnar lata upp klokkan 16.00, og tá ber til at síggja føstu fram­ sýningina á miðhæddini, ið sigur frá handils-, skipa- og ættarsøguni hjá T.F.Thomsen, umframt tvær nýggjar framsýningar í kjallara­ num. Onnur greiðir frá spennandi søguni um sluppina Albert, meðan hin leggur dent á at siga søgu­na um tær vørur, ið Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landi­num. Í kjallaranum kunnu gestir eisini sessast og keypa sær eina Slupp­øl, sum til høvið hevur fing­ið etikettir við sluppum hjá Thom­sen. Klokkan 16.30 verður áhuga­ verdur fyrilestur í pakkhúsinum. Tá fer journalisturin og rit­ høvund­urin Helgi Jacobsen at halda fyrilesturin “Tvøroyri og heim­sins besti klippfiskur”. Helgi er søgufróður sum fáur, og hevur útgivið ikki færri enn 12 bøkur um m.a. bygda- vinnulívs- og ítróttar­ søgu. Klokkan 20.00 verður tónleikur á skrá. Tá spælir saksofonisturin Christan Herluf Pedersen, ið er hálvur tvøramaður og oldur­abba­ sonur fyrsta T.F. Thomsen nøkur løg. Christian Herluf er útbúgvin á kongaliga tónleikaraháskúlanum í Svøríki, har hann eisini búleikast sum djasstónleikari. Mentanarnáttin á Tvøroyri verður fríggjadagin