hósdagur 19. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Birgir og Elsebeth
Andreasen hava
keypt bygningin, har
Miðlahúsið húsast, í
Vágsbotni.
Sunnumorgunin boðaði
Dansk Tipping frá, at ein
føroyingur hevur vunnið
20 milliónir krónur í
lotto.
Frakland vann HM í
fótbólti, tá teir vunnu
4-2 móti Kroatia í
finaluni.
Altjóða hondbólts
samgongan hevur vrakað
Tórshavn og Klaksvík,
men vil hoyra meiri
um marghøllina í Vági,
áðrenn endalig avgerð
verður tikin, um Føroyar
sleppa at spæla sínar
altjóða heimadystir í
Føroyum.
Magnus Jákupsson
gjørdist danskur
meistari fyri 17. ferð í
farnu viku.
Stig eru tikin til at stovna
nýggjan flokk, sum hevur
sum aðalmál at gera
medisinskt kannabis
lógligt.
Lotto
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Ársúrslitið
hjá Nordbil
var 2.958.348
krónur
2.958.348
Lotto er eitt hasardspæl, har spælarin
skal gita, hvørji tøl verða tilvildarliga
vald úr eini avmarkaðari mongd.
Ofta eru vinnaraupphæddirnar
fleirfoldigar milliónir.
Upprunin til lottospælið er úr italska
býnum Genoa, har man í 15. øld
trakk lut millum 90 valevni um fimm
politiskar sessir. Tað var væl umtókt,
at vedda um, hvør mundi blíva valdur.
Onkur fann upp á, at skifta tey 90
nøvnini um við tøl og so var grundin
løgd fyri modernaða lottospælinum,
har fimm tøl út av 90 skulu veljast.
At raðfesta alt hægri, eitur
á góðum føroyskum ”at
oyðsla” – Helgi Abrahamsen
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og
vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað,
men turt. Hitin millum 10 og 13 stig,
um náttina millum 8 og 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi og vestri, 5 til 10
m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn
av og á, men um náttina klárar
í. Hitin millum 9 og 13 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s.
Yvirhøvur skýggjað og regn av og
á. Hitin millum 9 og 13 stig.
2-7 m/s
5-10 m/s
Viðhvørt hugsi eg um, at vit eru farin ov
langt, tá ið umræður at hava eftirlit hvør
við øðrum.
Samfelagið er bygt soleiðis upp, at vit
hava eftirlitsskipanir, sum halda eyga
við øllum vit, sum privatpersónar gera.
Kanska eru vit ikki farin ov langt her í
Føroyum enn, men tað verður neyvan
leingi.
Í Danmark – landið haðani vit innflyta
tað mesta – er farið nógv longur enn vit.
So langt, at eg viðhvørt hugsi um DDR og
tað ónevniliga, sum hendi í Týsklandi í
tríati- og fýrati-árunum.
Tá bygdu myndugleikarnir arkiv um
allar borgarar. Hvat tey gjødu, hvat tey
søgdu og hvat tey meintu.
Síðani hava vit í okkara parti av
heiminum fordømt hetta, men tað er bert
orð. Í tí heimi, sum verður bygdur upp av
høgt lærdum, seta vit skipanir í verk, sum
í veruleikanum hava sama endamál.
Frælsi hins einstaka telur ikki tað sama
í dag, sum áður.
Nú er samfelagið alt. Tað minnir meg
um, at tá ið eg var smádrongur las eg
framtíðar søgur, har staturin tók børnini
frá foreldrunum, so tey kundu venjast til
rættar samfelagsborgarar.
Tað var tann óndi staturin, sum gjørdi
hetta.
Nú ganga vit mótmælisgongu, um
staturin – landið – ikki hevur ansingarpláss
til okkara børn.
Ája!
Eitt annað mál, sum ongin megnar at
loysa, er alt yvirforbrúkið hjá okkum av
plastikk. Framvegis finna vit okkum í, at
vit í hvørjum handli fáa plastikkposar at
koyra vørurnar í, sjálvt um vit væl vita, at
hetta ikki verður niðurbrotið í náttúruni
og hóttir fugla- og fiskalív.
Tað sum vit liva av.
Nær fara vit at banna hesum!
Aðrataðni eru tey farin í holt við hetta
við dýrum posum og panti. Í hvussu so er
eitt stig á leiðini.
Ferðavinnan er eitt stórt mál í
framtíðini, sigst. Vit byggja gistingarhús
og seta fólk at arbeiða við ferðavinnuni og
royna at fáa ferðafólk at leggja eitt sindur
meira av pengum eftir seg.
Fyri nøkrum árum síðan longdu vit
flogvøllin, so størri flogfør kundu seta seg
í Føroyum. Atlantsflog kundi gera íløgur í
størri flogfør og tað hevur havt við sær, at
nógv fleiri ferðafólk koma hendanvegin.
340.000 fólk fara í ár at ferðast um
flogvøllin.
Men...
Vit bygdu nýggjan terminal fyri
nógvar pengar. Gott hugskot, men úrslitið
er næstan ein gøla.
Fólk, sum hava verið í terminalinum, tá
ið ólag er á ferðsluni hava upplivað, hvat
tað er vit hava bygt:
Ein stóran handil við tollfríum vørum
og so smærri hølir til ferðafólk uttanum.
Alt er so illa innrættað, at ein hevur hug
at senda boð eftir einum arkitekti fyri at
broyta alt.
Ája – kanska hava teir verið uppií
byggingini – kanska vóru fortreytirnar
settar skeivt upp frá byggiharranum.
Eg veit ikki!
Men góða Gudny!
Tú situr á ovastu rók. Eg veit væl, at
tú ikki hevur óendaligt av pengum og
eg veit at handilin við tollfríum skal
kasta pening av sær.
Kortini vil eg heita á teg um
at fara til flogvallarnevndina
og gera teimum greitt
hvat tað er fyri eitt
misfostur
vit
hava
fingið. Eitt misfostur,
sum á ongan hátt tekur
atlit til føroyska mátan
at ferðast uppá – og
har tey hava gloymt, at
viðhvørt stranda fólk í
terminalinum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Tú kanst ikki
longur keypa
ræstkjøta
burgarar í
Saksun?
5-10 m/s